Er endamálið við ílegugransking at tjena pengar?

Leila Solmunde
Formaður í MBF
??????????
Nú kjakið um ílegurgransking er komið á breddan í Føroysku miðlunum, byrjaði kjakið við at lýsa hvussu nógvur peningur var í gransking og í ílegutilfeinginum (genmassanum) í Føroyum. Inntøkumøguleikarnir og menning av einum fjøltáttaðum vinnulívið, vóru yvirskriftirnar vit sóu í bløðunum.
Boðið varð til framløgu um ílegugransking úti í Almannamálaráðnum, har samgonga og fjølmiðlar fingu framlagt, hvat ílegugransking snýr seg um. Vit kunnu undrast yvir at tey, ið varða av tilfonginum ikki vórðu boðin við.
Eg eri ikki sørt hørm um, at kjakið hevur fingið hesa byrjan, uttan at nakað politiskt kjak hevur verið um grundarlagið fyri lógarsmíðinum m.a. hvør eigur rættindini til granskingina og ílegutilfarið, hvussu tryggja vit, at tað ikki verður vinnulig endamál, ið koma at stýra granskingini, hvussu tryggja vit frælsi hjá tí einstaka í samband við ættarbandsskráseting o.s.v
MBF hevur haft lógaruppskotið til ummælis, og vit hava gjørt okkara viðmerkingar til hettar, fyri okkum so týðandi mál. Limirnir hjá MBF koma eyðsæð at hava ein týðandi part í ílegugranskingini í Føroyum, og vit eru sjálvandi glað um, at skjøtul nú er settur á granskingina.
MBF er av tí fatan, at tað er gott at skapt verða fyritreytir fyri gransking í Føroyum, so vit kunnu fyri-byrgja og lekja sjúkur, men hetta má altíð fara fram við trygdini hjá tí einstaka, ið luttekur í granskingarætlanini, í hásæti.
Tað lógaruppskotið sum fyriliggur skal sameina 3 ymisk atlit, sum hála í hvørt sítt heraðshorn, og tí kunnu tey lættliga koma í andsøgn við hvørt annað.
1.Verjan av einstaklinginum í samband við gengransking.
2.Granskingaratlit, her uppií at taka støðu til hvønn veg gransking í Føroyskum ílegum skal bendast, um granskingin er nóg munadygg og um granskingin fer eina leið sum er etisk forsvarlig.
3.At fá pening burturúr tí tilfeingi, sum liggur í genmassanum í Føroy-um frá medisinfyritøkur v.m.

Okkara sjónarmið í MBF er, at sama fyrisitingarliga eind, ikki eigur at umsita øll trý økini. Hetta kann føra til, at sami persónur, sum skal verja einstaklingin og taka støðu til granskingina, eisini skal gera granskingarsáttmálar, ið kunnu hava nógva inntøku við sær, og tá er skjótt at koma í eina tvístøðu, har ringt kann verða at velja, hvørjum hann skal tæna.
Avtalur við stór medisinalfeløg er ikki bara av tí góða, og so langt í frá tí. Medisinalfeløgini hava nógvar pengar, meiri enn nakar kann ímynda sær, og tað er skjótt at verða keyptur av teimum um at sleppa at granska í "populerum" sjúkum. Àhugin fyri sjúkum, sum ikki eru so útbreiddar, eru tað møguliga ikki so nógvir pengar í, og tí er tað skjótt, at tað eru pengarnir sum stýra og ikki granskingin.
Og hvør skal so hava allar hesar pengarnar, sum vinnan nú er so spent uppá at kunnu forvinna. Skulu sjúkrahúsini hava teir, so at betri viðgerð kann fáast? Skulu feløg í MBF fáa peningin, tí tey eru ein stórur partur av tí tilfeingi sum ílegusavnið hevur brúk fyri? Ella skal peningurin kanska í landskassan, og harvið er vandi fyri einari inntøku, ið lættliga kann koma at stýra granskingini.
Her eru ómetaliga nógvir etiskir spurningar, sum vit fyrst og fremst eiga at taka upp, uttan at hugsa verður um pengar. Tað má ikki verða so, at vit bert granska við vinning fyri eyga, og skulu vit hava nakran vinning, so má tað verða at lekja sjúkur og bøta um brek. Alt hitt eigur at koma aftaná. Vit skulu og eiga at skilja ímillum vísind, loyniligt atlit til sjúklingar og forrætning. Hesi 3 atlit kunnu bert gjøgnumførast, um trygd er fyri, at sami persónar ikki umsitur øll trý atlitini.
At enda vil eg leggja afturat, at ílegugransking er eitt sera eymt og álvarsamt mál. Vit eru inni á einum øki, har innastu bond okkara verða skrásett og lýst, og í hondum á fólki og statsvaldið har tú ikki kanst taka nakað aftur. Tú ert bundin av, at hava álit á teimum sum granska, sum geva loyvi til skráirnar og ongantíð mugu hugsa peningaligan vinning fyrst. Tí eiga vit greitt at fáa í lóg, hvussu og hvør skal hava ábyrgd av hvørjum, og tryggjast skal at tað ikki eru sami persónar.