fløgurnar og myndirnar, yrkingarnar, greinarnar ella øll brøvini, sum eru skrivað við stórum blokkbókstavum úr sprittusj. Tað er eisini klæðini, gittarin, mátin, hann stillar upp til fotografering og [...] tignarligum, innfjarum smíli, kemur tað mær fyri, at hann sjálvur er partur av listaverkinum. Hóast tað síða hárið er demonstrativt ófriserað og stendur í allar ættir og buksurnar eru skræddar, so [...] listasamlarum og bara fyri tað hevur framsýningin uppiborið mítt besta viðmæli. Framsýningin í Listaglugganum, A.C.Evensensgøta 11 er opin inntil 10. november.
støðan var blivin so álvarslig, at annahvørt mátti tað almenna taka um endan, ella fór felagið av knóranum og Norrøna bleiv løgd. Vit fingu eina áheitan frá Sonju Jógvansdóttir tann 7. november 2008 og svaraðu [...] føroyskum fakfelag og lønt sambært føroyskum sáttmála. Sæð út frá omanfyri nevnda avgerandi muni á manningarpolitikki hjá teimum útlendsku skipafeløgunum og Smyril Line og havandi endamál Maskinmeistarafelagsins
nakað munagott við sjúkrahúsverkið og so ganga helst nøkur ár afturat, har sjúkrahúsverkið bara versnar, meiri peningur verður oyddur burtur í umsiting, og aðalstjórin hevur parkerað allar trupulleikarnar [...] kann ganga og dusa sær. Stóra umsiting á LS kann eisini ganga og hugna sær, tí tey hava í veruleikanum onga stóra uppgávu heldur. Man kundi latið hetta alt farið aftur við borðinum og so bara bíða, til
burtur úr veiðuni. Høvuðsinnihaldið í sáttmálanum var, at manningin átti 1/3 av søluvirðinum og reiðarin 2/3. Av sínum parti skuldi reiðarin tó rinda løn til skiparan, vanliga 10%, løn til kokkin og eykapart [...] teimum eldru útgerðarmonnunum hildu hetta vera burtur av allari góðari leið. Ikki varð hildið nógv um, ar fiskimenninir høvdu sett ein lærara til álitismann teirra, ein mann, sum slætt ikki var fiskimaður [...] sum at selja hann til aðrar, sum kunnu geva hægri prís. Hesin rættur var staðfestur í sáttmálanum fyri 1908. Bert tað at reiðarar sjálvkravdir hava sett hesa reglu í sáttmálan, sigur at teir hava
avgerðirnar verða tiknar. Og serliga hetta seinasta árið eru stórar og kollveltandi avgerðir tiknar. Avgerðir, ið sum frá líður fara at broyta fyritøkuna munandi, tá tað snýr seg um árin á umhvørvið [...] Egholm ikki í, og hann veit eisini, hvat tað er hann tosar um. Áðrenn hann tók við sum stjóri hjá MEST, arbeiddi hann í nógv ár hjá stóru fyritøkuni Danisco, har hann seinnu árini m.a. hevði ábyrgdina av [...] Tað kann gott vera, at júst umhvørvisspurningurin í mun til ymiskt annað hevur verið nógv á breddanum seinnu árini, men hetta er ein týdningarmikil spurningur, sum øll – eisini føroyingar – eiga at taka
altarg., Patrick de Neergaard Konfirmantar í Norðoya vestara prestagjaldi Byrja at ganga til í kjallaranum í Christianskirkjuni týsdagin 20. januar 2009 kl. 17. Tilfar verður latið og greitt verður frá un [...] Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hóskvøld eftir avtalu. Frítíðarfelagið »Antares« Postsmoga 11, 490 Strendur
skrambul. Tá var tað akkersketan, sum rann út. Hon rann út øll somul, til tað stóð á í ketukjallaranum, og ketan slitnaði við einum ordans bresti. Tað var ein harðlig útpurring. Tað hoyrdist, at stýrimaðurin [...] hjá Frelsunarherinum í miðbýnum í Reykjavík, har tað var bíligt at búgva. Her búðu fleiri skopuningar. Vit vóru so har í nakrar dagar. Tað tyktist at vera nakað langligt at ganga og mala, so ein var byrjaður [...] Stjarnan og var uppá 100 tons. Tá ið eg var biðin við, royndi hann við línu. Eg var so við har í tríggjar dagar. Tá kom hesin góði maður við aftur, og eg fór so aftur á fiskavirkið. Men tá ið garnatíðin kom
Serliga í verjupartinum riggaði væl hjá heimaliðnum, og stóri og sterki Jugoslav Djumic hjá Neistanum fekk lítið pláss. Serbin stóð í alt fyri tveimum av málunum hjá Neistanum. Í málinum vísti Eli Müller [...] framvegis seks stig at spæla um, og vestmenningar hava fýra stig fleiri enn H71 og Neistin. Tá høvuðsstaðarfeløgini framvegis hava ein dyst innanhýsis, kann bara eina liðið vinna seg framum í stigatali. Komandi
at arbeiða eftir reglunum, verður torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at skapa virðing rundanum FAS-skipanina. Somikið bersøgin var formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen, tá hann [...] um FAS skal hava nakran kjans at gera seg galdandi sum alternativ til útlendskar skipaskrásetingar, sigur Páll Hansen, og leggur afturat, at tað sjálvsagt ikki bara er í mun til skipaskrásetingar [...] altíð, at felagið fer upp í leikin. Viðvíkjandi feskasta málinum – tað um Topaz, sum liggur og gnaddar gummi í Las Palmas við manning, sum ikki fær hýru – hevur felagið valt at ikki at fara upp í málið
systir Dánjal, tók sær av børnunum og húsinum, meðan Inga var sjúk. Úrtøkan í Canada var 45 dollarar um mánaðin, og Dánjal fekk livrapengarnar afturat sum kokkaviðbót. Hetta var ein hampuliga góð inntøka [...] kokkur í 1926. Harald var formaður og gav honum leiðbeining um, hvat hann skuldi gera. Tveir hvalabátar hoyrdu til støðina. Dánjal skuldi lata proviant umborð í hvalabátarnar. Alt skuldi vigast og skrivast [...] kokkur í 1907. Palli á Lava segði honum tá, hvussu farast skuldu fram. Hann skuldi kóka saltkjøt tríggjar dagar um vikuna, týsdag, hósdag og sunnudag. Hann skuldi gera súra og søta sós til saltkjøtið sunnudagar