Lívið sum listaverk

Ekspressionistiska árinið er sum so rættiliga óorgi­nalt, klisjékent og gamaldags, men tá tað verður nýtt konsekvent við sál av einum sonnum originali, gerst úrslitið ongantíð óáhugavert. Hetta heldur ummælarin, ið metir framsýningina hjá Øssuri Johannesen, sum í løtuni er at síggja í Listaglugganum í Havn, veita eina øðrvísi lista­uppliving, har áskoðarin hevur høvi at síggja nýggjasta partin av einum framhaldandi lívslistaverki

Hvørt sjálvslýsingar innan mynd­list­ina eru sjónlig dømi um fak­ligan stoltleika og sjálvrós, ella sjálvsmyndin er ein meira intel­lektu­elt vinklað roynd at geva avvarð­andi listaverki eyka dýpd, er ikki altíð lætt at meta um, men listafólk hava líka síðan endur­burðar­tíðina málað sjálvsmyndir, eins og tey hava sett seg sjálvi inn í lýsingar av øðrum. Kend dømi um hetta eru Jan Van Eyck, sum í sínum portretti av Arnolfini-brúðar­parinum í 1432, málaði seg sjálvan í tí útbogaða spegilinum mið­skeiðis í myndini og Diego Véla­zques, sum góð tveyhundrað ár seinni fekk seg sjálvan við í lýsingini av umhvørvinum kring sponsku kongafamiljuna, sum er kend undir heitinum “Las Meninas” (Hovdamurnar).

Við modernismuni vant áhugin fyri tí subjektiva upp á seg og hervið fingu vit eyðvitað fleiri sjálvslýsingar innan listina, sum eisini sprongdu mørkini fyri hvussu vit vóru von at síggja lista­fólk umboða seg sjálvi í lýsingum, ið nú loyvdu tí ljóta og dapra at gerast sjónligt eins og vit í mong ár hava upplivað tað í myndunum hjá Øssuri Johanne­sen, ið taka støði innan norður­lendska og týska ekspression­ismu (t.d. Edvard Munch, James Ensor og Käthe Kollwitz).

Eitt heildarlistaverk

Ekspressionistiska árinið í hesum myndunum er sum so rættiliga óoriginalt og gamaldags, sam­stund­­is sum tú ongantíð ivast í hvør upphavsmaðurin til verkini er. Sum hann situr har, lista­mað­urin, eitt sindur óstillur í fram­sýningarhølinum við einum tign­ar­­ligum, innfjarum smíli, kemur tað mær fyri, at hann sjálvur er partur av lista­verk­inum.

Hóast tað síða hárið er demon­strativt ófriserað og stendur í allar ættir og buksurnar eru skrædd­ar, so at knæskelin, tann eina er úr­­latin, er okkurt fullkomi­liga til­vit­að yvir svarta og reyða lita­valinum og stílinum sum heild, ið hóskar, nei er ein partur av einum stórum outsider-art-heildar­lista­verki, sum er Øssur Johannesen. Og hetta er óansæð, hvørt talan er um hansara tón­leik, tær mongu fløgurnar og mynd­ir­nar, yrking­ar­nar, grein­ar­nar ella øll brøvini, sum eru skrivað við stórum blokk­bók­stavum úr sprittusj. Tað er eis­ini klæðini, gittarin, mátin, hann still­ar upp til fotografering og mátin, hann á síni myspace heima­síðu greiðir frá sínum hetjum og sínum egna per­són­liga, viðkvæma sinni, sum til tíðir køvist av de­­pressjón og pínu. Alt hetta og meira er partur av lívslistaverki Øssurs.

Anti-sofalist

Í hesum førinum kunnu vit ikki tosa um eitt listafólk, ið eins og áðurnevndu Vélazques og Van Eyck málar seg sjálvan inn í lýsingar av nøkrum øðrum. Tí hyggja vit nærri at persónunum í hesum myndunum, líkjast teir allir listamanninum, og tað er óansæð, um vit hyggja at tí kross­festa, gittarspælaranum, ella tí deyða. Myndin “Deyðin, havið, eldurin og tónleikurin” er eitt gott dømi um, hvussu lista­mað­ur­in byggir sínar myndir upp á sera ein­faldan hátt við greitt av­markaðum figurum ella mynda­liðum, sum eru settir á mynda­flatan uttan realistisk fyrilit eins og eitt barn kundi gjørt tað. Men árinið tykist tó meira rituelt upprunaligt og religiøst grundað, enn barnsligt, orsakað av tí myrka og avmarkaða litavalinum og trýbýtingini av myndaflat­an­um. Bæði myndevni og per­spektiv geva somuleiðis huga­samband við eitt listaslag við føstum reglum eins og miðaldar­list ella egyptisk list við tignaðar­skipaðum perspektivi, har tann mest umráðandi figururin eisini er størstur á myndini.

Á framsýningini eru fáar, stórar myndir, sum hvørki í stødd ella í vali av myndevni kunnu sigast at sleikja fyri múgvandi listasamlarum og bara fyri tað hevur framsýningin uppiborið mítt besta viðmæli.

Framsýningin í Lista­glugg­anum, A.C.Evensensgøta 11 er opin inntil 10. november.