Burn: Neistin-VÍF er útsettur

Dysturin sum skuldi vera leiktur í kvøld er raktur av koronu

Eftir ætlan skuldu nummar fýra í Burn mansdeildini, Neistin og nummar trý, VÍF vera spældur í høllini á Hálsi í Havn klokkan 20 í kvøld.

 

Tað verður av ongum, tí Korona ger aftur um seg. Nær dysturin verður spældur er enn óvist.

 

Av somu orsøk er hondbóltssendingin á FM1 í kvøld klokkan 20 eisini avlýst.