Fleiri brævatkvøður á Toftum hesaferð

Á valstaðnum í Nes kommunu hava fleiri verið á vali higartil í dag enn somu tíð á seinasta kommunuvali. Tað er serliga talið av brævatkvøðum, sum er størri hesaferð.

Á valstaðnum í Nes kommunu hava fleiri verið á vali higartil í dag enn somu tíð á seinasta kommunuvali. Tað er serliga talið av brævatkvøðum, sum er størri hesaferð.

 

903 fólk hava valrætt í Nes kommunu hesaferð, og hetta er júst 30 fleiri enn á kommunuvalinum seinast.

 

Á middegi í dag høvdu tilsamans 146 fólk greitt atkvøðu, harav talið av brævatkvøðum var 82. Á middegi á seinasta kommunuvali høvdu 116 fólk greitt atkvøðu, og tá var talið av brævatkvøðum 57

 

16,2 prosent av veljarunum høvdu greitt atkvøðu á middegi í dag - og á kommunuvalinum seinast høvdu 13,3 prosent greitt atkvøðu á middegi.

 

Klokkan 14 í dag høvdu 223 fólk greitt atkvøðu ímóti 184 á kommunuvalinum seinast. Hetta svarar til, at 24,7 prosent av veljarunum høvdu valt klokkan 14 í dag ímóti 21,1 prosentum á kommunuvalinum seinast.

 

Valluttøkan í Nes kommunu á seinasta kommunuvali var 84,31 prosent, og tá høvdu 873 fólk valrætt.