- Eg haldi, at besti dagurin, eg havi sæð í vártíðini í ár, var ein bátur, sum hevði 3200 pund. Hetta var í februar, sigur Jóhan K. Joensen, sum hevur landað útróðrarbátar á Eiði í meira enn 30 ár

Tað hevur viðrað illa í vártíðini norðanfyri

- Eg haldi, at besti dagurin, eg havi sæð í vártíðini higartil í ár, var ein bátur, sum hevði 3200 pund. Hetta var í februar, sigur Jóhan K. Joensen

- Eg haldi, at besti dagurin, eg havi sæð í vártíðini í ár, var ein bátur, sum hevði 3200 pund. Hetta var í februar, sigur Jóhan K. Joensen, sum hevur landað útróðrarbátar á Eiði í meira enn 30 ár

Fyrsti dagurin í mars hjá snellubátunum á Norðhavinum, sum rógva út av Eiði, var í gjár, og aftur í dag eru bátar á útróðri.

 

Í gjár loystu einir 25 bátar á Eiði, og í morgun loystu einir 15-20.

 

- Í gjár var fiskiskapurin smáligur, og bátarnir lógu sum heild úr eini 500 pundum upp í eini 1200 pund, men ein einsamallur maður hevði eini 2000 pund.

 

Tað sigur Jóhan K. Joensen, sum rekur fyritøkuna, Hans Egil Joensen & Synir á Eiði. Teir hava landað útróðrarbátar á Eiðií meira enn 30 ár.

 

- Tað hevur viðrað illa í mars, og í síðstu viku var eingin dagur, har tað var roynandi. Hetta eru alt smáir bátar, sum ávirkast skjótt av veðrinum.

 

Hann sigur, at longu í januar og februar fekst nakað av fiski inni við land her norðanfyri, og hetta var tað, teir rópa torrafiskur. 

 

- Vanligt er, at bátarnir byrja nærri landi tíðliga í árinum, og síðan taka teir seg longur út, sum tíðin gongur, og tá plaga teir at siga, at hetta er gýtingarfiskur, teir fáa.

 

Jóhan K. Joensen sigur, at ofta enda snellubátarnir úti í kantinum, teir rópa, og tá eru teir millum einar 14 og 18 fjórðingar úr landi.

 

- Fiskurin, sum fæst nærri landi í januar og februar, er gjarna smærri enn fiskurin, sum seinni fæst ytri á havinum norðanfyri.

 

Hann vísir á, at toskurin, sum bátarnir hava fingið ytri, hevur verið stórur. Tað mesta hevur verið 1'arar, 2'arar og 3'arar, sum alt er stórur fiskur.

 

- Jú, eg haldi, at menn lata hampiliga væl at fiskinum. Onkur minni feitur fiskur er kanska ímillum, men sum heild siga menn, at fiskurin hevur verið góður.

 

Jóhan K. Joensen sigur, at snelludagarnir á Norðavinum altíð eru skiftandi, bæði í tali og veiði, og soleiðis hevur tað eisini verið higartil í vár.

 

- Tað er hugaligt, at vit aftur í vár hava sæð nakrar bátar úr Suðuroynni her norðuri, og onkur einstakur bátur hevur eisini verið úr Sandoynni.

 

Síðan eru tað eitt nú havnarmenn, vágamenn og kanska eysturoyingar, sum plaga at leggja bátarnar á Eiði ein part av vártíðini.

 

- Eg haldi, at besti dagurin, eg havi sæð í vártíðini higartil í ár, var ein bátur, sum hevði 3200 pund. Hetta var í februar, sigur Jóhan K. Joensen. 

 

Vit kunnu leggja aftrat, at fiskaprísurin er góður, og tí skal ikki so nógv til, áðrenn ein útróðrardagur á Norðhavinum gevur nakrar krónur.

 

 

 

 

 

 

 

- Eg haldi, at besti dagurin, eg havi sæð í vártíðini í ár, var ein bátur, sum hevði 3200 pund. Hetta var í februar, sigur Jóhan K. Joensen, sum hevur landað útróðrarbátar á Eiði í meira enn 30 ár