Bilar gjøgnumrótaðir

Fríggjamorgunin komu tríggjar fráboðanir til politiið um gjøgnumrótaðar bilar í vesturbýnum í Havn.
Nógv bendir á, at tann, teir ella tey, sum hava verið inni í bilunum hava leitað eftir billyklunum. Í bilunum lógu ymiskir virðislutir, men teir høvdu ongan áhuga.
Í øllum trimum førunum vóru bilarnir ólæstir. Sloppið varð undan slíkum hendingum, um eigararnir læstu bilarnar, sigur politiið.