Vit skulu duga best

Skal norðurlendska vælferðarskipanin standa seg í altjóða kappingini, mugu vit duga meira og betur enn hini. Tí er einasta gongda leiðin útbúgving og aftur útbúgving. Hetta sigur Helle Thorning-Schmidt, sum vitjar í Føroyum um vikuskiftið.

Tá Sosialurin liggur í sølubúðunum um middagsleitið í dag, er kvinnan, sum eftir øllum at døma verður komandi, og fyrsti kvinnuligi, forsætisráðharrin í Danmark, við í flogfarinum til Føroyar.
Hetta er fyrstu ferð, at Helle Thorning-Schmidt, forkvinnan í danska javnaðarflokkinum, vitjar Føroyar og føroyska systurflokkin, sum hevur landsstevnu um vikuskiftið.

Arbeiða meira
Hóast tíðin var knøpp eydnaðist tað í gjár Sosialinum at fáa orðið á Helle Thorning-Schmidt til eitt stutt prát um ferðina her upp og um avbjóðingarnar, sum norðurlendsku vælferðarstatirnir standa yvirfyri.
Seinastu dagarnar hevur Helle Thorning-Schmidt, saman við Villy Søvndal úr SF, lansera eitt uppskot til ein búskaparreform, sum skal bjarga Danmark úr kreppuni. Tí hevur frúan havt úr at gera í seinastuni.
Í pakkanum, sum hevur fingið heitið ”En fair løsning”, verður millum annað skotið upp, at senda donsku arbeiðsmegina til arbeiðis 12 minuttir longri hvønn dag, at fáa fleiri fólk at útbúgva seg og at lata tey lesandi enda útbúgvingarnar eitt hálvt ár skjótari.


Norðurlendskur hugni
Men aftur til prátið við Helle Thorning-Schmidt og prátið um norðurlendsku vælferðina.
Í hesum, fyri norðurlond, eins og fyri restina av heiminum, so avbjóðandi tíðum, kann vera ilt at síggja, hvussu norðurlendska vælferðarskipanin fer at hóra undan. Hendan skipan, sum flokkar bæði á høgra- og vinstravonginum í dag taka undir við og ynskja at varðveita kjarnuna av.
Í einum heimi í svárari fíggjarligari kreppu, har hugtøk sum globalisering og verðurlagsbroytingar seta politisku dagsskránna á altjóða pallinum, kann ein freistast at spyrja, um vit framhaldandi kunnu, ella sleppa, at sita her uppi í horninum og hugna okkum.


Vit skulu duga best
Hvørjar avbjóðingar heldur Helle Thorning-Schmidt verða tær mest átrokandi í norðurlendska vælferðarskipanini, spyrja vit danska javnaðarpolitikaran.
Hon staðfestir beinanvegin, at tað, sum skal bjarga norðurlendsku skipanina er útbúgving og førleikamenning av fjøldini.
Í hesum sambandi greiðir hon frá, at tá hon er runt í landinum og vitjar fyritøkur, hoyrir hon upp í saman starvsfólk og leiðarar tosa um, at framleiðslan fer at flyta úr Danmark.
- Og her tosa vit um næstan alla framleiðslu, staðfestir Helle Thorning-Schmidt, sum vísir á, at tey, eitt nú í Kina, eru næstan líka dugnaligt at framleiða sum vit í Norðurlondum, men, at tey eru nógvar ferðir bíligari.
- Tí noyðast vit at duga betri enn tey, skulu vit standa okkum í kappingini. Og skulu vit alla tíðina útbúgva og førleikamenna fólkið í okkara londum. Og so nyttar tað also onki, at so nógv ung framvegis ikki fáa eina útbúgving, sigur Helle Thorning-Schmidt.

Stabilitetur og sosialur javni
Eyðkenni við vælferðarstatunum í Norðurlondum er, at hesi lond hava skipað seg við felagsskapsloysnum. Her hava øll atgongd og rætt til vælferðartænasturnar, sum verða fíggjaðar úr almenna kassanum ella gjøgnum solidariskar loysnir.
Eitt annað eyðkenni er, at lønarmunurin er lítil, og at arbeiðsmarknaðurin er væl skipaður. Meginparturin av løntakarafjøldini er skipaður í fakfeløg, sum saman við arbeiðsgevarafeløgum og politiska myndugleikanum eru við til at tryggja eitt ávíst sosialt og fíggjarligt støði. Hendan skipan er við til at skapa stabilitet og sosialan javna, sum so skal tryggja londunum kappingarføri í mun til umheimin.

Felagsskapurin er styrkin
Men hvat heldur Helle Thorning Schmidt verða størsta fyrimunin í vælferðarskipanini?
- Uttan iva er felagsskapurin tann allar størsta styrkin. At vit hjálpa hvørjum øðrum. Soleiðis verða vit før fyri at tryggja, at øll hava atgongd til ein góðan skúla og eitt gott heilsuverk, og hetta gevur tryggleika, staðfestir Helle Thorning-Schmidt, sum eisini vísir á, at sosiala trygdarnetið gevur fleksibilitet á arbeiðsmarknaðinum.
- So, hóast nógv vilja vera við, at skatturin er høgur og at vælferðin kostar nógv, so eru norðurlondini millum tey allar ríkastu og mest kappingarføru londini í heiminum, sigur Helle Thorning-Schmidt við Sosialin.