har ið minsta kravið má vera, at tað ikki verður gjørdur beinleiðis mannamunur á fólkið á útoyggj, og á fólki á bygd Fólk á útoyggj eru fyri stóran part sjálvbjargin við kjøti, fiski og fugli og eplum [...] sami mannamunur á fólki á meginøkinum og útoyggjafólki ger seg galdandi á so nógvum øðrum økjum eisini. Bøndur á útoyggj sleppa ikki longur at hava mjólkneyt, tí tey skuldu miðsavnast á meginøkinum. [...] hvussu fólk á útoyggj verða niðurpínd. Tað verður beinleiðis mannamunur gjørdur á okkum og øðrum føroyingum. Hví skulu vit t.d betala 31,5 oyru enn aðrir føroyingar fyri hvønn litur á olju vit fáa?
síggja nógv til fólk, sum koma at vitja Føroyar orsakað av hesum filminum. Ein góð vøra Poul Joensen, sjónleikari: -Filmurin var fantastiska góður. Men vónirnar eru skrúvaðar so ómetaliga nógv upp, so [...] haldi eg, at endin á filminum var rímuligur, tí hon skal enda úti í tí óvissa. Nú tá útlendingar fara at síggja henda filmin fara teir eisini at síggja, at her er talan um eitt fólk, sum er ógvuliga bundið [...] kann fáa eina positiva ávirkan á tey annars eitt sindur turbulentu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark sigur løgmaður, at filmurin væl setir eyguni hjá danskarum eisini á tað føroyska samfelagið í dag
enn hálvsett. Og fólk streymaðu inn alla tíðina. Har vóru fólk av øllum møguligum slagi. Ung fólk við børnum. Fólk um miðan aldur, sum ein kendi aftur frá kirkjugongdini sunnumorgun. Fólk, ein veit, vanliga [...] maðurin nógv, men segði lítið. Tað mesta gekk út upp á at siga fólki frá, hvussu skemtiligt tað var, tá hann fekk samband við Toronto-rørsluna fyrstu ferð. Hvussu hann sjálvur flenti, og hvussu hann fekk [...] Var á møti hjá Torontorørsluni í ítróttarhøllini á Nabb leygarkvøldið. Og tað segði mær lítið. Tað tóktist, sum mestur dentur varð lagdur á at siga fólki, hvussu stuttligt og skemtiligt tað var at verða
áhuga í hesum økinum, hava sett nógv fólk av til kanningarnar, og skulu tað so fara at ganga eini 5 ár við einum sakarmáli, so kann tað merkja, at kanningarnar verða lagdar á hyllina, og tað ynskja vit helst [...] Shell skal hava leiklutin sum operatørur á føroyskum øki. Frammanundan hevði BP hesa uppgávuna. -Vit eru fegnir um samstarvið, og at Shell hevur operatøruppgávuna á føroyskum øki í sambandi við eitt 1. ú [...] og seinni framleiðslu á føroyskum øki. Sosialurin skilur, at tað er í sátt og semju, at BP og Shell hava gjørt av, at Shell skal vera operatørur í eini komandi útbjóðingarrundu á føroyska landgrunninum
onga pensjónskipan hava. Spurningurin er so, hvussu vit skulu fíggja hetta. Eiga 1,8 mió fyri at merkja á uppsparing Kristian Magnussen vísir á, at tað eru fólk í samfelagnum, sum fáa góða pensjón frá samfelagnum [...] eini 1.200 fólk, sum verða rakt. ? Tað er eisini nakað vrøvl, sum stendur í Dimmalætting um, at fólk sum hava spart sær nakrar hundrað krónur, verða rakt av hesi skipan. Kristian Magnussen vísir á, at fyri [...] fyri at fólk, sum hava spart sær saman skulu verða rakt av hesi lógini, so skulu tey hava spart 1.8 milliónir krónur, áðrenn rentuinntøkum kemur upp á 89.000 krónur. - Og tað er sanniliga munur á nøkrum hundrað
