Oddamaðurin í Uriah Heep, Ken Hensley, skal framføra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 8. september. Hensley kemur til Føroya við egnum orkestri.
Sangskrivarin skrivaði nógvar tiltiknar rokksangir í 1970-árunum. Look at Yourself, Easy Livin, Sunrise, Lady In Black, Free Me og Stealin teljast millum teirra.
Atgongumerki kunnu keypast hjá Tutl í Havn og á Ebillet.fo.