Tá Føroya Lærarafelag hevur aðalfund 16. apríl í Læraraskúlahøllini í Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn, standa tveir nevndarlimir fyri vali. Teir eru Andrea á Rípuni, skrivari í Føroya Lærarafelag, og Jacob Eli S. Olsen, nevndarlimur – og tey silla bæði uppaftur.
Gestarøðarar á aðalfundinum verða Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, og Annika Sølvará, forkvinna í Heimi & og Skúla.










