Á samkomu í Glyvra Hanusarhúsið í Norðragøtu mánakvøldið handaði Jan Petersen, Presidentur fyri Lions Club Eysturoy/Klaksvik, Sóljubussinum ein kekk á 10.000 krónur. Sóljubussurin koyrir við sjúklingum í Keypmannahavn, og Laura Olsen, sum eigur og rekur bussin hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, tók ímóti kekkinum.
Laura Olsen og Jústines Justinussen, sum umboða Sóljubussin, siga, at tey eru sera takksom fyri tann stuðul, sum verður veittur teimum í hesum sera neyðuga arbeiði, sum tey standa fyri. Bussurin er frá 2014 og trongir til ábøtur og dagligur drift kostnaður skal eisini avgreiðast. Til dagligt verða gjørdir tríggir túrar hvørja viku - vanliga mikudag, leygardag og sunnudag, og hetta er ymsastaðni runt í nærumhvørvinum í Keypmannahavn
- Sjúklingarnir eru sera takksamir fyri hendan møguleika. Tí frøðir tað eisini okkum í Lions Club at stuðla hesum eldsálum í teirra arbeiði, sigur Jan Petersen, presidentur fyri Lions Club Eysturoy/Klaksvík.