Tummas er deyður, 43 ára gamal, og eg siti við einum klumpi í hálsinum. Tað er mánadagur, sólin skínir heit uttanfyri og børn í barnagarðinum í grannalagnum boða frá lívi. Hetta er fyrsti skúladagur í ár. Jú, tað er sannheit. Eg fekk boðini í áðni frá svági hansara. Hann var í telefonini, telefonin hongur reyð á vegginum, út úr henni komu deyðsboðini og inn aftur kunnu tey ikki fara. Hann er deyður, sovnaði bara í morgun, er farin med alla, Gud hevur kallað ein av sínum heim, og eg hoyri røddina fyri mær, tá hann plagdi at syngja.
So langt eg kann minnast, so havi eg hoyrt....
Hvussu vit lærdu hvønn annan at kenna veit eg ikki. Tað var í hvussu er á Sosialinum fyri nógvum árum síðan, og knappliga var hann ein partur av mínum lívi. Eg gjørdi mær slett ikki ómak fyri at læra hann at kenna. Hann kom til mín, nevndi meg við navni, og eg undraðist á, hvussu hann kendi meg.
Hann vitjaði okkum á Sosialinum, og tað var slett ikki so merkiligt, tí hann búði jú hjá pápa sínum Amariel Poulsen á Argjum, og Tummas hevði fólkatekkju, hann kendi øll. Nú kendi hann eisini meg, og eg fór so smátt at læra hann at kenna eisini.
Hetta var í nítiárunum, og hann var ikki normalur. Tað sást beinanvegin, hann var slett ikki normalur. Hann var sín egin, hevði funnið sín egna stíl, og var púrasta órørdur av, hvat vit onnur hildu. Og meðan vit tuskaðu undan eini klokku, og skákaðu undan tí hóttandi deadline, ið er evsta markið á einum blaði, í okkara roynd at vera normal og passa til, so var Tummas heilt óávirkaður av hesum resinum. Hann setti seg niður í frið og náðum í kantinuni ella á skrivstovu míni og sang av fullum hjarta:
»So langt eg kann minnast, so havi eg hoyrt, um náði og frelsu og frið.« Um Gud sum sín Son gav í okkara stað, eg altíð er við vára lið. So nógv sum eg hoyrdi, so helt eg tó tað, At hetta var ei fyri meg. At hetta galt onnur, sum livdu í synd Og tí máttu umvenda seg
Hann elskaði hendan sangin, og hann sang so inniliga, at eg varð drigin við. Solosangurin broyttist til eina duett og tey blaðhúsinum, tey kring okkum hildu, at vit vóru blivnir rablandi ørir. Hann nýtti løtuna, eg nýtti løtuna, smíl lá um varrar hans, meðan hann stinnur sang orðarætt, tað sum í bókini stóð. Og hann sang serliga úr Songbók Guds Fólks, tað er songbókin hjá Brøðrasamkomuni, har Tummas hevði sín andaliga heimstað. Tummas hevði tað við at duga ting, sum hann hevði áhuga fyri, uttan at. Hann dugdi nógvar sangir, og sum yngri hevði hann tær flestu nummarpláturnar á bilum í landinum í høvdinum.
So gingu nøkur ár. Vit møttust aftur á Hellunum ein dagin, har eg haldi til í míni fríðtíð. Nú var hann viknaður, hann var fluttur heiman, hann sat í einum bussi saman við øðrum brekaðum fólkum. Tey vóru á útferð. Hann var vorðin so linur, heilivágurin tyngdi hann. Vørrin hevði hug at detta niður. Hann kom ikki út úr bussinum har hann sat fremst. Bilar høvdu hansara stóra áhuga, og tá hann ikki var førur fyri at koyra, so kundi hann spæla sum um at hann koyrdi á fremsta setri við síðuna av bussføraranum. Hann hevði sítt sjálvsagda pláss fremst í bili. Hann var glaður fyri at síggja meg, vit prátaðu eina løtu, og so kom hitt deiliga smílið, og nú visti eg at sangur var á veg. Hann mannaði seg upp og við viknaðari rødd sang hann:
»Men tøkk fái Gud, at ein dagur upprann, Tá hann vildi vísa mær tað, At leiðin, eg gekk, var ein undirgangsleið Og bar mót fortaping ein dag. Hann vísti mær tá út á Golgata heyg, Hvør søt var tann sjónin at sjá: guds sonur har hekk undir mínari synd, Øll skuldin varð útstrikað«
So kom hann, gjøgnum systrina Mariu, inn í okkara vinarskara, og vit byrjaðu at síggjast í føðingardøgum. Tað gekk so skjótt niður á bakka við heilsuni. Nú var hann byrjaður at støpla, sum ein fullur maður, og hevði hug at detta. Andlitið sá troyttari og troyttari út. Pápin var um hann, bekymraður, við einum so treytaleysum kærleika, at tað skar í hjarta, og Amariel elskaði ikki í tóman heim. Og enn orkaði Tummas at syngja orðarætt:
»Eg fell har á knæ, og mín tunga var loyst, Eg tilbað mín Harra og Gud, Sum strítt hevði stríðið og tikið mítt pláss, Og frelsan har fall mær í lut. Mong ár eru liðin, men vitnað eg skal, At hann er mín klettur og borg, Hann leiðir, hann fylgir, hann varðar mín fót, Ein vinur í gleði og sorg.«
Eg sá hann aftur á Ólavsøku í ár fyri seinastu ferð. Nú sat hann samanfallin í koyristóli. Ein kvinna stovninum flutti hann fram. Tað fekk so skjótt í fólkahavinum niðri á Kátahorninum, at eg fekk ikki stundir at heilsa upp á hann. Dæmið var gult eins og deyðin sjálvur, smílið, íð boðaði frá sangi, var horvið.
Reyða telefonin hongur á vegginum, hon kom við deyðsboðunum, sum hon ikki kann kalla aftur. Tey søgdu, at hann var biltúr í Kirkjubø í gjár við pápanum, nú er hann deyður, hann sovnaði bara friðaliga inn í ævileikan, inn í allan sangin, sum hann elskaði av heilum hjarta.
Og meðan smíl Tummasar, íð boðaði frá sangi, rennir fram fyri meg, hoyri eg seinasta ørindi í sanginum hjá Líggjas á Váli inni í høvdinum, og nú er tað eg sum syngi fyri Tummasi, nú hann er á ferð í ein heim, sum ongin vanligur gongumaður enn er vendur aftur úr. Nú er Tummas líka so normalur sum øll onnur.
»Hvør signað at vita, at leiðin nú ber Mót lívsins tí æviga stað: Øll tey, sum í trúgv hava litið á hann. Har frelst skulu standa ein dag. Mín vinur, sum enn stendur ivandi her, Tær tørvar eitt einasta stig. Tak móti Guds Soni, kom lít á hans blóð, Hann gevur tær frelsu og frið.«
Hellurnar týsdagin tann 17. august 2004









