í dag, 12. mars, verður Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn fýra ár. Í hesum sambandi verður skipað fyri føðingardegi í dag klokkan 15, tá Jákup Lindenskov leggur fyri. Sangbólkurin í Tilhaldinum fer at syngja
Lærarafelag hevur aðalfund 16. apríl í Læraraskúlahøllini í Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn, standa tveir nevndarlimir fyri vali. Teir eru Andrea á Rípuni, skrivari í Føroya Lærarafelag, og Jacob Eli S [...] ar á aðalfundinum verða Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, og Annika Sølvará, forkvinna í Heimi & og Skúla.
Politiið sigur nú, at maðurin, sum varð funnin deyður í viðarlundini í Havn, neyvan hevur verið nakrari brotsgerð. Hvussu gamal maðurin var, og hvaðani hann var, fæst framvegis ikki at vita. Nær hann er [...] er deyður, veit politiið ikki enn, men hann hevði helst ligið í viðarlundini í nakrar tímar, tá ið hann var funnin klokkan 8.16 í morgun.
Í kvøld hevði Tórshavnar Sløkkilið eina venjing á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn. Boðini vóru, at onkur lá inni í roykinum. Hans David Hansen, innsatsleiðari sigur, at venjingin gekk væl. Sta [...] ini dugdu væl at handfara støðuna. Sløkkiliðið hevur áður havt venjing í herberginum, har tað ikki er ósannlíkt, at eldur kemur í av eitt nú sigarettum.
Í Juni mánaði hevur Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen fingið prógv sum farmakonomur. Sigrid hevur verið í læru á Eysturoyar Apotek í Runavík. Sostatt eru 5 nýggir farmakonomar, tí fyri stuttum skrivaðu vit [...] vit um 4 nýútlærdar farmakonomar, sum høvdu staðið í læru á Tjaldurs Apoteki í Havn. Tær vóru Elin Ò. Poulsen, Ester Petersen, Susan Johannesen og Annika Lenvig.
Oddamaðurin í Uriah Heep, Ken Hensley, skal framføra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 8. september. Hensley kemur til Føroya við egnum orkestri. Sangskrivarin skrivaði nógvar tiltiknar rokksangir í 1970-árunum [...] Sunrise, Lady In Black, Free Me og Stealin teljast millum teirra. Atgongumerki kunnu keypast hjá Tutl í Havn og á Ebillet.fo.
bilar í vesturbýnum í Havn. Nógv bendir á, at tann, teir ella tey, sum hava verið inni í bilunum hava leitað eftir billyklunum. Í bilunum lógu ymiskir virðislutir, men teir høvdu ongan áhuga. Í øllum trimum
gamal maður varð í nátt koyrdur í brummuna, eftir at hann hevði sligið ein mann Maðurin hevði fyst verið ófantaligur, tá ið hann varð inni á eini bilstøð í Havn í nátt. Seinni fór hann inn í eini privathús
Eftir ætlan skuldu nummar fýra í Burn mansdeildini, Neistin og nummar trý, VÍF vera spældur í høllini á Hálsi í Havn klokkan 20 í kvøld. Tað verður av ongum, tí Korona ger aftur um seg. Nær dysturin verður [...] verður spældur er enn óvist. Av somu orsøk er hondbóltssendingin á FM1 í kvøld klokkan 20 eisini avlýst.
verður árliga samfelagsstevnan hildin í Ebenezer í Havn. Hetta plaga at vera sannir hátíðardagar hjá limunum í samkomuni og hjá teimum mongu vitjandi kring alt landið. Í fjør varð sostatt mett, at eini 8000 [...] 8000 fólk vóru til hesi møtini. Sunnudagin 18. november verður møtið tikið upp. Tað verður sent í útvarpinum sunnudagin 2. desember.