varð innlagdur á Sanatoriið. Her lá hann í eitt ár. Tuberklarnir komu í ryggin, hann mátti á einum sinni liggja 10 mánaðir út í eitt á einum bretti. Hetta hevur verið hart. Hann fór síðan á háskúla fyri [...] Alvilda arbeiddi fyrst á posthúsinum í Sørvági. Síðan var hon sjey ár á skrivstovuni hjá Dánjal Norðuri í Stovu. Seinni fór hon til Danmark á húsarhaldsskúla, og arbeiddi fýra ár á skrivstovu í Danmark, [...] ferð merktu vit, at okkurt tungt hekk á línuni, men tað rørdist ikki. Tá ið tað kemur upp er hetta ein heilt stórur kalvi. Eg dróg so á borðið, tók í undirkjaftin á honum. Tá fór hann at bresta. Eg hevði
fingu tey kortini. Á Sørvágsfirði var nógv bæði av fugli og fiski. Tað lá væl fyri at fara á flot, nógvur seiður var inni við land, og honum kundi nót kastast eftir. Fuglur kundi skjótast á fjørðinum, og havhestur [...] nógv av. Onkuntíð fingu teir kongafisk á snøri, sum teir flaktu. Hetta var eitt sindur forkunnugt. Flaktu á dekkinum Annars var tað tungt at vera við snøri, serliga á Eysturlandinum, har tað var so djúpt [...] at hann slapp ongan veg. Hann varð fyrst innlagdur á hospitalinum, síðan fór hann á TB, tuberkladeildina hjá hospitalinum. So varð hann innlagdur á sanatoriinum í Hoydølum. Her lá hann í tríggjar mánaðir
eisini skotið nógv av fugli á víkini á sumri, og var hetta eisini gott ískoyti til matin. Tað var smekkfult av lomviga á víkini. Nú sær man ikki eina ta einastu. Vit høvdu torv á Lambadali og plagdu at fara [...] 3. partur Á Mýruni Mamma mín æt Jovina, og hon var ættað av Mýruni í Syðrugøtu. Yviri á Mýruni var eisini fitt av fólki. Omma æt Malena á Mýruni. Pápi hennara Jógvan var bóndasonur av Húsgarði. Hann var [...] garðamonnum. Aðrir kendir handilsmenn í Syðrugøtu vóru Lorvíks Jóannes og Absalon á Dunga, seinni kendur sum Absalon á Skála. Jóan Elias tók seinni handilin eftir beiggjanum Jóan Paula. Skúlagongd Eg gekk
einum pari, sum var komið higar undan teimum. Kvinnan lá á einum dunga av sekkum, stynjaði og eymkaði seg spakuliga og smábannaði. Maðurin, ið lá á knæ við síðuna av henni í skugganum, segði vrantin: ?Arh [...] og ljóðkát sum ljóð frá eini orgul-pípu. Tann løgna herðslan á orðið mister, fekk gýðingin til at seta hattin aftur á skallan og hyggja upp á nekaran við undrandi eygum, men tann stóri maðurin spýtti langt [...] tað ikki beinanvegin? Konan er við at fara á soppin. Teir satans sjúkrakassalæknarnar. Teir eru ikki til at fáa fatur á, tá ið brúk er fyri teimum. Eg var á veg til sjúkrahúsið við henni, so fekk hon verkir
hvalbingar vóru, tó uttan at vita av hvørjum øðrum, á veg av Tvøroyri til Hvalbiar, tá ódnarveðrið brast á. Annar, Thomas Pauli Thomsen, Palli á Brekkuni, úr Nesi, bar ikki boð í bý, men hin, Jóan Jacob [...] dugdi væl at skyna á veðri og tók fyrilit fyri umstøðunum, so fiskurin loyptist ongantíð. Hann lat tey ikki breiða á svartari hellu í skarpari sól. Hann brúkti barometrið og roðan á luftini at meta seg [...] Høgna á Dunganum. Hann var slektaður úr Funningi. Tað vóru tveir brøður, Høgni Petersen og Peter Petersen, Petur í Hoygarðshúsi, sum vit róptu. Hann giftist inn har, meðan Høgni giftist inn á Dunga. Eg