Upplivingarbúskapur á breddan

Komandi vinnuráðstevna í Norðurlandahúsinum um »Kreativitet, innovatión og upplivingarbúskap« verður sett hósdagin í komandi viku

Ráðstevna

Ein av teim stóru megatrends í heiminum í dag sær út til at vera upplivingarbúskapur, ið vit kenna frá eitt nú nógvu festivalunum kring landið. Vit eru í holt við at fáa eina mentan, ið alt meiri er ávirkað av hesi upplivingarmentan - bæði innan innihaldsframleiðslu, ferðavinnu, handil, móta, ítrott og onnur øki. Bert í Keypmannahavn umsetur hesin nýggi upplivingarbúskapurin fyri yvir 48 mia kr. árliga. Árligi vøksturin innan hendan ídnaðin er 31. prosent, mótvegis 3. prosentum innan alt annað vinnulív.
»Kreativitet, innovatión og upplivingarbúskap« er evnið hósdagin, 9. november 2006, tí tá verður ein serstakliga áhugaverd ráðstevna um hesi økini, ið øll hava sera nogv at siga. Tiltakið er í Norðurlandahúsinum við fyrilestrum frá kendum nøvnum, undirhaldi og pallborðsfundi.
Ráðstevnan, vendir sær tí til øll innan vinnulív, handilslív, politiskt lív og mentanarlív, sum vilja vita meira um, hvussu vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi í alheimshøpi – bæði vinnuliga og mentanarliga.

Fyrireikarnir
Tað er cand. mag Elin Heinesen, ið stendur fyri hesi áhugaverdu fyrilestrunum. Elin hevur fyri tíðina eitt hálvt ára farloyvi frá starvi sínum sum blaðstjóri á danska blaðnum KIWI magazine. Elin hveur nógvar royndir við samskifti v.m. innan alnetis-, marknaðarførings-, fjølmiðla- og mentanarøki.
Hon hevur nú í samstarvi við Menningarstovuni tikið stig til at seta upplivingarbúskap ovast á breddan. Við hesi ráðstevnu er ætlanin at geva føroyingum íblástur til at hugsa stórt, og marknaðarføra og ‘branda’ okkum betri í útheiminum. Hon hevur gjørt hetta við íblástri frá, hvussu vit við kreativiteti, innovatión og tvørfakligum samstarvi kunnu tilleggja vørum okkara størri virði úti í heimi.
Málbólkurin eru vinnulívsfólk og fólk, sum arbeiða við handli, men eisini onnur, sum arbeiða kreativt – t.d. listarfólk – kunnu við fyrimuni luttaka í stevnuni.

Okkurt til heilan og hjarta
Ráðstevnan hevur íblástur at bjóða, skriva fyrieikarnir. Hesin er ikki bara til heilan, men eisini til hjarta. Umframt fyrilestrar og pallborðsfund verður tí eisini ymiskt undirhald á skránni, so sum filmar, ljósmyndashow, tónleikur og framsýning hjá Gluggaglæmu við listahandverki.
Ein av bólkunum, ið vera við hendan dagin eru Deja Vu, ið gjørdust føroysku vinnararnir av altjóða tónleikakappingini GBOB, ið skulu spæla og framføra eitt fjøltáttað show.
Skemtarin og sjónvarpsverturin Jákup Veyhe kemur at vísa bestu filmarnar, sum filmverkstaðið »Klippfisk« hevur staðið fyri, umframt onkran spildurnýggjan tónleikavideofilm.
Og ein av fyrilestrahaldarunum málar ein málning, har kreativa prosessin kann ávirkast av áhoyrarunum.

Nógv nøvn ávegis til Føroya
Við til hendan dagin eru eisini kend nøvn, fólk, sum hava drúgvar royndir – bæði praktiskar og teoretiskar. Øll eru garvaðir fyrilestrahaldarar, og hesi eru von við at halda fyrilestrar í altjóða høpi.
- Tað væntar áhoyrarunum nakrar mennandi upplivingar. Hetta eru fólk við sterkari persónsmensku, serstakliga áhugaverd, undirhaldandi og inspirerandi at lurta eftir, sigur Elin Heinesen.


At keypa sum ein uppliving
Ein av fyrilestrunum verður eitt ping-pong millum tey bæði, donsku Kathrine Heiberg og svenska Lasse Brodén, sum saman hava altjóða fyritøkuna ReTeam.
Lasse Brodén er búskaparfrøðingur frá Lunds universitet og Brand Manager frá IHM (Institute of Higher Marketing) og Kathrine Heiberg er cand.merc.jur fra Copenhagen Business School við spesiali í kundaforstáilsi og kundaupplivingum. Fyrilestur teirra hevur heiti: »Hvorfor – og hvordan skal man brande sin virksomhed.« Fyritøka teirra ReTeam hevur høvuðssæti í størstu innkeypsmiðstøðini í Norðurlondum, Field’s í Keypmannahavn.