vera ein, ið hjálpir til, men vera ein sum kennir og tekur ábyrgd í øllum tættum. Líka løn Hóast Danmark hevur havt javnstøðulóg í 20 ár, fáa kvinnur og menn ikki líkaløn. Í miðal er lønin hjá kvinnum 89% [...] høgum størvum í stati, kommunum og privatu vinnuni sita í miðal enn bara umleið 10% kvinnur. Eisini í pensjónsviðurskiftum er stórur ójavni millum kynini. Hóast ein kona og ein maður gjalda sama krónutal [...] Javnstøðuráðið hevur júst givið eina bók út um pensjónsviðurskifti, "Pension lige nu og fremover. Hvidbog om kvinders og mænds erhvervstilknyttede pensionsforhold". Munurin í pensjónsútgjaldi kann vera millum
av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein norðan. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 8 og 10 stig. Um kvøldið og náttina framvegis okkurt æl, sum frá líður vátaslettingur og hitin niður [...] luft inn yvir okkum av vestri. Í kvøld og í nátt fer eitt lágtrýst og eitt tilhoyrandi brúgvalag framvið Føroyum av útnyrðingi og hevur við sær ein streym av kaldari og óstøðugari luft av norðri, sum blæsir [...] fara brúgvaløg og lýggj luft at venda aftur til Føroya, áðrenn ein kuldabrúgv fer framvið av norðri mikudagin. Í dag Hvassur vindur ella skrið av vestri, 15 til 20 m/s, skýggjað og samdrigið og seinnapartin
tóktust Sorin Anghel og hansara menn ikki skilja. Ingi Hansen var raskur í álopinum, Pazek og Christian Carlsson høvdu tak á í miðverjuni, og Marni Djurhuus í høgru og Eyðfinn Joensen og Hans Pauli Samuelsen [...] sleppa undan aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflytingini. Og Lynge Nielsen og hansara menn hava viljan til at vinna ta kappingina. Við nógvum nýggjum fólki og optimismu í spælinum royndi TB [...] 2?0 málið stutt eftir steðgin var rættuliga avgerandi, og tað var eitt sindur heppið. Marni Djurhuus sendi av síðulinjuni og fjúrtan metrar frá baklinjuni langt og høgt. Bólturin dalaði niður aftanfyri
rógva út av Eiði, var í gjár, og aftur í dag eru bátar á útróðri. Í gjár loystu einir 25 bátar á Eiði, og í morgun loystu einir 15-20. - Í gjár var fiskiskapurin smáligur, og bátarnir lógu sum heild úr eini [...] land her norðanfyri, og hetta var tað, teir rópa torrafiskur. - Vanligt er, at bátarnir byrja nærri landi tíðliga í árinum, og síðan taka teir seg longur út, sum tíðin gongur, og tá plaga teir at siga [...] ofta enda snellubátarnir úti í kantinum, teir rópa, og tá eru teir millum einar 14 og 18 fjórðingar úr landi. - Fiskurin, sum fæst nærri landi í januar og februar, er gjarna smærri enn fiskurin, sum seinni
1904 giftist hann upp aftur við Juliu av Eiði, og fingu tey 12 børn - 7 synir og 5 døtur. Hann hevði nógva jørð og legði inn og handfór jørðina annarleiðis og við nýggjum hugsanum – breyt upp úr nýggjum eisini [...] Martin kom inn á fyrra kríggj og tær tungu tíðir, hetta hevði við sær. Nøkur fiskastykkir vórðu gjørd, og byrjaði hann salta og virka klippfisk, sum hann bleiv kendur fyri og fekk fleiri heiðursbrøv fyri [...] rin góður, og tað legðist til við skipum og virkið vaks. Tó vóru rakárini fyrst í 20-unum hørð fyri virksemið hjá gamla Sámal Petur, sum tó ikki fór fallit. Ikki fyrr enn seinnu helvt av 20-unum bragdaði
