Summarkvøld við Toftavatn

Nes kommuna og Runavíkar kommuna skipa týskvøldið í hesi vikuni fyri felags tiltaki við Toftavatn at fagna summarinum.

- Vit leingjast øll eftir summarinum, og vit gleðast yvir várið, ljósið, sum veruliga hevur vunnið á myrkrinum, hitan sum er um at koma í luftina og lívið, sum sæst í vøkstrinum. Vit gleðast um grønkandi litirnar, smálomb og fuglalív.

Tað eru Nes kommuna og Runavikar kommuna, sum liggja upp at Toftavatni, ið saman skipa fyri summarkvøldinum við Toftavatn.

Nes kommuna vísir á síni heimasíðu á, at farið verður av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin klokkan 18.

- Hetta er triðja árið, at tiltakið verður fyriskipað. Eini 200-300 fólk í øllum aldri hava luttikið undanfarin ár, og tað verður vónað og roknað við, at undirtøkan aftur hesa ferð verður góð.

Tey, sum fara av Svangaskarði og tey, sum fara frá Skúlanum við Løkin, hittast á einari fløtu við vatnið, har Janus Jensen á Toftum fer at flyta fram røðu, og skipað verður eisini fyri felagssangi.