Ófriðurin ávirkar øll

- Tað virkar løgið at foreldrabólkurin ikki gevst við sínum skrivingum. Best hevði verið fyri allar partar at bundið frið, tí hetta tænir ongum endamáli, siga lærarar í Kollafjarðar skúla

Í seinastuni hava nógv spurt, hvussu tað ber til at partar av foreldrum at børnum í einum skúla, hava so ilt við at góðtaka, at ein 1. lærari, sum teimum ikki hóvar, varð settur í starv.

Hóast foreldrabólkurin veit, at avgerðin ikki kann broytast, verður hildið fram at stríðast.

Ósemjan tók seg upp í mars mánað, tá tað var greitt, at Karin Hammer var einasti umsøkjari til starvið og varð sett.

Mótmæliskriv og lesarabrøv frá foreldrabólkinum hava hildið lív í ósemjuni.

Í Sosialinum herfyri segði Karin Hammer, at hon ongantíð hevði fingið at vita, hví foreldrabólkurin vildi hava hana at fara frá.

Lærararnir á skúlanum í Kollafirði standa saman við 1. læraranum. Tað vístu teir m.a. við at ?leggjast sjúkir³ nakrar dagar.

Skúlafyrisitingin hevur roynt at basa ófriðinum, men heldur ikki tað hevur eydnast. Nú hevur Lærarafelagið tikið málið upp.

Trygvi Samelsen, lærararáðsformaður í Kollafirði, sigur, tá hann verður spurdur um støðuna í skúlanumjúst nú, at tey eru ikki sørt ávirkað av hesum.

- Vit tosa javnan um málið, og eingin ósemja er okkara millum.

- Ávirkar tað ikki tykkum, tá fakliga umdømið verður niðurgjørt?

- Vit eru ikki varugir við, at okkara børn duga verri enn onnur, sigur Trygvi Samuelsen.


Børn í tvístøðu?

Spurdur um tað ikki er vágiligt at seta børn og skúla upp móti hvør øðrum, sigur Trygvi Samuelsen, at lærararnir ikki hoyra børnini tosa um tað í skúlanum,

- Kann ikki hugsast at børnini koma í tvístøðu?

- Kanska ávirkar tað børnini óbeinleiðis, men vit royna at skipa dagligu undirvísingina so væl sum til ber. Eg haldi ikki, at undirvísingin verður ávirkað av hesum, sigur Trygvi Samuelsen, sum leggur aftrat, at støðan hjá lærararunum ikki er broytt. Teir standa saman í skúlanum.

Hann heldur eisini, at tað er løgið at foreldrabólkurin ikki gevast at stríðast, tí tað tænir ongum endamáli.

Jákup Dam er álitisfólk á skúlanum í Kollafirði.

Hann sigur, at tað hevur verið við vilja, at lærararnir ikki hava givið seg til kennis.

- Tað hevur avgjørt ávirkað okkum, at málið nú er vorðið so umfatandi, sigur Jákup Dam.

- Ætla tit frameftir einki at gera?

- Vit hava sett okkum í sambandvið Lærarafelagið, men sum lærarar leggja vit okkum ikki út í stríðið. Tað, sum skal gerast, skal gerast í samráð við felagið, sigur Jákup Dam.

- Hava tit fingið nóg góðan stuðul frá felagnum og skúlamyndugleikunum?

- Tað dugi eg ikki at siga, tí málið er so fjøkjasligt. Tí er eisini torført er tí at siga, hvussu tað kann loysast.

- Eg skilji allar partar, at hetta virkar ørkymlandi. Vit tosa eisini um tað í skúlanum, men heldur ikki vit hava nakra patentloysn, sigur Jákup Dam.


Einki óvanligt at foreldur eru ónøgd

Hann heldur, at tað er einki óvanligt, um ein foreldrabólkur mótmælir, at ein lærari verður settur.

- Tað kann henda á einhvørjum skúla. Eg haldi, at foreldrabólkurin í staðin fyri at gera málið alment, skuldi farið til skúlanevndina í trúnaði at kæra, sigur Jákup Dam.

Hann veit ikki, um børnini eru ávirkað av ósemjuni, ella um ey hoyra um málið heima.

- Børnini í okkara skúla eru øll stak fitt, og øll fáa somu viðferð í skúlanum. Tey tosa ikki serliga nógv um ósemjuna.

- Vit arbeiða sum áðrenn málið tók seg upp, men um børnini av hesum eru komin í tvístøðu, er tað bara harmiligt.

- Hvat sigur tú til seinasta skrivið frá foreldrabólkinum?

- Tað vil eg ikki gera viðmerking til. Tað skal vera upp til tann einstaka, sum lesur skrivið, at gera av, sigur Jákup Dam.