Elin á Torkilsheyggi er nú á triðja sinni afturvald í bygdaráðið í Nes kommu, og hesaferð fekk hon størri undirtøku enn nakrantíð áður. Hon hevur verið forkvinna í mentanarnevndini hesi bæði seinastu skeiðini [...] skeiðini, og hon hevur eisini verið limur í teknisku nevnd. Spurd, um hon nú verður borgarstjóri í Nes kommunu, sigur Elin, at tað er hetta, sum nú fer at verða telvað um, sum hon tekur til. - Eg fari at [...] eisini tvær kvinnur valdar á valinum seinast, og vit eru báðar afturvaldar. Hin er Súnfríð Jacobsen. Nes kommuna hevur áður havt kvinnu í borgarstjórasessinum. Tað var, tá Marjun Gaardbo var borgarstjóri
Í dag boðar Nes kommuna frá, at tað er vandamikið at fara út á ísin, sum liggur á vøtnunum. Ávarað verður um ísin á Toftavatni og hinum vøtnunum í kommununi. - Av tí, at ísurin á Toftavatni og hinum vøtnunum [...] kommununi er tunnur í støðum, mæla vit staðiliga frá, at fólk ferðast á ísinum, er áheitanin, sum Nes kommuna hevur lagt út. Seinastu dagarnar hava vit sæð myndir, har bæði børn og vaksin spæla sær á ísinum [...] fylgjandi dagar. Hetta hava vit sæð í Vági, og hetta hava vit eisini sæð á Sandsvatni, vøtnunum í Nes kommunu og aðrastaðni, har børn og vaksin hava leitað sær út á ísin. Ymiskt er, hvussu dýpið er á vøtnunum
valstaðnum í Nes kommunu hava fleiri verið á vali higartil í dag enn somu tíð á seinasta kommunuvali. Tað er serliga talið av brævatkvøðum, sum er størri hesaferð. 903 fólk hava valrætt í Nes kommunu hesaferð [...] veljarunum høvdu valt klokkan 14 í dag ímóti 21,1 prosentum á kommunuvalinum seinast. Valluttøkan í Nes kommunu á seinasta kommunuvali var 84,31 prosent, og tá høvdu 873 fólk valrætt.
Á samkomu í vikuni varð samstarvsavtala millum Nes Kommunu og Fótbóltssamband Føroya undirskrivað. Avtalan hevur við sær, at umstøðurnar á ítróttarøkinum verða nútímansgjørdar. Í fyrstu atløgu verður nýggjur [...] arbeiðið projekterað, og er tað Teknistovan í Gøtu, sum stendur fyri tí arbeiðnum. Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at útbyggingin á Svangaskarði verður fíggjað við stuðuli frá UEFA, og Fótbóltssamband [...] verkætlanina á Svangaskarði. Myndirnar, sum eru knýttar at hesum tíðindastubba, eru av heimasíðuni hjá Nes kommunu.
triðstørsti vøkstur í Nes kommunu, har fólkatalið vaks við 66 fólkum ella 4,8%. Sostatt løgdust fleiri fólk afturat í Nes kommunu enn í Runavíkar kommunu hetta tíðarskeiðið, hóast fólkatalið í Nes kommunu bert
grønkandi litirnar, smálomb og fuglalív. Tað eru Nes kommuna og Runavikar kommuna, sum liggja upp at Toftavatni, ið saman skipa fyri summarkvøldinum við Toftavatn. Nes kommuna vísir á síni heimasíðu á, at farið [...] Nes kommuna og Runavíkar kommuna skipa týskvøldið í hesi vikuni fyri felags tiltaki við Toftavatn at fagna summarinum. - Vit leingjast øll eftir summarinum, og vit gleðast yvir várið, ljósið, sum veruliga
Hesa vikuna hevur verið skipað fyri Várdøgum í Nes kommunu. Veðrið hevur verið gott, og uppmøtingin til ymisku tiltøkini hevur verið sera góð. Tað siga tey í Nes kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at Várdagarnir [...] kaffimunn, og at enda verður suppa at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Nes kommunu í dag.
á Toftum av nøgdsemiskanningini hjá Barnagarðinum. Tað er Lóður, sum hevur gjørt kanningina fyri Nes kommunu. - Fitt av fólki møtti til framløguna, og hýrurin var góður, tí staðfest varð, at gongdin hjá [...] stovni við ymiskum avbjóðingum. Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við at betra um ymisk viðurskifti. Í Nes kommunu vísa tey á, at miðvísa arbeiðið hjá stovninum hevur givið góð úrslit, sum bæði foreldur og [...] høvið at takka Hera Joensen frá Lóður fyri at hava samskipað og staðið fyri kanningini, siga tey í Nes kommunu í dag. ##med2##
Várdagarnir í Nes kommunu halda fram í dag, og aftur í dag eru fleiri forvitnislig tiltøk á skránni. Í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni á Toftum verður høvi at uppliva smakkiroyndir frá 10 ymiskum [...] ymiskum matmentanum. Nes kommuna fer eisini at bjóða ábit í kirkjukjallaranum, og hetta tiltak verður seinnapartin klokkan 17. Eftir smakkiroyndir, prát og hugna við ymiskum matmentanum, verður integratiónsg [...] Marjun Lómaklett. Gudstænastan verður sum heild á enskum, men tikið verður samanum á føroyskum. Tað er Nes kommuna, sum skipar fyri várdøgum, og her verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin í Fríðrikskirkjuna
Nú stundar til, at gamli vøllurin á Svangaskarði verður tikin av – og tískil bjóðar Nes kommuna øllum í Føroyum møguleikan at fáa eitt sindur av graslíkinum heim við! Hevur tú eina góða verkætlan í garðinum [...] nærri avtalu við tekniska leiðaran á 565011 Hevur hetta tín áhuga, so send ein teldupost til: anfinn@nes.fo og upplýs, hvussu nógvar m² tú ynskir. Tað er “tann, ið eru fyrstur á kvørnini”-prinsippið, sum [...] Let’s give this turf a new life – og lat gamla vøllin koma tykkum til gleði í einum nýggjum høpi! NES KOMMUNA