eisini uppi í fjøllunum, og klokkan 13 í dag fæst at síggja, hvussu nógv hetta hevur hjálpt. Dysturin er framskundaður, soleiðis at tað skal bera til at áskoðararnir ikki verða snýttir fyri ensku steypafinaluna [...] kemur at vitja. Kurt Mørkøre fekk triðja gula kortið móti GÍ, og Jan Andreasen varð rikin av vølli. Nýggir í hópinum eru Ove Nysted og Jóhan Lützen, og tað er neyvan at skjóta langt við síðuna av at rokna [...] atløgu ræður um at økja frástøðuna úr botninum. Hjá toftamonnum er einki nýtt gott nýtt. Allir spælararnir, ið vóru við móti B36, eru tøkir, og talan verður neyvan um, at Bjørn Krogh fer at fremja stórvegis
hildin í Bygdarhúsinum í Miðvági fríggjadagin 14. juli kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 30. juni á tlf. 267969, 211980 ella 333580. 18. juli hava Petsy [...] hildin í høllini í Trongisvági leygardagin 22. juli 2006 kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 10. juli á tlf. nr. 371637 og 284037. Mánadagin 31. juli hava [...] Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00 sama dag. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 20. juli á tlf. 456719 ella 227322. 1. august hava Ann og Poul
hevði hann so nógvar góðar tónar at geva av, at tú fekst eina kenslu av at hann aldrin nakrantíð fer at verða uppisetri fyri tónar. Tekniskt er hann sera væl fyri og sýntist at kunna gera tað honum lysti. [...] hann. Tí klaverið var satt at siga so illa forsterka, at tað bert hoyrdist helvtina av tíðina. Tá harðast leikaði á, var hann burtur! So kæru tit í Miðlahúsinum: Tá man velur at hýsa alskins tiltøkum, og [...] so hevur Riel fram til í dag megna at hildi seg á fremstu rók. Hansara stílur er í dag ikki so originalur, sum hann var í 60-70-80-unum, men hetta kemst nú mest av, at hann sjálvur hevur havt so ovurhonds
har var lítið at fiska, so vit fóru ikki til Grimsby at selja, sum annars var ætlað, men fóru inn í Vardø. Hans Pauli var ein maður, sum fekk so mangt at bera til, og tá ið vit høvdu lagt at bryggjuni, fór [...] fór hann í land. Hann var skjótur umborð aftur og gav boð um at fara at rigga til at gera reint í lastini. Salt skuldi koma umborð, og fiskurin skuldi verða saltaður í aftasta kubba. Ryggir og høvd skuldu [...] hoyrdi, at har ruggaði ikki rætt á dekkinum. Eg leypi úr koyggjuni, smoyggi meg í buksur og stivlar – gevi mær ikki stundir at fara í hosur – og so fram á dekkið. Komin fram á dekkið, síggi eg, at posin
tíggju ár síðani, at seinasta gullmerkið kom til høldar. Og tað eru júst tey hagtølini, sum liðið nú hevur sett sær fyri at broyta. Trýstið á gestunum Tað varð tosað um undan finaludystinum, at størsti trupulleikin [...] í mun til seninu hálvfinaluna, so hevði Neistin mest sum einki at missa hesaferð. Fóru tær bara út at gera sítt besta, so var avrikið at kalla góðkent, og undir slíkum umstøðum er sálarliga trýstið á [...] royndunum at skjóta høgt, hendi tað ferð eftir ferð, at skotini vórðu send langt uppum. Kanska best ímyndað við brotskastsroyndini hjá Alinu, sum eisini tók høga vegin. Og so fekk Neistin frið at koyra sítt
skjótleikin sítt at siga, tá hann varð tikin fram um Andrew, og í løtum prógvaði hann eisini, at hetta var ein góð avgerð. Royndi at vera við í nógvum, og einstakar ferðir var um reppi, at hann kom til veruligar [...] Amager (21/1) Kom á vøllin seinasta hálva tíman, tá venjararnir royndu at fáa nakað at henda frameftir. Tóktist hava sera ilt við at standa á tunga vøllinum, og í fleiri førum kostaði hetta bóltmiss. Átti [...] væl at flyta mótstøðumenninar lógliga, tó at talan kanska var um ólógliga togan ta einu ferðina, tá kapprunnið varð móti føroyska málinum. Men alt í alt ein dystur, sum væl og virðiliga prógvaði, at tað
Sunneva Tyril heilsuatstøðingur Orðatakið sigur, at munur er á monnum, men í hesum føri fari eg at vísa á, at munur er á kvinnum. Eg ætli mær at samanbera tvær greinar, sum hava staðið í bløðunum. Hin [...] heilsu-atstøðinga-útbúgvingin 21 mánaðir. Eg fari at loyva mær at endurgeva brot úr greinini, har hon skrivar: ?Tit kollegar, formaður og nevnd, skulu vita, at henda útbúgving er í topp í allari tí grundleggjandi [...] fyri at kunna vera til gagns í hesum samfelagnum, vit liva í? Annemi roynir at gita sær til, hví henda vánaliga (í hennara verð) útbúgving endiliga skal setast á stovn í Føroyum. Kann tað hugsast, at okkum
og í fjør. Hetta helst tí at mangan er okkurt aftur at døgverðanum so sum fyrilestur, frásøgn, filmur og sangur. Eisini er forkunnugt at fáa góðan føroyskan døgverðabita. Ikki at tala um tann ræsta fiskin [...] róðurin, sjónleik og tónleik. Royndin vísti, at tað ræður um at fáa nógv frá hondini, áðrenn summarið er í hondum, og fólk fara at ferðast. Ætlanin er nú í januar at útskriva kapping um ólavsøkuplakatina 2005 [...] - Onkur væntaði at Bryggjan fór at vera okkum harður kappingarneyti, men so er ikki. Vit hava havt sera gott samstarv farna árið, hon hevur verið virkin, og hetta sama árið fer helst at vera eitt tað frægasta
verður hildin á Hotel Føroyum kl. 19.00. Tey ið hava hug at koma í veitsluna, verða biðin um at siga frá á tlf. 319632, 312589, 313386 ella við at senda teldupost á hildurN@email.fo innan 14. mai. 2. hv [...] skulu vit giftast. Dagurin verður hildin í Eydnuni kl.1900. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í veitslu, vera biðin um at ringja og siga frá á tlf. 422176,422152,422856. Seinasta freist 31/05-07 [...] Ebenezer kl. 14. Veitslan verður hildin í HB húsinum kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá í seinasta lagi 9. juni á tlf. 0045 40682528 (Ruth), 0045 40357906
eg hoyrdi, so helt eg tó tað, At hetta var ei fyri meg. At hetta galt onnur, sum livdu í synd Og tí máttu umvenda seg Hann elskaði hendan sangin, og hann sang so inniliga, at eg varð drigin við. Solosangurin [...] Vørrin hevði hug at detta niður. Hann kom ikki út úr bussinum har hann sat fremst. Bilar høvdu hansara stóra áhuga, og tá hann ikki var førur fyri at koyra, so kundi hann spæla sum um at hann koyrdi á fremsta [...] glaður fyri at síggja meg, vit prátaðu eina løtu, og so kom hitt deiliga smílið, og nú visti eg at sangur var á veg. Hann mannaði seg upp og við viknaðari rødd sang hann: »Men tøkk fái Gud, at ein dagur