pallinum og tíma at liva seg inn í tað. Tað pliktar so aftur leikararnar enn meir, minnir Olaf á. - Tú stendur jú har og lokkar fólk inn í leikhúsið við at tvíhalda um, hvussu góð søgan er og at hon avgjørt [...] - Eg havi góðtikið, at eg ongastaðni hoyri heima. Sjónleikarin og útisetin Olaf Johannessen festir sær í og heldur hugsunarsamur fram - Tað var eitt sindur ræðandi men eisini fríandi, tí so helt eg uppat [...] einaferð eri, sigur Olaf, sum seinastu mongu árini hevur búð og arbeitt sum yrkissjónleikari í Danmark. Lopfjølin Tankarnir hjá Olaf leita meir enn 20 ár aftur í tíðina, tá hann júst var byrjaður á sjónleik
GÍ vann 7-0, og Heini Heinason skoraði ikki færri enn fýra mál. Hann gjørdi málið í fyrra hálvleiki, og hann skoraði til 3-0, 4-0 og 6-0. Magni Jarnskor økti til 2-0, Svend Olsen til 5-0, og Símun Petur [...] Thomsen, Pól Poulsen, Magnus Næs og Róin Schröder, á miðvøllinum vóru Milan, 17 ára gamli Frits Eið, Tóroddur Niclasen og Njálur Niclasen, og í álopinum vóru Sasha og Ingi Mortensen, sum júst er byrjaður [...] influensu, at tey kundu ikki koma, og hetta sást eisini á manningini hjá Gí sunnudagin. Sunnvard Joensen, Pauli Jarnskor, Erland Tvørfoss, og Jóan Petur Olsen vóru sjúkir, og tað kom illa við, tá Sámal Joensen
miðverji í NSÍ, og sum í fjør og fram til 20. umfar í summar var á Skála liðnum, áðrenn hann fór av landinum. Og ein triði er Jákup Johansen, sum í 2012 og fyrrra partin av 2013 var í Fuglafirði og síðani á Skála [...] summar skoraði 19 mál og var besti málskjúttin hjá felagnum, miðvallarin Ólavur Mikkelsen, sum var næstbesti málskjúttin við 10 málum, málverjin Suni Erntsson og Edvin Jacobsen og Jákup Jacobsen, sum vóru [...] tað aftur hevur eydnast besta liðnum at lyfta seg upp millum tey fremstu, og har tey nú av álvara fyrireikað seg til nýggju og stóru avbjóðingina. Á Skála dylja tey ikki, at tað verður vónað, at veteranurin
man ikki dugir at síggja, at heimurin ikki er tann sami, sum hann var fyri 10, 20 og 30 árum síðani, og at Russland er meira og annað enn góðir handilspartnarir, so kann tað av álvara gerast skaðiligt. Skaðiligt [...] avgera, hvat tey sjálvi skulu meina og gera í egnum viðurskiftum. Og tá hesi somu ikki vilja síggja, at Russland verður alsamt meira aggressivt mótvegis grannalondum teirra og restina av heiminum, tá undrist [...] gar úti í heimi og fyri okkum sum tjóð. Hetta er ein vandamikil leistur at taka fyri okkum sum føroyingar, og setur trúvirðið hjá okkum, sum ein fullgjørdur partur av vesturheiminum og handilspartur hjá
fekk løgmann og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, Sambandsflokkurin landsstýrismenninar í fiskivinnu- og fíggjarmálum, meðan Fólkaflokkurin fekk landsstýrismenninar í menta-, vinnu- og innlendismálum [...] Bjørn Kalsø og Jógvan á Lakjuni. Írestandi limirnir í landsstýrinum eru Bárður Nielsen, Jógvan við Keldu og Hans Pauli Strøm, og hesir hava nomið sær útbúgving innan ávikavist granskoðan, handil- og skrivstovu [...] útbúgving og hollar praktiskar royndir. Krøvini, sum SMS í hesum føri setur, eru als ikki nakað eindømi. Krøv um hægri útbúgving og drúgvar praktiskar royndir síggja vit javnan, tá privata vinnulívið og almennir