komu í fyrsta umfari upp á kjølin at sita, og báturin rak á eystfallinum norður ímóti Nevinum, sum er landið sunnanfyri Rituvík. Tað eydnaðist bert tí eina manninum at halda seg á kjølinum. Landnyrðingur [...] manninum, sum at enda stríddist einsamallur á kjølinum. Tá ið vestfallið kom, rak báturin vestur aftur í Nólsoyarfjørð, og tá ið hann fór fram við Glyvursnesi, var hann so nær landi, at tað eydnaðist manninum [...] manninum, sum var útlúgvaður, at bjarga sær í land. Maðurin var so illa fyri, at tað tók langa tíð, áðrenn hann kom út til Nólsoyar aftur. Tann, sum einsamallur bjargaðist, var Jákup Hendriksen, vanliga
desembur kl. 11.30 við brunch á Áargeil 13A, Tórshavn. Tey, ið vilja gleða meg við at koma, verða vinarliga biðin at siga frá innan 4. desembur á tlf. 320087 ella 582087 ella 520087. 60 ár Mikudagin 22 [...] desember kl. 19.00 í Oasuni, Kirkjustræti 4, Hoyvík. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 10. desember á tlf. 312913 ella 282913. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 24 [...] verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 16.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at halda henda dag saman, verða biðin um at siga frá á tlf. 447306 ella 217306 og 449920 ella 225993 innan 4. desember. Ný
samstarvi við Menningarstovuni tikið stig til at seta upplivingarbúskap ovast á breddan. Við hesi ráðstevnu er ætlanin at geva føroyingum íblástur til at hugsa stórt, og marknaðarføra og ‘branda’ okkum [...] teim stóru megatrends í heiminum í dag sær út til at vera upplivingarbúskapur, ið vit kenna frá eitt nú nógvu festivalunum kring landið. Vit eru í holt við at fáa eina mentan, ið alt meiri er ávirkað av hesi [...] von við at halda fyrilestrar í altjóða høpi. - Tað væntar áhoyrarunum nakrar mennandi upplivingar. Hetta eru fólk við sterkari persónsmensku, serstakliga áhugaverd, undirhaldandi og inspirerandi at lurta
liðið. Fyrra partin leikaði javnt á, og lítil munur var at síggja á liðunum báðum. Í seinna hálvleiki vísti Stjørnan tó sín stóra klassa, og at enda hølvaðu tør Neistan av. Javnur fyrri hálvleikur Neistin [...] hevði vónað at fingið. Men ikki gekk long tíð, fyrrenn Stjørnan var komin væl við í dystin. Løtu seinni høvdu tær javnað út, og so gekk javnt á restina av hálvleikinum. Liðini skiftust um at vera á odda [...] og tá seks minuttir vóru eftir at leika var støðan knappliga 19-13 til Stjørnuna. Í hesar 24 minuttirnar hevði Neistin bert fingið tað eina málið, og tá er ikki lætt at vinna nakran hondbóltsdyst. Tær
er av at finna mordaran hjá mammu síni. Av hesum hevur tað mangan verið frammi, at Ellroy skrivar út frá egnari sorg, tá hann skrivar um, hvussu trásettir hesir løgreglumenninir eru av at finna [...] øll gitt, hvat hendi við hesi ungu konuni. Nógv hava roynt at rekonstruerað søguna um hetta morðið, um vøkru Elisabeth, sum alt sítt lív ynksti at gerast sjónleikarinna og kend, men hon livdi eitt mystiskt [...] fult av loyndarmálum, men púra uttan glamour. Ein modernað myta Tað løgna við deyða hennara var, at hon við at doyggja varð kend. Hetta serliga tí hon gjørdist høvuðspersónurin í skaldsøguni hjá James Ellroy
hann eisini henda morgunin. – Tað rann mær ongantíð í huga, at eg ikki skuldi fara at koyra rutu orsaka av vindinum. Vit plaga eisini altíð at hoyra her, tá ið hvirlurnar koma, men soleiðis var als ikki [...] nærkaðist seks, og Trygvi var júst liðugur at eta morgunmat og drekka morgundrekka í køkinum. Hann var á veg út úr køkinum eftir jakkanum, tá hann hoyrir at vindurin vaks øgiliga nógv og øgiliga knappliga [...] ilt við at trúgva tí hann sær. Uttanfyri vindeygað fleyg ein bussur hansara. Í leysari luft. – Bussurin fleyg upp fyri vindeyga. Eg renni so yvir og toyggi meg út í vindeygakarmin, og síggi at gamli bilurin
sum hann nú fæst við, er at skriva søguna hjá heimbygdini Skála, sum hann altíð hevur gingið nógv uppí at varðveita sambandið við, hóast tað skjótt eru seksti ár síðani, at hann flutti av bygdini. Petur [...] fulltíðarstarv á Fróðskaparsetrinum, har hann hevði verið við til at seta gudfrøðideildina á stovn, og sum hann eisini var leiðari fyri. Eftir at Føroyar vóru vornar sjálvstøðugt bispadømi í 1990, gjørdist Petur [...] lærda háskúlan í Lund. Petur Martin dugir væl at grundgeva fyri sínum áskoðanum, sum viðhvørt kunnu vera í andsøgn við tað, sum er alment. Hann er hugnaligur at vera saman við, og hann hevur stórt innlit
2004, fer óivað at leggja nógv fyri, nú hetta er seinasti møguleikin at luttaka í NM-høpi fyri ung. Men spenningurin er eisini stórur, um Sjúrður Torsteinsson av Tvøroyri, sum sýnist at vera rættiliga væl [...] væl fyri, aftur í ár fer at gera um seg - seinasta NM var um reppið, at Sjúrður fekk eina plasering. Sí annars meira á www.faroechess.com, har til ber at fylgja telvingini í døgunum 17. - 19. februar. [...] Føroya úttikið 10 telvarar at umboða Føroyar - t.v.s. sama luttakaratal sum hini Norðurlondini lata seg umboða við. Hetta er liður í miðvísari ungdómsmenning, sum tryggjar, at telvararnir longu á ungum
ir fyrikoma. Til endans fáa Maria og maðurin nokk og eru noydd at fara undir heilt. Tey verða tó funnin, og at enda er einasta loysnin at rýma úr Svøríki. Bókin er sera spennandi og vælskrivað. Liza Marklund [...] m kvinnum. Nógv hava sett spurningin, hví tað var Maria, ið var noydd at flýggja, og hví myndugleikarnir ikki gjørdu nakað fyri at fáa mannin í fongsul ella sendan av landinum. Rættindi hjá kvinnum Liza [...] tikið fram: Maður: Men gentur sita tit her púra einsamallar? Genta: Nei vit eru sjey... At verða menniskja er torført at verða kvinna er uppaftur verri. Skrivar Liza Marklund. Bøkur hjá Lizu Marklund, sum
kom eg at kenna hópin av fólki umvegis eitt rættiliga stórt kór, eg var við í. Har hitti eg landinspektør A. H. Petersen, sum var sera virkin í frímúraralosjuni í býnum, og ráddi mær staðiliga til at gerast [...] sjálvandi inn á gólvið hjá landinspektør A. H. Petersen. Hann ráddi mær til at lesa Da Vinci Mysteriet hjá Dan Brown, og hana royni eg nú at tyggja meg ígjøgnum - "Der er mere mellem himmel og jord, end du tror" [...] onkur bók, tú minnist serliga væl? - Solsikken eftir Simon Wiesenthal. Spurningurin um at duga og kunna fyrigeva. Ella at trýsta á EXIT! Hetta er kanska kjarnin í jødadóminum og partur av lívsfilosofiini í