Tiltakið »Vælskapt brek« sum ein áhugabólkur hevur tikið stig til til tess at skapa eina betri fatan av umstøðum hjá brekaðum og teirra avvarðani, var í gjár evni á einum tíðindafundi, har sagt varð frá endabrestinum á tiltakinum.
Í vár varð ein lagsmiðjakapping fyriskipað í sambandi við tiltakið. Nærum 80 løg komu inn til kappingina, sum tey trý, Lena og Leif Andresen og Niklas Johannesen vunnu.
Ger fløgu
í løtuni arbeiðir Jóhannus á Rógvu Joensen við at taka upp og ljóðblanda umleið 20 av løgunum, ið komu inn til kappingina.
Hesi verða givin út á fløgu 30. september, ið eisini gerst eitt slag av endabresti á tiltakinum.
Hendan dagin verður nevniliga eisini ein pallborðsfundur og ein konsert fyriskipað sum partur av tiltakinum »Vælskapt brek«. Konsertin verður við nøvnum frá fløguni, og á pallborðsfundinum fara fólk at sita, ið hava heimild at føra góð hugskot út í poltiska lívið. Soleiðis ætla fyrireikararnir at tryggja seg ímóti, at fundurin bara verður tos uttan praktiskar avleiðingar.
Koyristólapláss á konsertini
Bæði pallborðsfundurin og konsertin verða í Norðurlandahúsinum 30. september ávikavist klokkan 15.00 og 19.30.
Atgongumerkjasølan til konsertina byrjaði longu í gjár. Áhoyraraplássini til hesa konsertina verða ikki so nógv í tali, sum vanligt er til konsertir í Norðurlandahúsinum. Hetta kemst av at hesaferð verða stólarekkjur tiknar burtur fyri at geva betri pláss til koyristólar.
Fólk, ið hava brúk fyri at hava hjálpara við sær, fáa hendan ókeypis inn við til konsertina, og MBF bussurin syrgir fyri at tey, ið vegna kropslig brek hava torført við at fara í Norðurlandahúsið, kortini koma vegin fram, um tey ynskja tað.