standa seg væl í fótbólti. Í 1. umfarið spældu føroyingar Malta út av vøllinum, og 2. hálvleik var talan um arbeiðsavrik. Jens Kristian Hansen, sum var fluttur mitt á miðvøllin, var við í tí mesta 1. hálvleik [...] er gott boð uppá pláss í byrjunaruppstillingini) og Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson, sum drógu tunga lessið. Taklingarnar sótu væl, og hóast mótstøðumenninir onkuntíð komu í fleirtalsstøður, og tað [...] mundu flestu føroyingar, um teir so vóru á Svangaskarði ella aðra staðni í landinum, rokna við, at sigurin ímóti Malta var í pottinum, og at nú var tað ikki ein spurningur, hvar stigini fóru at enda,
GÍ. Í kvøld fer NSÍ á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði, og tá fæst so at vita, um runavíkingar framvegis skulu hótta gøtumenn í oddinum. Gera teir ikki tað, ger neyvan nakar annað tað. Tað hongur í luftini [...] avgerð fallin í hesum máli. Hvussu spælt verður í næsta umfari liggur so í øllum førðum greitt, um tað so verður um eina viku ella tvær. KÍ og NSÍ skulu spæla í Klaksvík, VB og ÍF spæla í Vági, HB fær vitjan [...] veruliga eksploderaði í málsøknum spæli, og heili 9 ferðir endaði bólturin í málinum. Skála legði fyri við máli, sum Jógvan Martin Hansen gjørdi. Petur Óli Samuelsen javnaði og Mikael í Lágabø legði VB fram
Næstformaður Jógvan Mørkøre í Hósvík tlf. 22148, tiltakslimur Kristian Hansen í Hósvík. Kassameistari Óli Mikkelsen í Havn tlf. 14080, tiltakslimur Jóan Jacob Andreassen í Kollafirði tlf. 21633. Hjalmar [...] seksæringurin í Havn úti í Nólsoyarfirði og tók ímóti tvøramonnunum. Hesir báðir eru í løtuni størstu árabátar í føroyska flotanum. Vit hava frætt, at kappsiglingin hjá Lions verður í ár sunnudagin 24 [...] kappsiglingar í summar. Tann fyrsta verður á Sundalagsstevnuni í Kollafirði sunnudagin 15. juni. Onnur verður á Skálafjarðarstevnuni í Runavík sunnudagin 22. juni, og møguliga verður ein kappsigling í Havn stutt
Í seinastuni hava nógv spurt, hvussu tað ber til at partar av foreldrum at børnum í einum skúla, hava so ilt við at góðtaka, at ein 1. lærari, sum teimum ikki hóvar, varð settur í starv. Hóast foreldrabólkurin [...] Børnini í okkara skúla eru øll stak fitt, og øll fáa somu viðferð í skúlanum. Tey tosa ikki serliga nógv um ósemjuna. - Vit arbeiða sum áðrenn málið tók seg upp, men um børnini av hesum eru komin í tvístøðu [...] Ósemjan tók seg upp í mars mánað, tá tað var greitt, at Karin Hammer var einasti umsøkjari til starvið og varð sett. Mótmæliskriv og lesarabrøv frá foreldrabólkinum hava hildið lív í ósemjuni. Í Sosialinum herfyri
Á fundinum í Lærarafelagnum var málið um foreldrabólkin, sum er ónøgdur við at Karin Hammer varð settur 1. lærari við skúlan í Kollafirði, viðgjørt. Í bløðunum í gjár var skriv frá foreldrabólkinum, og [...] loysa, sigur Jenny Lydersen. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur eisini, at tað fyrst og fremst er fyrisiting og skúlanevnd, sum eiga at fáa viðurskiftini í Kollafirði í rættlag, og tryggja lærarunum góð viðurskifti [...] skúlanum í Kollafirði arbeiðsfrið. - Um nakað er at kæra, so mælir Lærarafelagið til, at foreldrabólkurin fer rættan veg við kæruni, og til rætta myndugleikan. - Tað er eingin loysn at fara í bløðini við
á hjólum og í fýra tímar koyrir tú væl suður um Esbjerg. Ikki kroystir Tit siga, at hetta er í samráð við landsstýrið. Eru tit kroystir at taka Hetlandssiglingina uppaftur? Ja, hetta er í samráð við [...] komandi ár, so at siglt verður eisini til Lerwick í Hetlandi. Úr Lerwick er skjótt at sleppa víðari inn á meginlandið, bæði við flogfari og við ferju, sigur Óli Hammer á Smyril Line. Men av tí, at Hetland [...] Hetland aftur verður tikið uppá rutuna hjá Norrønu, ber so aftur í sær, at stundir verða ikki at sigla til Esbjerg í Danmark. Tí verður gamla siglingin til Hanstholm tikin uppaftur. Tvs, at komandi ár fara
ganga modell av og á. Thomas gongur í 10. flokki 16 ára gamli Thomas L. Madsen gongur í 10. a í Kommunuskúlanum. Hann gongur modell fyri Kallkyn hvørja ferð Kallkyn er við í mótaframsýningum. Eg var 15 ára [...] Umframt at ganga í skúla og ganga modell, venur Thomas tae-kwondo tvær ferðir um vikuna. Annars er hansara størsti áhugi amerikanskir bilar. Honum dámar eisini sera væl bátar, og er tí limur í RC- felaginum [...] burturav. Foreldur hennara reka kioskina í B36-húsinum, og tey skipa eisini fyri ymsum veitslum í húsinum. Umframt skúlagongdina, venir hon fótbólt og flogbólt. Í frítíðini vitjar hon nógv vinfólk. Mínar
fyri felagið í Miðvági. Fundurin verður hildin á Ellis- og Røktarheiminum klokkan 20.00. Mikudagin 18. juni klokkan 20.00 verður fundur í Runavíkar skúla. Mánadagin 23. juni verður fundur í Klaksvík. Tann [...] Apopleksi merkir blóðtøppur ella bløðing í heilanum, ið førir til lamni í aðrari síðuni. Í summum førum rakar lamnið talusentrið, og tá kunnu evnini at samskifta við onnur, tað er at tosa og fata tað, [...] Nú hevur nevndin í felagnum gjørt av at ferðast kring landið og kunna um endamál felagsins og framtíðarætlanir. Í hesum sambandi ynskir felagið at stovna undirnevndir við trimum limum í hvørjari undirnevnd
dóm fyri, kunnu tey ikki sita dómin í einum varðhaldi sum tí í Havn. Tey skulu í afturlatin fongsul, sum vit eingi hava í Føroyum, og tey fara tí til Danmarkar at sita. Í Danmark eru fleiri afturlatin fongsul [...] Fangarnir har eru dømdir at sita í hvussu er fimm ár. 130 fangar eru í hesum fongslinum. Har er ein kvinnudeild og ein deild fyri grønlendingar. Í Herstedvester arbeiða í løtuni fýra føroyingar sum fangavørðar [...] lýsing í bløðunum um fangavørðsarbeiði í Herstedsvester. Hann søkti og byrjaði 1. oktober 1994. Tað er trý ára royndartíð, sum samstundis er ein útbúgving, so 1. oktober í ár hevur Sigmund fast starv í hesum
skulkaðu allir lærarar í Kollafjarðar skúla, eftir ráðum Føroya Lærarafelags. Hetta dró við brestin fjølmiðlarnar til Kollafjarðar. Hetta skrivi eg sum eina stutta rætting til greinina í Sosialinum á síðu 6