Várdagarnir í Nes kommunu halda fram í dag, og aftur í dag eru fleiri forvitnislig tiltøk á skránni.
Í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni á Toftum verður høvi at uppliva smakkiroyndir frá 10 ymiskum matmentanum.
Nes kommuna fer eisini at bjóða ábit í kirkjukjallaranum, og hetta tiltak verður seinnapartin klokkan 17.
Eftir smakkiroyndir, prát og hugna við ymiskum matmentanum, verður integratiónsgudstænasta klokkan 19.
Prestur verður Marjun Lómaklett. Gudstænastan verður sum heild á enskum, men tikið verður samanum á føroyskum.
Tað er Nes kommuna, sum skipar fyri várdøgum, og her verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin í Fríðrikskirkjuna.
Klokkan 19 í kvøld verður eisini ein ókeypis fyrilestur á Bókasavninum um ymisk vøtn í Føroyum, og her fara Jens Dalsgaard og Asfinn Sigvardsen at greiða frá.
Í Tofta skúla verður kvinnukvøld í kvøld klokkan 20.
Her verður mótasýning, hugleiðingar við Steintóru E. Gleðisheygg, presti og framførsla við Guðrið Hansdóttir. Tiltakið kostar 100 krónur.
##med2##











