50.000 krónur til Føroya Symfoniorkestur

Føroya Symfoniorkestur, sum hevði sína 10. nýggjárskonsert herfyri, hevur gjøgnum árini fingið nógvan stuðul ymsastaðni frá í landinum.

Ein av teimum heilt stóru stuðlunum hjá orkestrinum tvey tey seinastu árini er Lions Club Eysturoy. Tvær ferðir hevur orkestrið fingið ein kekk áljóðandi 50.000 krónur til raksturin av orkestrinum frá teimum, og eru tey avbera takksom fyri tað.

Eisini hava onnur stuðlað orkestrinum á ymiskan hátt, sum orkestrið takkar fyri.
Endmálið við gávuni hjá Lions Club Eysturoy var, at tey fegin vildu ganga á odda við at stuðla Symfoniorkestrinum, so at virksemið kann halda fram. Tey meta, at tað vera av størsta týdningi, at eitt lítið land sum Føroyar eisini hava eitt Symfoniorkestur.

Vælvitandi, at tað kostar nógv at hava eitt virkið symfoniorkestur, má Lions sigast at ganga á odda og vísa øðrum felagsskapum, vinnulívinum og fyritøkum á, at um Symfoniorkestrinum skal vera lívi lagað, so er neyðugt at tað privata, saman við tí almenna stuðlar orkestrinum.