Á fundinum í Lærarafelagnum var málið um foreldrabólkin, sum er ónøgdur við at Karin Hammer varð settur 1. lærari við skúlan í Kollafirði, viðgjørt.
Í bløðunum í gjár var skriv frá foreldrabólkinum, og hetta tosaði nevndin um.
Jenny Lydersen, formaður, sigur við Sosialin, at Lærarafelagið ikki leggur seg út í kjakið um skrivið hjá foreldrabólkinum, ið hon skilir sum eftirmetingar og grovar skuldsetingar móti skúlanum og Karin Hammer.
- Føroya Lærarafelag veit ikki annnað enn at Karin Hammer hevur røkt sínar skyldur til fulnar í skúlanum. Lærarafelagið veit einki um nakrar kærur. Vit eru ikki kærustovnur, men fakfelag hjá viðkomandi lærara og eigur tí at vita, um nakað bagir, sigur Jenny Lydersen.
- Vit arbeiða fyri at viðurskiftini hjá lærararunum skulu vera so góð og trygg sum til ber. Tí vilja vit heita á foreldrabólkin um at geva skúlanum í Kollafirði arbeiðsfrið.
- Um nakað er at kæra, so mælir Lærarafelagið til, at foreldrabólkurin fer rættan veg við kæruni, og til rætta myndugleikan.
- Tað er eingin loysn at fara í bløðini við málinum. Tað skapar bert øsing millum partarnar.
Karin Hammer kann ongantíð hava ábyrgdina av øllum skúlamálinum. Tað eigur m.a.a. Landsskúlafyrisitingin at fáa í rættlag. sigur Jenny Lydersen.
Sleppa ikki málinum
- Merkir tað, at Lærarafelagið ikki ger meir við málið?
- Vit hava ikki slept málinum, men tóku á fundinum bert støðu til, hvat vit skulu gera. Tað er m.a. at tosa við lærararnar í skúlanum, skúlanevndina í Kollafirði og skúlafyristingina, sigur Jenny Lydersen.
- Hví hevur Lærarafelagið ikki gjørt vart við seg fyrr enn nú, málið er slakar tríggjar mánaðir gamalt?
- Felagið hevur havt fund við skúlamyndugleikarnir, men eingin loysn er komin. Hetta er tungt mál at loysa, sigur Jenny Lydersen.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur eisini, at tað fyrst og fremst er fyrisiting og skúlanevnd, sum eiga at fáa viðurskiftini í Kollafirði í rættlag, og tryggja lærarunum góð viðurskifti , eins og at syrgja fyri, at friður valdar innan skúlans gátt.