-Eg havi undirvíst flestu foreldrunum

Hóast talan er um eitt rættiliga kollveltandi broyting at fara frá at vera stjóri á Handilsskúlanum til at gerast fyrstilærari í Kaldbak, so ger tað ikki uppgávuna minni avbjóðandi, heldur Ragnar Magnussen um nýggja starvið í Kaldbak

Kaldbaksskúli hevur hetta skúlaárið fingið nýggjan fyrstalærara. Sonja Schneider fór úr starvinum seinasta skúlaár, og í hennara stað er settur fyrrverandi stjórin á Handilsskúlanum, Ragnar Magnussen. Hann fór undir sítt nýggja starv 1.august .
Ragnar hevur ikki starvast sum fólkaskúlalærari síðan 1983, so talan er um ein nýggja avbjóðing hjá fyrrverandi Handilsskúlastjóranum. Sum 24 ára gamal fekk hann læraraprógv í 1971, og fram til 1983 var Ragnar Magnussen lærari á Venjingarskúlanum í Havn.
Hann fór í1983 í fast starv á Handilsskúlanum, og har hevur hann starvast fram til seinasta skúlaár.

Gjørdi av ikki at halda fram
Fyri sløkum trimum árum síðan, gjørdi Ragnar Magnussen upp við seg sjálvan, at hann ætlaði ikki at halda á við stjórastarvinum á Handilsskúlanum til hann fór um pensiónsaldur. Starvið sum stjóri var rættiliga tíðarkrevjandi, og hann hevði ynski um at royna nakað nýtt.
Annar møguleikin var at halda fram sum vanligur lærari á Handilsskúlanum, og hin at fara aftur til gamla fólkaskúlastarvið. Honum hevur altíð dámt væl fólkaskúlan, og tískil valdi hann at taka av møguleikanum í skúlanum í Kaldbak
Hóast talan er um eina rættiliga kollveltandi broyting at fara frá at vera stjóri á Handilsskúlanum til at gerast fyrstilærari í Kaldbak, so ger tað ikki uppgávuna minni avbjóðandi.
? Størsta avbjóðingin verður at útfylla fólkaskúlalógina, og her hugsi eg serliga um alla útgerðina, sum krevst. Tað er ikki lætt at fáa útgerð, tí nógvum peningur skal til. Tað verður eisini ein avbjóðing at fáa børnini og lærarar at trívast á skúlanum. Samstarvið við aðrar skúlar skal eisini mennast, so vit fáa givið næmingunum á skúlanum frálæru í lærugreinum, vit ikki megna sjálvi at geva teimum í Kaldbak, so tað er nógv at tríva í, greiðir Ragnar Magnussen frá.

Honum dámar væl samansetingina av lærarunum á skúlanum í løtuni.
Har eru lærarar, ið umframt tað fakliga eru kønir innan tónleik og sjónleik, og við drúgvu leiðsluroyndunum hjá honum sjálvum, væntar Ragnar, at samansetingin fer at eydnast væl.

Kennir foreldrini
Hósdagin var fyrsti dagur hjá Ragnari Magnussen sum lærara í Kaldbaksskúla. Hann fer í ár at undirvísa 1.- og 2 flokki í rokning og kristni, meðan 3. til 5. flokkur skulu hava Ragnar í náttúru og tøkni og rokning. Einstakar tímar í 6. og 7. flokki skal hann verða stuðul.
Seinnu árini á Handilsskúlanum undirvísti Ragnar bert fýra tímar um vikuna, og nýggja skemaðið í Kaldbak ljóðar á 22 tímar, so hann skal undirvísa væl meir, enn hevur gjørt seinastu árini.
-Eg brúkti nógva tíð uppá leiðslu á Handilsskúlanum, men eg havi altíð dámt sera væl at undirvísa, tí man kennir seg ungan við at verða saman við ungum fólki, sigur nýggi fyrstilærarin.
Ragnar sigur til stuttleikar, at hann kennir flestu foreldrini at børnunum, hann skal undirvisa í Kaldbak. ? Eg havi havt nógvar næmingar eftir hondini bæði á Venjingarskúlanum og Handilsskúlanum, og eg kenni flestu foreldrini hjá børnunum, eg nú skal undirvísa í Kaldbak, sum fyrrverandi næmingar, og tað er bara stuttligt, fortelur Ragnar Magnussen.