oddauppgerðini í Fuglafirði og ímillum tey niðaru staddu FSV og VB, sum spældu í Sørvági, sjey komu á Sandi, og seks mál komu í eysturoyaruppgerðini, sum var í Sarpisgerði í Gøtu. Støðutalvan sigur okkum, at [...] liðugur ella í seinasta lagið sunnudagin 6. september, tá 15. umfar er leikt, og Skála hevur havt vitjan av botnliðnum úr Klaksvík, sum higartil er einasta liðið, ið hevur vunnið á oddaliðnum. Men nú fáa vit [...] spurningur, hvussu stórur heimasigurin fór at vera. Eftir 50 minuttir sneiddi Petur Petersen málverjan av, áðrenn hann skoraði, Róin Clementsen stútaði hornasparksinnlegg til 4-2, og Eirkur Poulsen staðfesti
til finaluna verður treytaður av hvørjum undirhaldi fyrireikarnir fáa fatur á. Tiltakið Tiltakið er sum sagt afturvendandi, men økiskappingarnar eru altíð treytaðar av hvussu nógv tekna seg til kappingina [...] Um Songrøddirnar Síðan Songrøddin byrjaði í 1983, hava tað verið 16 vinnarar og ein ørgrynna av øðrum luttakandi, sum seinni eru vorðin kend í Føroyum, bæði á tónleikapalli og á plátu og fløgu. Tey sum [...] kappingin har øll kunnu luttaka. Einum nýtist hvørki bólk ella royndir fyri at vera við, eitt sindur av sjálvsáliti, dirvi og árræði, so ber væl til at bjóða seg fram. Tað, at hendan kappingin er fyri øll
Klaksvík, men hann varð sambært ásetingunum spældur á Sandi, tí klaksvíkingar ikki fingu mannað lið ta ferðina, tá teir áttu at havt verið har suðuri. Av Sandi hava vit frætt, at teir gingu við til, at dysturin [...] deild, men hann hevur verið nógv skaðaplágaður seinnu árini. Málið kom eftir innlegg og eitt sindur av aftur og fram. Odmar Andreasen hevur fingið sær fyri at skora mestsum hvørjaferð. Hann er í álopinum [...] útisigurin, sum fyrstu løtuna hevði verið langt burturi. Vágamaðurin fór sjálvur og sneiddi tríggjar av, áðrenn hann skoraði. VB-GÍ 4-1 (1-0) Øll liðini í Suðuroy í 1. og 2. deild vóru í sving leygardagin
vóru hvalbingar á vitjan á Sandi, og teir noyddust suður aftur við einum 2-4 ósigri. Nógv mál stutt fyri dystarlok Sandoyingar løgdu seg á odda, tá ið 19 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki. Dómarin
hevði smíðað. Henda unga norska kvinnan, sum gekk framvið, gjørdist so hugtikin av bátinum, at hon keypti eina rúgvu av lutaseðlum. Eydnan var kortini ikki við henni, men hon gavst ikki á hendur. Anne [...] uppgávur í arbeiðinum hjá Jóan Peturi, men av og á stingur okkurt slíkt seg upp. Og í summar fingu Jóan Petur og pápin, sum eisini er bátasmiður, eina forkunnuga vitjan av einum dana. Pápi mín gjørdi ein bát [...] men hon hevur ikki havt góðar dagar í longri tíð, lutvíst av kreppuni sum hevur verið, meirvirðisgjaldinum, sum er lagt á, og ikki minst av, at onnur bátasløg, serliga plastbátar hava vunnið fram. Jóan
Bæði liðini skulu komandi vikuskifti í týdningarmiklar uppgerðir. LÍF fær vitjan av oddaliðnum av Sandi, og NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum er á níggjunda plássinum, sum teir í Runavík hava sett sær sum [...] tríggjar teir fyrstu fjórðingarnar av tíðini høvdu teir bóltin nógv meiri. Men teir fingu einki burturúr fleiri stórum møguleikum. Eitt nu stútaði Olgar Danielsen við síðuna av málinum, Meinhard Polulsen bjargaði [...] bólturin fór omanfyri. Í fyrsta álopinum eftir steðgin fekk heimaliðið hol á. Støðan stóðst av hornasparki og nakað av aftur og fram í brotsteiginum. Kristian Eliasen sneiddi framvið einum og smekkaði í kassan
sokallaðari »etapu«-kapping. Størsta - og best kenda - kappingin av hesum slag er sjálvandi Tour de France og tey eru ikki so fá, sum hava mist ondina av bara at síggja hesar villmenn á súkklu. Nú hava føroyingar [...] fyrstu royndirnar. Og til síðst eydnaðist. Gunnar Dahl Olsen hevði ikki meir at geva av og Bogi slapp avstað. Úrslitið av seinasta teininum í Statoil Kring Føroyar var sostatt, at Bogi gjørdist nummar eitt [...] og hetta gav ikki minst at býta, tá oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Føroyingarnir vórðu so smurdir av. Bæði væl og virðiliga. Nógv høvdu óiva mist mótið, men tað gjørdu teir føroysku súkklararnir ikki
so vælegnaðar til fartelefoni, sum eitt nú Danmark, av ymiskum landafrøðiligum orsøkum, men Telfonverkið (sum tað í mannamunni kallaðist tá!) gjørdi av at vit skuldu verða við. Framburðurin tók bara nógv [...] GSM avrit av NMT900 Fyrr í ár bjóðaði TFL, meðan tað enn kallaðist so, til tíðindafund, har nýggja GSM skipanin varð framløgd. Eftir ætlan skuldi henda skipan setast í verk 1. juni, men av tekniskum ávum [...] sum NMT900 skipanin. Tað vil siga, at tað verður eingin dekningur heima á Sandi. Tað verða bert skopuningar, sum koma at fáa gagn av hesi skipan, men tað er tí, at høvuðsstaðarøki er so væl útbygt, at tað
fjøllum og teimum hava vit sum kunnugt ríkiligt av í Føroyum. Í Føroyum eru nógvar smábygdir, sum »fartelefoniskt« liggja soleiðis fyri, at tær bert røkkast av sjónum, og ein slík skipan er ikki møgulig. [...] um, at tað kann ikki verða rætt, at tað ikki skal verða møguligt at brúka GSM telefonirnar heima á Sandi. Støðan er tann sama tá tað ræður um NMT900 telefonirnar. Tær hoyrast í Skopun og uppi á vatninum [...] vatninum millum Skopun og Sand, men so heldur ikki meira. Og orsøkin er tann, at skopuningar fáa signali av Streymoynni, har øki kring høvuðstaðin er so væl útbygt. Fartelefoni virkar soleiðis, at tað verða settar
vinnast, tá tú ert í oddastríðnum, men tað varð hesin ikki, og tí kundu leirvíkingar av røttum halda, at trýstið á teimum á Sandi leygardagin var óneyðuga stórt. Waldemar Nowicki vísti seg enn einaferð at vera [...] so nógv í ár, var komin inn móti endanum av fyrra hálvleiki, og hann vísti, at hann ikki hevur gloymt, hvar málið er, tá tveir B71-arar ikki kundu avgera, hvør av teimum skuldi skjóta bóltin burtur. Nú var [...] deild komandi ár. B71 kann standa seg í 1. deild Eli Hentze er ein av teimum mest royndu á B71-liðnum. Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum ? at flutt upp í 1. deild í 1988, at vunnið føroyameistaraheitið