langan veg suður yvir, tá teir fýra menninir, sum í dag vórðu heiðraðir, mannaðu útróðrarbátin Boðaberg og gjørdu eina roynd at fara út at fáa fatur í dreinginum. Bergur Hentze, sum eigur bátin, sigur, at vónirnar [...] so var John M. Koytu Nicolajsen klárur at leypa við einum bjargingarringi undir arminum. Sjálvur sigur John M. Koytu Nicolajsen, at hann kendi væl streymin á kroppinum, meðan hann var í sjónum, men tað [...] og onnur tóku ímóti og fegnaðust um, at alt hevði spælt væl av. Sniálvur Røvilsberg, sýsluformaður hjá Føroya Fiskimannafelag, beyð vælkomin við heiðursløtuna í dag, og tað var hann, sum vegna felagið handaði
fleksibilitet, soleiðis at fólk kunnu flyta ímillum, sigur Ivan Niclasen. Hvussu hyggjarin fer at merkja, at Sjónvarp Føroya hevur fingið ein mentunarstjóra, sigur Ivan Niclasen. - Hyggjarin fær vónandi betri [...] brúka. Málið hjá SvF fer framyvir at vera, at tað skal verða tann rásin, sum føroyingar velja sær fram um allar hinar. Stór og lovandi orð verða brúkt í hesum skjali, men hóast inntøkurnar hjá stovninum eru [...] aðra list og soleiðis vera ein kelda til íblástur hjá føroyskum listafólki. - Eg haldi ikki, at mentunarsendingar beinleiðis eru undirumboðaðar í skránni hjá okkum. Mentunarsendingarnar, sum SvF ger, skulu
yrkjara og fjølmiðlafólk. Hon byrjaði í leiðarastarvinum 1. august og er somuleiðis fyrsti kvinnuligi leiðarin í søguni hjá Føroyahúsinum. Sjálv hevur Sissal Kampmann nógv fótaspor í Føroyahúsinum, og hon [...] fast í teimum útvortis leiðarunum, sum hava tryggjað ein støðugan búskap, sigur hon. - Fólk skulu brúka húsið Stóra ynskið hjá Sissal Kampmann fyri framtíðina er at fáa fólk í øllum aldrum at føla, at [...] var leiðari hjá Sissal í sjey ár, meðan hon arbeiddi í Føroyahúsinum fyri nøkrum árum síðani. - Eg havi stóra virðing fyri honum og havi ofta beundrað hansara evnir at taka skjótar avgerðir. Hjá honum er
sjónleik, og við drúgvu leiðsluroyndunum hjá honum sjálvum, væntar Ragnar, at samansetingin fer at eydnast væl. Kennir foreldrini Hósdagin var fyrsti dagur hjá Ragnari Magnussen sum lærara í Kaldbaksskúla [...] sera væl at undirvísa, tí man kennir seg ungan við at verða saman við ungum fólki, sigur nýggi fyrstilærarin. Ragnar sigur til stuttleikar, at hann kennir flestu foreldrini at børnunum, hann skal undirvisa [...] . Ragnar hevur ikki starvast sum fólkaskúlalærari síðan 1983, so talan er um ein nýggja avbjóðing hjá fyrrverandi Handilsskúlastjóranum. Sum 24 ára gamal fekk hann læraraprógv í 1971, og fram til 1983
henda frágreiðingin at vísa eina mynd, hvussu støðan er hjá ferðavinnuni í Føroyum. Somuleiðis eigur frágreiðingin at siga, hvussu rákið er, sigur Anders Sørensen, sum er útbúgvin fólkalívsfrøðingur. Beinleiðis [...] leggja okkum eftir, sigur Anders Sørensen. Útisetar Hyggja vit nærri eftir teimum, sum ferðast til Føroya, so sæst, at talið er hækkað við 9% í mun til seinastu frágreiðingina hjá. Frá mai 2000 til apríl [...] verður nýtt í nøkrum øðrum londum eisini. Hini londini, har ?Steam? frágreiðing er gjørd, eru m.a. Suður Afrika, Skotland og England. Hetta slagið av kanningum er rættiliga sermerkt, og byggir hetta á formlar
