Las málsliga lesarabrævið hjá tær í Sosialinum tann 16. mars 1999 - og BINGO - eg bleiv illur. Brævið skal eitast at viðgera ávísar orðasamansetingar, men er bara aftur ein lortaspann yvir føroyskt málarbeiði. Hesa ferð kom hon singlandi heilt úr fjallprúða Svøríki.
Annars leggur tú so sjarmerandi fyri við skilagóðum orðum um mál og málreinsan yvirhøvur og endar inngangin soleiðis: ?Eitt er at lúka útlendskt burturúr; men at lúka tað burtur úr málinum, sum er føroyskt - tað er at reinsa fyri at reinsa, og tá er reinsingararbeiðið vorðið eitt slag av óvana og sektarismu heldur enn gjøgnumhugsaður málpolitikkur? (sitat liðugt.) Eg kann bara geva tær rætt í hesum, Heri. Vit eru so púra samdir báðir um hesi føgru orð, sum tíverri eisini eru tey seinastu føgru orð í brævinum. Tí nú verður alt bara gamalt og gruggut grenj um føroyska málreinsan, og tað hava vit hoyrt so ófatiliga ofta, at allir føroyingar hava fingið málvaml! Men skít, kom so við tí eina ferð afturat! Hvat vil maðurin umframt at grenja?
Jú, evnið er samansett navnorð, og hvussu vit seta tey saman. Hann nevnir fleiri góð dømi, og tvey teirra eru, um vit skulu siga svimjihylur ella svimjingarhylur og pissilingur ella pissingarlingur. Av hesum er tað serliga svimjihylurin (í Havn), sum hann er forliptur í, og tað er gott, hóast sjálvt orðið ikki er so nógv frammi longur, tað táttar í tjúgu ár, síðan fyrsta krovið hvarv undir kav, og síðan hevur havnarfólk ikki grett eitt orð um nakran svimjingarhyl.
Orsøkin til forstoppilsið hjá Hera er, at eina ferð í verðini hevur onkur dittað sær at sagt, at svimjihylur er óføroyskt orð, og at tað heldur skuldi itið svimjingarhylur. Ja, at fólk kann vera so frekt at hugsa tann tanka. Heri sigur soleiðis:
?Men vit høvdu nóg illani skrúvað brúsurnar frá í nýggja svimjihylinum, tá ið okkurt málsligt orakul kunngjørdi fyri føroyingum, at tað eitur svimjingarhylur, og at svimjihylur er óføroyskt! Hví fingu vit ongantíð at vita, tí sum vanligt grundgóvu teir ikki.?
Tú sigur altso, at føroysk málfólk ikki fáast við at grundgeva fyri tí, tey siga. Álvaratos, her heldur tú føroysk málfólk fyri tað turra spott. Hetta er bæði gelt og gaggandi galið hjá tær. Aftur hesin svarti óvanin at díkja alt undir í runu og so at fáa fólk at flenna. Men ?who cares,? bara tað er stuttligt, tí tað er so vælsignað at fáa fólk at flenna, tí at tá fær ein sum oftast rætt, hóast alt kann vera so lallandi skeivt. Og so verður tað aftur sligið fast, at føroysk málfólk eru forstokkað. Sjálvandi fyrst og fremst tey á Setrinum! Men Heri, slíkar evindaligar og hjálparleysar endurtøkur tæna ikki arbeiðinum fyri einum gjøgnumhugsaðum málpolitikki, sum tú sjálvur talar so vakurt um í innganginum hjá tær, og tær eru líka drønandi sektariskar, sum nakar málmaður fær verið. Og tað er hetta, sum eg eri illur um!
Men lat okkum so til tramans royna at savna stumparnar saman og fáa okkurt annað enn grenjandi grenj burturúr. Fakta er, at havnarfólk sigur ikki svimjingarhylur men svimjihylur, og tað sigur heldur ikki pissingarlingur, men pissilingur. Og eg skal við gleði vera tann fyrsti, sum roynir at greiða tær frá hesum samansetingum, hóast eg veit, at tú hevur hoyrt tað hundrað ferðir áður.
Altso: -i- í svimjihylur er ein ífylla, eitt klípi, og -ingar- í svimjingarhylur er ein bendingarending - ella snøgt sagt hvørsfalsformurin av navnorðinum: svimjing. Báðar samansetingarnar eru í føroyskum, og báðar eru rættar, men summum dámar bendingarendingina betur, tí ein formlig regla við slíkum samansettum orðum er at hava fyrra lið í hvørsfalsformi + seinna lið. Tí kom tað málsliga oraklið við uppskotinum um svimjingarhylin. Tosið um, hvørt tað eitur húsavíksbrøvini ella húsavíkarbrøvini snýr seg um akkurát sama mál, so hetta er aggandi gamalt í føroyskum, minst 600 ár eldri enn svimjihylurin í Havn.
Hvør vinnur av hesum formum, kann vera hipp sum happ. Eg veit ikki, hví havnarfólk sigur svimjihylur. Oftani ræður tann lata tungan og sigur tað, sum lættast er, og tí kunnu vit fáa formin ?svimjihylur.? Tað kann vera ein málslig gongd, har ein orðaflokkur ávirkar ein annan, og tí kunnu vit fáa formin ?svimjihylur.? Og er fyrri liður eitt sagnorð sum t.d. at svimja, so kunnu vit eisini fáa formin ?svimjihylur.? Eg veit ikki, Heri. Men eg veit, at havnarfólk sigur hvørki bjargibátur, landskappidystur, menniland, rembitíð ella útbúgviskipan, og vit siga heldur ikki Tryggisambandið og Venjiskúlin.
Summa summarum: Báðir formar eru til, og ein dystur er teirra millum. Og tað er tað, sum málið snýr seg um. Tað er tað, vit skulu tosa um. Tað er tað, vit skulu trætast um. Og tað er tað, vit skulu royna at semjast um.
Forherðingar kunnu øll vera!
Sjúrður Gullbein
Í einum reyðum húsum í Tvørgøtu 1
Í tí hundrandu og herligu Havn
Í Føroyum
Teldupostur: sgull@post.olivant.fo