Lions Jólahugni í Plantasjuni

Aftur í ár skipar Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn sunnudagin millum klokkan 14 og 16.30 Í tíðindaskrivi skrivar Lions Club í Tórshavn: - Árligi jólahugnin er hjá mongum startskotið til jólastákanina, ið setur sín dám á adventina, og aftur í ár er talan um eitt hálvantriðja tíma langt tiltak, ið plagar at verða væl vitjað. Lagt verður til brots klokkan 14 og hildið verður fram til klokkan 16.30.

Endamálið við tiltakinum, sum Lions Club Tórshavn skipar fyri, er at útvega pening til vælgerandi endamál, og tað verður gjørt við ymsari sølu á staðnum. Millum annað ber til at keypa sær kakao, bollar, vaflur, mandarinir og sunkist, og eisini eru jóladekoratiónir, brenni og tilfar til dekoratiónir at fáa.

Økið verður pyntað við ljósketum, bál verður tendrað og livandi ljós fara at standa fram við ánni, so hugnin er í hásæti. Ikki minst, tí Havnar Hornorkestur eisini setur sín dám á løtuna við jólaligum horntónleiki, og eisini tá jólamaðurin gevur sær stundir at vitja ? og sjálvandi við onkrum góðum í posanum til børnini.

Tiltakið hevur verið fastur táttur síðstu gott og væl 20 árini, og hvørja ferð hevur Lions Club Tórshavn í góðum samstarvi við Skógrøkt Landsins fingið skapt góðan jólahugna í Viðarlundini henda seinnapartin, so øll kunnu fáa best hugsandi byrjanina upp á adventina og komandi jólatíðina, samstundis sum tey stuðla vælgerandi arbeiði.