og um tað so røkkur til at fáa FCK aftur, tað má bara tíðin vísa, sigur John Faxe at enda. Leygardagin verður so fyrsti dysturin hjá Brøndby í kappingini í royndini at fanga FCK aftur. Dysturin verður [...] maður á superliga-liðnum hjá Lyngby. Tað kann tí tykjast heldur veruleikafjart, at Jón Rói, eftir bert tveir mánaðir, skal eydnast at fáa pláss á Brøndby-liðnum. Skoðsmálini hjá føroyska landsliðsleikaranum [...] tí teir skulu eisini venja seg við leikferðina í superliguni, sigur hjálparvenjarin. John Faxe ásannar, at tað kann tykjast eitt stórt lop hjá nýggju leikarunum at venja seg við leikferðina alt fyri eitt
og føroysku oljutilgongdina frá tíðini, tá Lasmo varð partur av leitingini, heldur fyri, at teirra fyrsti brunnur verður helst boraður í 2006 ella 2007, í loyvi 5, sum liggur tætt upp at markinum móti Bretlandi [...] taka yvir tess part av loyvinum. Málið sigst liggja í Vinnumálaráðnum til góðkenningar. Joe Darby sigur annars, at Faroe Petroleum hevur ikki bundið seg til at bora ein brunn í hesum loyvinum. Komandi kanningar [...] at bora ella ikki. Góð fólk avgerandi Vit spurdu bretska oljumannin, hvat er svarið til successina hjá Faroe Petroleum, sum bæði hevur megnað at fáa so nógv góð loyvi og fáa so nógvar útlendskar íleggjarar
Hann er Føroya fyrsti oljumálaráðharri. Tann 57 ára gamli maskinmaðurin úr Klaksvík, Eyðun Elttør, hevur fingið litið upp í hendi at leggja til rættis eina føroysku oljuvinnu. Hetta er ein so mikið stór [...] hvussu og ikki, so er avgerðin tikin um at Før-oyar skulu hava egna oljumálaráðstovu. Tað fall í lutin hjá sjálvstýrisflokkinum at fáa hetta málsøki at umsita, og endaði oljan í hondunum á klaksvíkinginum Eyðun [...] sum - nú eingin føroysk olja enn er funnin - kortini hevur havt útlendska olja á fingrunum. Hann sigur við Sosialin, at hann er sera fegin um at hava fingið hetta álitið og ætlar hann sær at fara upp í
at gera, men nú er so mikið fráliðið, at ráðiligt er hjá børnunum í Kaldbak at fara undir skúlagongdina aftur.Hósmorgunin var so fyrsti skúladagur hjá børnunum í Kaldbak, og tey kunnu fegnast um, at tey [...] Olav og Sonja Schneider Gamal skúli Fyrsti skúlin í Kaldbak varð bygdur í 1911. Sjúrður Nysted, sum í mong ár var einasti lærarin í bygdini, greiðir frá, at fyrsti skúlabygningurin varð lagaður úr gróti [...] fram til seinasta skúlaár. Verið drúgt Fyrrverandi fyrstilærarin í Kaldbaksskúla, Sonja Schneider, sigur, at arbeiðið við nýggja skúlanum hevur verið drúgt. Fyrireikingararbeiðið byrjaði í juni mánaði í
burturúr. Fakta er, at havnarfólk sigur ikki svimjingarhylur men svimjihylur, og tað sigur heldur ikki pissingarlingur, men pissilingur. Og eg skal við gleði vera tann fyrsti, sum roynir at greiða tær frá [...] ikki.? Tú sigur altso, at føroysk málfólk ikki fáast við at grundgeva fyri tí, tey siga. Álvaratos, her heldur tú føroysk málfólk fyri tað turra spott. Hetta er bæði gelt og gaggandi galið hjá tær. Aftur [...] av hesum formum, kann vera hipp sum happ. Eg veit ikki, hví havnarfólk sigur svimjihylur. Oftani ræður tann lata tungan og sigur tað, sum lættast er, og tí kunnu vit fáa formin ?svimjihylur.? Tað kann