Kappingin er skipað í aldursbólkum og Norðurlondini eru umboðað við tveimum telvarum hvør í hvørjum aldursbólki.
Í Føroyum vóru úttøkukappingar, sum samstundis vóru FM-kappingar, í november mánað 2005. Føroyameistarin og nr. 2 í aldursbólkunum umboða Føroyar í Finlandi.
Seinnu árini hevur Talvsamband Føroya úttikið 10 telvarar at umboða Føroyar - t.v.s. sama luttakaratal sum hini Norðurlondini lata seg umboða við. Hetta er liður í miðvísari ungdómsmenning, sum tryggjar, at telvararnir longu á ungum árum fáa altjóða royndir.
Tveir av okkara sterkastu telvarum - Martin Poulsen og IM John Rødgaard - hava staðið fyri venjingum undan NM. Somuleiðis hevur venjingarlega verið vesturi í Vágunum.
Søguliga sæð, hevur hepnast fleiri føroyskum telvarum at vinna bronsuheiðursmerki í NM, og stundum hevur resta sera lítið í enn betri plaseringum. Vánirnar til komandi NM eru góðar, nú telvararnir alsamt hava størri royndir í hesum høpinum, hóast ásannast má, at mótstøðan er sera hørð frá størru grannatjóðunum.
Telvarar 10 ár og yngri
Í yngsta bólkinum luttaka Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági og Johan Hentze av Norðskála. Hóast bert 8 ára gamal, hevur Høgni royndir frá NM í Noregi í 2005 - og er Føroyameistari í aldursbólkinum annað árið á rað. Johan Hentze hevur ikki roynt seg í hesum høpinum áður og spennandi verður, hvussu støðuga framgongdin í seinastuni fer at hilnast í kappingini. Tvey ógvuliga spennandi umboð í yngsta bólkinum.
Telvarar 11 - 12 ár
Føroyameistarin, Heiðrikkur Tindskarð Jacobsen úr Tórshavn og Jóhann Vørmadal úr Vestmanna, umboðað Føroyar í hesum bólkinum. Jóhann hevur roynt seg áður til NM, meðan Heiðrikkur í fleiri umførum júst er vorðin ov stuttur - men hesuferð bragdaði. Bólkurin er ofta opin, men mótstøðan er munandi harðari, í mun til yngsta bólkin. Hóast styrkismettir niðarlaga í feltinum er rímiligar vánir fyri einum heiðurligum úrsliti.
Telvarar 13 - 14 ár
Aftur hesuferð verða Føroyar umboðaðar av tvífalda føroyameistarnum Hjalta Toftum Jógvansson úr Tórshavn og Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavági. Hesir báðir luttaka á 4 sinni uppí slag í NM høpi. Rógvi vann bronsu, tá NM varð hildið í Føroyum fyri 4 árum síðani. Og brúk verður fyri royndunum teir higartil hava ognað sær, tí móttstøðan verður rættiliga hørð - men raka teir dagin, kann tað eisini í hesum bólkinum gerast spennandi.
Telvarar 15 - 16 ár
Tær heilt stóru vánirnar eru í hesum bólkinum, sum verður umboðaður av helst stórsta stjørnuskotinum í føroyskari telving seinnu árini Helga Dam Ziska úr Tórshavn og unglingaføroyameistaranum Rógva Dragaberg úr Klaksvík. Helgi liggur styrkismettur sum nr. 2 í kappingini, meðan Rógvi er styrkismettur nakað niðari. Báðir eru ímillum okkara royndastu unglingatelvarar bæði her heima og uttanlands.
Telvarar 17 - 20 ár
Útlitini í hesum bólkinum eru eisini rættiliga góðar. Olaf Berg, sum gjøgnum árini, nærum uttan undantak hevur luttikið í NM - heilt frá yngsta bólkinum - og vunnið fleiri bronsuheiðursmerki á vegnum, seinast í Karlstad í 2004, fer óivað at leggja nógv fyri, nú hetta er seinasti møguleikin at luttaka í NM-høpi fyri ung. Men spenningurin er eisini stórur, um Sjúrður Torsteinsson av Tvøroyri, sum sýnist at vera rættiliga væl fyri, aftur í ár fer at gera um seg - seinasta NM var um reppið, at Sjúrður fekk eina plasering.
Sí annars meira á www.faroechess.com, har til ber at fylgja telvingini í døgunum 17. - 19. februar.