Á samkomu í vikuni varð samstarvsavtala millum Nes Kommunu og Fótbóltssamband Føroya undirskrivað. Avtalan hevur við sær, at umstøðurnar á ítróttarøkinum verða nútímansgjørdar.
Í fyrstu atløgu verður nýggjur graslíksivøllur lagdur á, har grasvøllurin á Svangaskarði er í dag. Byggisáttmáli er gjørdur við Sp/f JHR Entreprenørar um at fyrireika undirlendið til nýggja graslíkisvøllin. Hetta arbeiðið skal verða liðugt hin 1. apríl næsta ár, og síðani verður farið undir at leggja sjálvan graslíkisvøllin á.
Eftir ætlan skal alt arbeiðið - við nýggja graslíkinum - verða liðugt hin 1. mai komandi ár.
- Sáttmálin fevnir eisini um út- og umbyggingar av felagshúsinum á Svangaskarði. Í løtuni verður hetta arbeiðið projekterað, og er tað Teknistovan í Gøtu, sum stendur fyri tí arbeiðnum.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at útbyggingin á Svangaskarði verður fíggjað við stuðuli frá UEFA, og Fótbóltssamband Føroya hevur í tí sambandinum játtað umleið 12 miljónir krónur til verkætlanina á Svangaskarði.
Myndirnar, sum eru knýttar at hesum tíðindastubba, eru av heimasíðuni hjá Nes kommunu.










