tíðindaskriv frá Føroyahúsinum
Ymist er hvussu árini roynast í Føroyahúsinum, men mong tiltøk eru hvørt ár og samanlagt leita mong sær inn á gólvið til tey ymisku tilboðini. Felagsdøgverðin týskvøld hevur havt sera góða undirtøku í hesum ári eins og í fjør. Hetta helst tí at mangan er okkurt aftur at døgverðanum so sum fyrilestur, frásøgn, filmur og sangur. Eisini er forkunnugt at fáa góðan føroyskan døgverðabita. Ikki at tala um tann ræsta fiskin ella tvøst og spik og pannukøku omaná.
- Onkur væntaði at Bryggjan fór at vera okkum harður kappingarneyti, men so er ikki. Vit hava havt sera gott samstarv farna árið, hon hevur verið virkin, og hetta sama árið fer helst at vera eitt tað frægasta til gestir og virksemi hjá okkum. Bryggjan er flaggskipið millum norðurlendsku húsini. Hon gevur okkum fleiri nýggjar møguleikar fyri tiltøkum av ymsum slag. Men Bryggjan og Føroyahúsið er hvør sítt.
Ólavsøkan størsta tiltakið
Saman við feløgunum á Keypmannahavnarleiðini var í januar farið undir at skipað fyri ólavsøkutiltøkum á Bryggjuni. Har er pláss uttandura og innandura, har er bryggjuøki, stórur hylur og kanalirnar. Tí liggur væl fyri við fjølbroyttum tiltøkum á sjógvi og landi. Tað var rættiliga kravmikið at royna hetta fyrstu ferð, men ólavsøkan hepnaðist sera væl í summar. Nógv og gott hjálparfólk og tað nýkomna góðveðrið gjørdi allan munin, og ikki gloyma beinasemið á Bryggjuni frá føroysku sendistovuni, íslendsku ambassaduni og Noma.
Longu hava verið eini tveir fundir um ólavsøkuna næsta summar og so smátt eru fleiri nýggj hugskot komin fram bæði um róðurin, sjónleik og tónleik. Royndin vísti, at tað ræður um at fáa nógv frá hondini, áðrenn summarið er í hondum, og fólk fara at ferðast. Ætlanin er nú í januar at útskriva kapping um ólavsøkuplakatina 2005. Niels Salmony, sum er formaður í arbeiðsbólkinum, gjørdi plakatina í fjør.
Samstarvið við feløgini er spennandi
Ymisk feløg er til hús í Føroyahúsinum t.d. Húsakórið, Fótatraðk, Kvinnufelagið, Talvfelagið og MFS. Eisini er Ráðgevingin fyri føroyingar og ferðamannastovan My Faroe. Onnur feløg nýta húsið uppímillum til teirra tiltøk, serstakliga til dans, so tey kunna vinna sær nakrar krónur. Stundum er eitt felag og húsið saman um eitt tiltak t.d. fyrilestur, kafékvøld ella veitslu. Kvinnufelagið og húsið arbeiða neyvt saman. Listafelagið og húsið skiftast um at skipa fyri listaframsýningum. Eisini er at fegnast um at MFS, sum er tey lesandi, og húsið kunna skipa fyri tiltøkum saman.
Felagið Tvørábáturin hevur veitslu á hvørjum heysti í Føroyahúsinum. Ballerupfelagið, Hvidovrefelagið og Neystið, sum eins og Tvørábáturin hava egin fundarhøli, eru altíð at heita á. Hin vegin er at fegnast um, at fleiri slík feløg eru, sum hava teirra egna virksemi leyst av húsinum. Á tann hátt verður fjøltáttað tilboð til útisetar her á leiðini.
Kristnastova hevur havt góðar royndir við teirra fríggjakvøldsfundum í kaffistovuni og eru til dystin fús aftur í vár við eini tveimum kvøldum. Sámuelskirkjan, sum hevur havt kvøldsetur í kirkjukjallaranum, ætlar eisini at hava eini tvey fríggjakvøld í vár við mati í Føroyahúsinum.
