Lions Tindur, sum er lionsfelag í Sandoynni, læt herfyri tvær gávur til góð endamál í Sandoynni. Tað var eisini Lions Tindur, sum fyri tíð síðan gav Virknis-og Umlættingardeplinum á Sandi eitt renniband [...] miðskeiðis í Sands bygd, fegnast tey eisini um snøggu gávuna, sum Føroya Prent hevur gjørt. Presidentur í Lions Tindur er Anja Sandoy. ##med2## ##med3##
Fyri at bøta um trygdina hjá súkklarunum, hevur Lions latið føroyska Team Rynkeby-liðnum professjónella samskiftisútgerð. Fyrst í næsta mánaði fara 36 súkklarar og 11 hjálparfólk súkklandi allan vegin [...] ímóti barnakrabbameini. Millum teirra, ið fegin rætta Team Rynkeby Føroyar eina hjálpandi hond, er Lions Club Tórshavn, sum júst hevur stuðlað føroyska súkkluhópinum við pengum til samskiftisútgerð. Tað [...] kolonnu til Triumfbogan í París fríggjadagin 11. juli – í gulum troyggum og við Merkinum í hondini. Lions Club Tórshavn fegnast um at kunna lætta um og hjálpa til, tá slík stór tøk verða tikin, so ferðin
Aftur í ár skipar Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn sunnudagin millum klokkan 14 og 16.30 Í tíðindaskrivi skrivar Lions Club í Tórshavn: - Árligi jólahugnin er hjá mongum startskotið [...] verður til brots klokkan 14 og hildið verður fram til klokkan 16.30. Endamálið við tiltakinum, sum Lions Club Tórshavn skipar fyri, er at útvega pening til vælgerandi endamál, og tað verður gjørt við ymsari [...] til børnini. Tiltakið hevur verið fastur táttur síðstu gott og væl 20 árini, og hvørja ferð hevur Lions Club Tórshavn í góðum samstarvi við Skógrøkt Landsins fingið skapt góðan jólahugna í Viðarlundini
Fyri okkurt um einum mánað síðani skipaði Lions Club Vágar fyri stórum tiltakið á Giljanesi. Væl varð gjørt burturúr, fyri at fáa fólk at koma og veita felagnum fíggjarligan stuðul. Og væl varð rikið, [...] goldið, eru meiri enn 100.000 krónur eftir at býta út til ymisk endamál, sigur Jens Eli Ellefsen, frá Lions Club Vágar. Ætlanin við tiltakinum er at savna inn pening, sum so skal latast út til ymisk vælgerandi [...] Jens Eli Ellefsen. ? Hjartatólið er keypt, og verður latið skjótt. Annars vil hann vegna nevndina í Lions Club Vágar nýta høvið til at takka øllum fyri stuðulin. ? Tað eru so nógv, sum fáa gagn av tiltakinum
úr Havn. Lions Club Tórshavn takkar øllum, sum á einhvønn hátt hava verið við ella hava hjálpt í sambandi við listaframsýningina. Á myndini síggja vit Poul Geert Hansen, forseta í Lions Club Tórshavn [...] Lions vil við hesi gávu vísa sín stuðul til tað stóra vælgerðararbeiði, sum Berin ger fyri at hjálpa børnum, ið hava mist foreldur ella systkin, víðari í lívinum. Sum nakað nýtt í ár lat Eik Banki
Ein av teimum heilt stóru stuðlunum hjá orkestrinum tvey tey seinastu árini er Lions Club Eysturoy. Tvær ferðir hevur orkestrið fingið ein kekk áljóðandi 50.000 krónur til raksturin av orkestrinum frá [...] hava onnur stuðlað orkestrinum á ymiskan hátt, sum orkestrið takkar fyri. Endmálið við gávuni hjá Lions Club Eysturoy var, at tey fegin vildu ganga á odda við at stuðla Symfoniorkestrinum, so at virksemið [...] hava eitt Symfoniorkestur. Vælvitandi, at tað kostar nógv at hava eitt virkið symfoniorkestur, má Lions sigast at ganga á odda og vísa øðrum felagsskapum, vinnulívinum og fyritøkum á, at um Symfoniorkestrinum
morgin, leygardagin 23. august, verður eitt av forvitnisligu tiltøkunum í Virkinum á Sandi. Tað er Lions Tindur, sum skipar fyri, og hetta er ein listaframsýning við úrmælinginum, Pól Skarðenni, við motivum [...] her verður opið seinnapartin í morgin frá klokkan 14 til 18. Sum fyriskipari av framsýningini fær Lions Tindur ágóðan av atgongumerkjasøluni, sum fer til vælgerandi endamál. Men atgongumerkið, sum kostar [...] listina hjá Pól Skarðenni, og vit vænta nógv fólk á gátt í Virkinum seinnapartin í morgin, siga tey í Lions Tindur.
listamaðurin, Pól Skarðenni, málningaframsýning í Stovuni í Virkinum á Sandi. Hetta var eitt tiltak, sum Lions Tindur skipaði fyri. Atgongumerkið á 50 krónur, sum fer til vælgerandi arbeiði hjá lionsfelagnum, [...] fólk vitjaðu framsýningina hjá Pól Skarðenni hesar fýra tímarnar, og hetta eru bæði listamaðurin og Lions Tindur væl nøgd við. Flestu motivini á framsýningini vóru úr Sandoyar sýslu, og vit hava skilt, at [...] Marjun Jensen á Sandi hepni vinnarin. Á myndini her omanfyri er hon saman við ommubarni, formanninum í Lions Tindur, Hans F. Hansen og listamanninum, Pól Skarðenni.
Síðani 1975 hevur Lions Club Eysturoy haft árligar málningaframsýningar, sum hava verið hildnar 1. og 2. páskadag. Tey allar flestu árini í skúlanum í Runavík. Nú er tann skúlin tikin vekk til frama fyri [...] fleiri eru tey sum við hesari byrjan nú hava fingið sær eitt navn innan málningalistina. Í ár hevur Lions Club Eysturoy avgjørt ikki at hava nakra framsýning . Partvís av omanfyri nevndu umstøðum, partvís [...] út, eru so nógv broyttar til tað betra tey seinastu árini við fleiri hølum sum eru tøk alt árið. Lions Club Eysturoy vil hervið nýta høvið til at takka teimum mongu listafólkunum, sum hava luttikið hesi
fyri hendan møguleika. Tí frøðir tað eisini okkum í Lions Club at stuðla hesum eldsálum í teirra arbeiði, sigur Jan Petersen, presidentur fyri Lions Club Eysturoy/Klaksvík. [...] Á samkomu í Glyvra Hanusarhúsið í Norðragøtu mánakvøldið handaði Jan Petersen, Presidentur fyri Lions Club Eysturoy/Klaksvik, Sóljubussinum ein kekk á 10.000 krónur. Sóljubussurin koyrir við sjúklingum