B71 vann sín fyrsta sigur

Fótbóltur í 3. deild: Sandingar vunnu óvænta í Sørvági, GÍ vann stórsigur móti 9 K͹arum, og VB vant burtur úr Skála í seinna hálvleiki

Hóast fleiri feløg vóru hart ímóti tí, var sjeynd umfar av landskappingini í 3. deild spælt kring landið leygardagin.

NSÍ hevði vegna fleiri feløg sent FSF skriv, har teir bóðu um, at sjeynda umfar ikki var spæld fyrr enn komandi vikuskiftið, so 3. deildarliðini framhaldandi kundu fylgjast við 1. deildarliðunum.

Tað hevur verið vanligt, at tey feløgini, sum bæði hava 1. deild og 3. deild spæla á sama staði hvørjaferð, men soleiðis verður ikki nú. 1. deild hevði frí um vikuskiftið meðan 3. deild spældi, og so er alt forskotið eitt umfar.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur ikki tikið støðu í málinum, og teir søgdu seg ikki hava stundir at viðgera skrivi frá NSÍ í síðstu viku.

Men framvegis vóna feløgini, sum hava 1. og 3. deild, at tað fer at bera til, at fáa kappingina í »rættlag« aftur við at lata 3. deild hava frí komandi vikuskiftið.

Fimm dystir skuldu eftir skránni verða spældir leygardagin, men ein teirra varð útsettur til í kvøld. Tað var dysturin, sum skuldi vera í Fuglafirði millum ÍF og NSÍ.


GÍ vann stórt á

9 KÍ-spælarum

Oddaliðið GÍ vann stórsigur móti KÍ leygardagin, Klaksvíkingar fóru við fullari manning til Gøtu, men áðrenn fyrri hálvleikur var av, høvdu teir fingið tveir mans útvístar. Fyrst reyk Dánjal Jákup Joensen út, tá hann hevði hond á bóltinum í egnum brotsteigi, hetta var í 42. minutti, og tveir minuttir seinni fekk áleyparin Jón Simonsen sítt næsta gula kort, og noyddist av vøllinum.

Støðan var 1-0 til GÍ, tá fyrri maðurin hjá KÍ var útvístur, Heini Heinason skoraði uppá brotsparkið, sum stóðst av hendingini í 42. minutti, og í seinna hálvleiki skoraði GÍ nærmast eftir vild. Gøtumenn høvdu eisini yvirtakið, tá KÍ vóru fullmannaðir, men í seinna hálvleiki, hevði GÍ alt. Heini Heinason skoraði tilsamans fýra ferðir, Pól Andreas Jacobsen tvær ferðir, Jóannes Mikkelsen gjørdi eitt mál og K͹arnir hjálptu eisini til við einum sjálvmáli.

Í Sørvági kom mest óvæntaða úrslitið hetta vikuskiftið. Sandinginar, sum bert høvdu eitt stig við sær til Vágarnar, tóku øll á bóli, við at vinna á SÍ, sum kom niður úr 2. deild í fjør. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Schønning Hentze í seinna hálvleiki.

Sandingar kláraðu at halda tørn, hóast heimaliðið sera fegið vildi javna, og so var fyrsti sigurin í ár veruleiki.


Fram formáddi sær einki móti HB

Í Havn spældu høvuðsstaðarfeløgini Fram og HB móti hvørjum øðrum, og har var als eingin ivi um úrslitið. Fram formáddi sær einki móti HB-liðnum, sumikki var eins væl mannað hesaferð sum seinast, men sum hóast tað var væl sterkari enn Fram.

Álopsmenninir Hartvig Joensen og Jákup Danielsen stóðu fyri øllum málunum hjá HB, teir skutu trý í part. Álvur Danielsen fekk einsamalla málið hjá Fram, men tað gjørdist ikki til annað enn ein óbrúkilig troyst.

Eftir ósigurin móti HB, samstundis sum B71 vann á SÍ, liggur Fram nú aftast í 3. deild. Teir hava trý stig, meðan B71 og ÍF hava eitt stig fleiri. ÍF spælir í kvøld útsetta dystin móti toppliðnum NSÍ.


Alt hendi í seinna hálvleiki

Dysturin millum Skála og VB var ein av teimum sjáldsamu, sjálvt í 3. deild.

Fyrra umfarið kom einki mál, hóast bæði liðini høvdu møguleikar, meðan seinni hálvleikur veruliga eksploderaði í málsøknum spæli, og heili 9 ferðir endaði bólturin í málinum.

Skála legði fyri við máli, sum Jógvan Martin Hansen gjørdi. Petur Óli Samuelsen javnaði og Mikael í Lágabø legði VB fram um. Unglingaspælarin Mass Anthoniussen javnaði fyri Skála, men so tók VB fat.

Fyrst skoraði Mikael í Lágabø aftur, og innskifti Egill Steintórsson avgreiddi allan iva um úrslitið við at gera ikki færri enn 4 mál seinast hálva tíman. Egill kom á vøllin, tá tað manglaði ein hálvur tími, og hann útnyttaði tíðina til fulnar, og vísti enn einaferð, at hann hevur serstakt máltev. Ikki so løgið, at 1. lið hjá VB, hevur havt Egill á bonkinum onkrar dystir í ár.


Eingin uttan NSÍ

Gøtumenn hava sett kós móti 2. deild, har teir áður hava spælt, og teir eru í løtuni fýra stig frammanfyri næsta liðið í røðini. Hetta liðið er NSÍ, sum hevur spælt ein dyst færri enn GÍ.

Í kvøld fer NSÍ á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði, og tá fæst so at vita, um runavíkingar framvegis skulu hótta gøtumenn í oddinum. Gera teir ikki tað, ger neyvan nakar annað tað.

Tað hongur í luftini, at næsta umfar hjá 3. deild verður útsett eina viku, men enn er eingin avgerð fallin í hesum máli.

Hvussu spælt verður í næsta umfari liggur so í øllum førðum greitt, um tað so verður um eina viku ella tvær.

KÍ og NSÍ skulu spæla í Klaksvík, VB og ÍF spæla í Vági, HB fær vitjan av Skála, B71 spælir botndyst móti Fram, og seinasti dysturin verður í Gøtu, har sørvingar vitja.

ek