- Her er tó eitt men. Nøkur feløg eru sovnað t. d. Føroyingafelagið, Studentafelagið, 1. mei dags bólkurin, Oyggjaskeggi og Nærvarpið. Føroyahúsið, sum eisini var hús teirra, hevur loftað nøkrum av teirra tiltøkum sum føstulávint, grækarismessu- og flaggdagshald, páskaveitslu, ólavsøku og bókadegi, jólatræi og jólaheilsum. Men á hendan hátt fyllir Føroyahúsið nógv í myndini , kanska ov nógv. Tað ideella vildi verið, at onnur feløg tóku eftir. Men so leingi tey ikki gera tað, verður mett, at vit ikki kunna bara lata hesar merkisdagar fara aftur við borðinum. Umframt hetta eru so øll onnur tiltøk, sum húsið er við í. Tað er kanska ov nógv mikið. "Tað er tíðin", vildi onkur sagt. Tað kemur kanska onnur tíð, tá ið feløg aftur eru til dystin fús at skipa fyri. Tøkk fái tó øll tey feløg, sum skipa fyri einum og øðrum tiltaki.
Í hólmgongu
ÍF Føroyar skipaði fyri sera áhugaverdum kvøldi í oktoburmánað við fótbóltsdysti á stórskíggja, kafékvøldi við Stanley Samuelsen, mótaframsýning við føroyskum pløggum og at enda dansi við Revival. Eitt sera vælskipað kvøld. Sama kann sigast um politiska fundin, sum MFS skipaði fyri síðst í novembur. Tey høvdu fingið Jóannes Eidesgaard løgmann í hólmgongu við Høgna Hoydal løgtingsmann. Teir vóru rættiliga javnir í tøkum og køstum. Eitt frískligt, seriøst og skemtiligt orðaskifti um fleiri føroysk stórmál, sum fundarstjórin stýrdi so væl, at tað var ein fragd hjá tí stóru mannfjøldini at lýða á.
- Í heyst hava vit eisini verið í hólmgongu við kalendaran og klokkuna. Øll tiltøkini hjá feløgunum, Føroyahúsinum, útleigur til skeiðvirksemi og fundir, privatar veitslur sum føðingardagar og brúdleyp hava fylt so nógv, at stundum hevur verið ov mikið og næstan ov mikið at fara til hjá fólki. Tað er eins og slíkt kemur upp í røkur sum nú oktobur, novembur og út í hálvan desembur við mongum áhugaverdum tilboðum.
Jól í hondum
Styðsta dag 21. desembur er síðsti týsdagsdøgverðin við dunnu og jólahugna. Dagin eftir verður jólatræið tikið niður og vit ruddað upp, áðrenn vit fara at rigga til ræstkjøtveitsluna 2. jólakvøld. Ikki er neyðugt at lýsa við hesi veitslu, tí longu fyrst í mánaðinum er fullsett hús. Heðin Samuelsen verður veitslurøðari, Knút Olsen og dóttir hansara Anna Maria taka sær av felagssanginum og ein fimmmannabólkur spælir til dans. Tey eru funnin til jóladansin og kallast tí Jólabakstur.
Tá ið hendan okkara størsta veitsla í árinum er av, skal stovan tømast og gólvið umvælast og lakkast. Kaffistovan er tí stongd fram til 9. januar, tá ið vit lata upp við fernisering hjá ameriku-manninum Henry Meils.
Vit í Føroyahúsinum eru eisini takksom fyri tað góða samstarvið við privatfólk, feløg og stovnar heima. Tað fløvar at merkja ta umsorgan, mong hava fyri hesum húsi. Tað er verri enn so altíð at húsið kann rætta tykkum ta hond, vit fegin vildu. Í tí er eingin óvilji uttan avmarkað arbeiðsmegi, tíð og stundir.
Føroyahúsið ynskir øllum okkara landsmonnum, viðskiftafólki, stovnum og mentamálaráðnum gleðilig jól. Tøkk fyri góða samstarvið í ár og gott nýggjár.