slapst ikki undan at byggja út. Í veruleikanum hava vit gjørt ov nógv ymisk sløg á mjólkarvirkinum. Nógv av tí, sum ikki verður selt so nógv av, hevur verið tungt at fást við, táið tað hevur verið so trongt [...] ymiskur, alt eftir, hvussu nógv fólk taka heim við sær av slaktinum. Taka tey bara krovið, haldið eg, at tað kostar einar 60-70 krónur at fletta ein seyð. Eitt sindur dýrari er tað, sum fólk eisini skulu hava [...] er tað sera trupult at stýra mjólkarnøgdini so neyvt, at tað altíð er nokk. Tað er so ymiskt, hvussu nógv mjólk er, alt eftir, nær neytini kálva. Og fyri at sleppa undan at stoyta ov nógva mjólk burtur
hetta landið er til. Hann gevur okkkum øllum nógv at hugsa um, og hann vísir, hvussu vit sjálvi eru. Birgir Enni sigur, at tað hava verið fult út professionell fólk, sum hava fingið alt hetta at rigga, og tað [...] talan um at fáa nógv praktisk viðurskifti uppá pláss. Tað hevur verið ein ómetaliga spennandi og gevandi tíð. Birgir Enni er fegin um filmin og heldur tað vera einstandandi at síggja, hvussu góður myndak [...] veruleiki, er Birgir Enni. Eftir premieruna í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið spurdu vit Birgir Enni, hvussu tað kenst at síggja úrslitið av tí arbeiði, sum hann sjálvur hevur verið partur av! -Eg eri sera
vóru ikki nógvir klædnahandlar á bygd, og tí komu eisini nógv fólk til Havnar at keypa. Um tað ikki lá fyri at koma í handilin, sendu vit úrval av klædnavørum til fólk á bygd. - Hetta var helst eisini [...] har ?Hjá Gunnleivi³ á Gripsvegi, er í dag. Har var hon í nøkur ár, áðrenn hon fór til Gunnar Stockholm, klæðnahandilin við Hoydalsvegin at arbeiða. Har arbeiddu nógv stuttlig fólk. Umframt Gunnar Stockholm [...] so von at ganga leiðina oman á Kongabrúnna. Havi eg ikki gingið handan vegin nakrar dagar, leingist mær oman aftur, sigur Sunnivá. Trivnaður á arbeiðsplássinum - Handilin á Kongabrúnni, hevur altíð verið
Eitt, sum telur nógv í hesum sambandi er at fáa eldri fólk at greiða frá hendingum, sum tey minnast aftur á tá talan er um tannsjúkur og tannarøkt, og festa hetta á blað ella band. Eldri fólk, sum hava hug [...] Føroyum liva enn, og bæði teir og fólk annars hava nógvar royndir og hendingar at minnast aftur á. Tað er kanska í tøkum tíma, at vit eru farin at hugsa um at fáa fest á blað »tannasøguna«. Brot úr farnum [...] vatt upp á ein svávulpinn og dyppa hann í akvavit og smyrja upp á tonnina. Teir gomlu søgdu ofta, at teir vóru byrjaðir at skráa fyri tannapínu og sluppu av við hana so hvørt sum teir hildu á at skráa
keypt eina last av óvirkaðum fiski á uppboði í Skotlandi, og hevur ført hann til Klaksvíkar at arbeiða á flakavirkinum. Talan er um góð 52 tons av upsa, sum eru keypt á uppboði í Aberdeen, í Peter Head og [...] metingin hjá Johan Páll Joensen, stjóra á Kósavirkinum beint fyri miðdag í gjár... Klaksvíkingar hava aftur gingið nýggjar leiðir í føroyskari fiskivinnu. Og á miðdegi í gjár sá fyribils út til, at henda [...] til Føroyar eisini, sigur Símun Gullakesen. Saman við leiðsluni á Kósavikinum birtist so hugskotið at kanna møguleikarnar fyri at keypa fisk á uppboði í Skotlandi og føra hann til Klæaksvíkar at arbeiða.