Nýggj sjúkrahúsleiðsla ein táta

Eg havi hug at gera nakrar viðmerkingar til nýggju ætlanina í sjúkrahús­verki­num um at seta ein nýggj­an sjúkrahússtjóra

Tað er ikki so lítil øsing, sum er skapt í sjúkrahús­verkinum, nú henda ætlan skal fremjast. Eitt sjúkra­húsverk er ein ógvuliga komplicerað institutión við starvsfólkum frá ymiskum samfelagsbólkum, herundir eisini rættuligum serføðing­um á ymiskum økjum.

Nýggja ætlanin byggir ikki á eitt álit frá serfrøð­ing­um, men er gjørt av 2 leiðarum í sjúkrahúsverk­inum, sum báðir meira ella minni hava spælt fallit á ymiskum økjum. Størsti parturin av hesum áliti er rein avskriving aðrastaðni frá. Kapitul 7 í álitinum um bygnað og virksemið er tó gjørt av hesum báðum.

Essensurin í ætlanini er, at nú skal aftur setast ein sjúkrahússtjóri við ógvu­liga umfatandi heimildum, tó so at tann eini av faðirin­um til ætlanina altíð skal kunna støðga honum, nú hann er avanceraður til aðalstjóra.

Høvuðsuppgávan hjá nýggja sjúkrahússtjóranum er at fremja alt tað í verki, sum tann eini av høvuðs­monnunum aftanfyri álitið ikki hevur megnað sjálvur, hóast hann nú hevur hægri charge enn nýggi sjúkra­hús­stjórin og eina nógv størri umsiting, enn tann nýggi sjúkrahússtjórin fer at fáa.

Eftir míni meting hevur hesin nýggi sjúkrahús­stjór­in ongar møguleikar fyri at loysa allar hesar uppgávur, og tí vil hetta vera ein táta.

Man hevur varhugan av, at hetta skal síggja út, sum at landsstýrismaðurin ger nakað munagott við sjúkra­húsverkið og so ganga helst nøkur ár afturat, har sjúkrahúsverkið bara versn­ar, meiri peningur verður oyddur burtur í umsiting, og aðalstjórin hevur parkerað allar trupulleik­arnar hjá hesum nýggja sjúkrahússtjóra.

Tað vil so viðføra, at umsiting hjá aðal­stjóranum onga serliga uppgávu hevur og kann ganga og dusa sær.

Stóra umsiting á LS kann eisini ganga og hugna sær, tí tey hava í veruleik­anum onga stóra uppgávu heldur.

Man kundi latið hetta alt farið aftur við borðinum og so bara bíða, til nýggi sjúkrahússtjórin hevur rent seg fastan. Hinvegin so vil hetta ørkymla alt sjúkra­húsverkið, og heldur vil effektiviteturin versna enn batna, sum ætlanin var.

Tað er púra klárt, at samstarv má uppstanda millum læknar og onnur, sum hava álit á hvørjum øðrum, og eitt slíkt sam­starv kann ikki dikterast omanifrá.

Í nógv ár hevur sjúkra­hús­verkið bara verið í bíði­støðu. Landssjúkra­hús­ið hevur havt fleiri umsit­ing­arliga stjórar og fleiri læknastjórar og sjúkra­systrastjórar. Tey flestu av hesum stjórum hava ikki havt innlit í at leiða nýmót­ans sjúkrahús, og tí eru fleiri ár farin bara við at bíða eftir, at hesi fólk skulu seta seg inn í »ting­ini«, alt ímeðan sjúkra­húsverkið bara sindrast.

Suðuroyar Sjúkrahús er umsitingarliga ógvuliga væl rikið. Tað er tí eitt sindur óskiljandi, hví tað nú eisini skal førast út í sama skila­loysi, sum hevur rátt á LS í nógv ár.