september, og tað merkir, at nátungatíðin nú líður móti endanum. Tíðin er ikki farin heilt, men í dag er vindur, og tá verður neyvan nakar nátungi tikin á sjónum. Tað er annars ikki óvanligt, at onkur góður [...] tá krevst, at veðrið er gott. Um nakar hættar sær í bátin í dag, nú lotið er so frískt, er nærliggjandi at hugsa sær, at fuglurin, sum kemur niður úr bjørgunum og niður á sjógv, flýgur, og tá er nátungin [...] eingin fuglur tikin eystan fyri og neyvan norðan fyri heldur. Tá henda vikan fer at halla, er ikki hugsandi, at nøkur rúgva av fugli situr eftir í berginum, og tá mugu vit siga, at nátungatíðin hesaferð er liðug
meðan Henry ætlar at betra sítt egna met, sum er 3 tímar og tveir minuttir. - Vit kenna tað, sum at vit umboða kontórfólkini. Vit vóna veruliga, at fleiri fara at hugsa um heilsuna og fara at motiónera, sigur [...] eydnaðist tað. - Tað verða umleið 37.000 luttakarar í renningini. Eini 200.000 - 300.000 senda umsókn um at sleppa við, so vit vóru hepnir at sleppa við. Teir eru báðir samdir um, at eitt maraton er tað hægsta [...] feriu, har ið teir fara at uppliva New York. Prátið fer at snúgva seg um renning og motión hjá fólkum, sum hava kontórarbeiði. Teir eru báðir samdir um, at tað er sera sunt hjá fólki at hava ein aktivitet.
Tutl metir hetta vera gott hugskot og ætlandi verður tað fastur táttur framyvir, at listafólk hava møguleika at sýna fram síni verk í handlinum. Men eina tíð framyvir verða tað myndirnar hjá Philippe [...] Philippe Carré, ið einamest eru av Havnini, ið eru at síggja í Fútastovu á Kongabrúnni.
til avloysaran – hvør tað so verður: – Tað er eingin ivi um, at komandi venjarin fær eitt gott lið at arbeiða við. Helst er eitt ættarliðsskifti á veg, men eg vænti ikki, at tað fer at gera stóran mun, tí [...] – Spælararnir og eg samdust hóskvøldið um, at vit skuldu gera arbeiðið liðugt, og tað haldi eg eisini, at vit vístu á Skála. Og teir áskoðarar, sum hava funnist at okkum, blivu væl og virðiliga tiptir [...] Henrik Gerster leiðsluni í Stjørnuni frá, at hann gevst sum venjari eftir hetta kappingarárið, og hóskvøldið fingu spælararnir tað so eisini at vita. Og at tíðindini fingu ikki vánaligar avleiðingar
pengar. Tað má ikki verða so, at vit bert granska við vinning fyri eyga, og skulu vit hava nakran vinning, so má tað verða at lekja sjúkur og bøta um brek. Alt hitt eigur at koma aftaná. Vit skulu og eiga [...] sær, og tað er skjótt at verða keyptur av teimum um at sleppa at granska í "populerum" sjúkum. Àhugin fyri sjúkum, sum ikki eru so útbreiddar, eru tað møguliga ikki so nógvir pengar í, og tí er tað skjótt [...] koma eyðsæð at hava ein týðandi part í ílegugranskingini í Føroyum, og vit eru sjálvandi glað um, at skjøtul nú er settur á granskingina. MBF er av tí fatan, at tað er gott at skapt verða fyritreytir fyri
- At skula fara inn einsamallur og siga frá er altíð hart, tí tað munar so lítið, men tað er serliga torført í Føroyum, tí vit hava so ymsar og tættar relatiónir, og eisini tí er umráðandi, at tað er [...] seg við at gera vart við seg, tá trupulleikar stinga seg upp. - Og tað gera tey ofta, av tí at føroyska samfelagið er so lítið, og øll kennast á onkran hátt. Tað ger, at mann er bangin fyri at traðka fram [...] eina tíð, og nú, tá eg havi tosað við onnur um tað, veit eg, at vit eru nógv, sum halda, at tørvur er á einum tílíkum felag. Torført at siga frá Rúna Sivertsen heldur, at bæði heimahjálpsbrúkarar og teirra
sama rætt og frælsi at virka, velja og verða vird. Alt frá rættinum til samskifti, atkomumøguleikar, útbúgving, bústað, arbeiði, virkna luttøku í samfelagnum - og ikki minst: Rættin til privatlív og ymiskleika [...] skjótt og hvat tekur drúgva tíð. Eitt gott hugskot. Undirritaði førdi fram, at vit eiga at seta sum krav til øll lógaruppskot á tingi yvirhøvur, at tey skulu lýsa avleiðingar fyri fólk, ið bera brek og fyri [...] eydnaðist at semjast um sáttmálan um rættindi einstaklinga, ið bera brek. Nú eru lond í heiminum farin at seta sáttmálan í gildi - og í hesi vikuni høvdu vit í Løgtinginum høvi at viðgera sáttmálan og royna
upp í saman starvsfólk og leiðarar tosa um, at framleiðslan fer at flyta úr Danmark. - Og her tosa vit um næstan alla framleiðslu, staðfestir Helle Thorning-Schmidt, sum vísir á, at tey, eitt nú í Kina, [...] norðurlond, eins og fyri restina av heiminum, so avbjóðandi tíðum, kann vera ilt at síggja, hvussu norðurlendska vælferðarskipanin fer at hóra undan. Hendan skipan, sum flokkar bæði á høgra- og vinstravonginum [...] staðfestir beinanvegin, at tað, sum skal bjarga norðurlendsku skipanina er útbúgving og førleikamenning av fjøldini. Í hesum sambandi greiðir hon frá, at tá hon er runt í landinum og vitjar fyritøkur, hoyrir
2013 hevur verið eitt gott ár hjá laksaalarum, og tað verður møguliga tað besta nakrantíð. Nýtslan av laksi er økt munandi, tí at framleiðarar hava gjørt laks lættan at matgera, og laksur er tann fiskurin [...] Eftirspurningurin eftir laksi fer at økjast meira komandi 15 árini, enn hann hevur gjørt seinastu 15 árini. Vit vænta tí, at alivinnan hevur møguleika at vaksa enn meira, men tað fer at seta sera stór krøv til [...] samstundis um, at framtíðarútlitini bert eru góð, um vinnan megnar at gera tær røttu fyrireikingarnar og at taka tær røttu avgerðirnar nú. Stabell vísti á nakrar orsøkir til, at eftirspurningurin fer at økjast
í dag, og løgmaður segði í sínari røðu, at hann roknaði við at fáa gott samstarv við Heðin Zachariasen, sum hann heldur er ein nærlagdur og konstruktivur politikari. Heðin Zacharisen segði, at hann ætlar [...] ætlar at gera sítt til, at góða samstarvið í samgonguni kann halda fram seinasta partin av valskeiðnum. Heðin Zacharisen fer í farloyvi frá sínum starvi sum borgarstjóri, og í løgtinginum kemur varamaður [...] varamaður hansara á ting - tað er vestmenningurin Ingi Olsen.