- Eg meti, at tørvur er á einum málgagni, sum kann ávirka politisku skipanina og teir stovnar, ið fáast við eldraøkið. Hetta hevur sum so einki við sparingarnar at gera, tað snýr seg meira um stýring enn um pengar. Soleiðis sigur Rúna Sivertsen, sum ætlar at stovna eitt felag fyri avvarðandi hjá teimum fólkunum, sum hava heimahjálp fyri neyðini.
- Felagið skal virka á tann hátt, at tað skal vera málgagnið hjá teimum, ið hava heimahjálp, og avvarðandi hjá teimum. Felagið skal taka fundir við leiðslurnar og annars virka sum onnur feløg, sigur Rúna Sivertsen, sum væntar, at nýggja felagið verður sett á stovn innan 14 dagar.
Hon heldur, at undirtøka er millum onnur avvarðandi fyri einum felag ætlaðum teimum avvarðandi hjá heimahjápsbrúkarum.
- Eg havi sjálv havt tankar um hetta felagið í eina tíð, og nú, tá eg havi tosað við onnur um tað, veit eg, at vit eru nógv, sum halda, at tørvur er á einum tílíkum felag.
Torført at siga frá
Rúna Sivertsen heldur, at bæði heimahjálpsbrúkarar og teirra avvarðandi standa alt ov einsamøll, tá onkrir trupulleikar ella ivamál stinga seg upp.
- Tey, sum hava brúk fyri heimahjálp, eru ofta gomul og veik og eru frá eini tíð, har mann ikki altíð sigur frá, men tekur við tí, mann fær. Tá eru tað mangan tey avvarðandi, sum mugu taka sær av tí partinum, har heimahjálpin ikki røkkur, greiðir Rúna Sivertsen frá og heldur fram:
- Tað er her, eg haldi, at mann hevur brúk fyri einum felag, ið kann taka trupulleikarnar upp, sum koma dag um dag, soleiðis at brúkararnir ella tey avvarðandi ikki skulu ringja á skrivstovuna hjá heimahjálpunum við hesum og hasum, sigur Rúna Sivertsen.
Sjálv hevur hon eina mammu, sum hevur sjúkuna parkinson, og fær heimahjálp fleiri ferðir um dagin.
- Tá tú sjálv hevur roynt at ringt ofta, so følir tú teg ikki væl við tað. Mann tímir ikki at standa einsamallur við onkrum trupulleika, ið kann uppfatast negativt, sigur Rúna Sivertsen.
Í slíkum førum hevði verið gott við einum felag, metir Rúna Sivertsen.
- Felagið kann so viðgera og meta um, hvat er relevant, ella hvat er ein veruligur trupulleiki, og síðani taka støðu harfrá.
Kennast ov væl
Ein onnur orsøk til, at tað kann verða torført at gera vart við teir trupulleikarnar, sum nú einaferð kunnu koma fyri, eru tøttu relatiónirnar í Føroyum.
- At skula fara inn einsamallur og siga frá er altíð hart, tí tað munar so lítið, men tað er serliga torført í Føroyum, tí vit hava so ymsar og tættar relatiónir, og eisini tí er umráðandi, at tað er eitt felag, sum tekur sær av teimum vanligu trupulleikunum, sum koma fyri, sigur Rúna Sivertsen og vísir á eitt dømi:
- Tú hevur ein pápa, sum hevur brúk fyri heimahjálp, og onkur trupulleiki er í sambandi við heimahjálpina. Leiðslan, har tú býrt, ert tú í familju við, tit ganga til sama fríðtíðarvirksemi, koma í teir somu føðingardagarnar og so framvegis. Í slíkum førum er gott at kunna venda sær til eitt felag, sum so kann hjálpa tær við trupulleikanum, sigur Rúna Sivertsen.
Hon heldur, at bæði heimahjálpsbrúkarar og tey avvarðandi í fleiri førum aftra seg við at gera vart við seg, tá trupulleikar stinga seg upp.
- Og tað gera tey ofta, av tí at føroyska samfelagið er so lítið, og øll kennast á onkran hátt. Tað ger, at mann er bangin fyri at traðka fram, tá okkurt er, sum mann ynskir broytt.
Mugu broyta skipan
Eitt felag fyri heimahjálpsbrúkarar og teirra avvarðandi hevði komið væl við, tí núverandi skipan riggar ikki soleiðis, sum hon átti at gjørt. Tað heldur Rúna Sivertsen.
- Eg sakni fyrst og fremst eina skipan, sum tekur støði í tí einstaka brúkaranum og hansara tørvi. Tað nyttar ikki, at heimahjálpirnar eru so bundnar at reglum, soleiðis sum tær í dag eru. Mann má hyggja eftir, hvør tann individuelli tørvurin er hjá einum menniskja, sum hevur brúk fyri stuðli, sigur Rúna Sivertsen.
Hon heldur, at tað finnast ov nógv dømi um fólk, sum hava heimahjálp, men ikki fáa ta hjálpina, tey veruliga hava tørv á.
- Til dømis er øll reingerð tikin burtur hjá heimahjálpunum. Tað eru summi, ið bara hava brúk fyri reingerð, tí tey klára seg annars sjálv. Hvat nyttar tað í slíkum førum, at hjálpin kemur at gera teimum ein temunn og kóka havragreyt, men kann ikki turka av gólvinum, sigur Rúna Sivertsen spyrjandi.
- Aftur her hevði verið gott við einum felag, sum kundi farið út og gjørt vart við trupulleikarnar við skipanini, soleiðis sum hon er nú.
Kanska breiðari felag
Gongst sum ætlað er nýggja felagið sett á stovn innan tær næstu tvær vikurnar. Í løtuni tosar Rúna Sivertsen við onnur avvarðandi, sum hava víst hugskotinum hjá Rúnu Sivertsen áhuga, um, hvussu felagið skal vera.
- Vit skulu finna útav, um tað er skilagott at gera eitt felag bara fyri heimahjálpsbrúkararar og teirra avvarðandi, ella um talan skal verða um eitt felag, sum er breiðari. Tað vil siga at eisini avvarðandi hjá teimum, sum eru á røktar- og ellisheimum, skulu verða við í felagnum, greiðir Rúna Sivertsen frá.
Hon vísir á, at møguleikarni,r fyri hvussu felagið skal vera, eru fleiri.
- Til ber eisini at hava eitt felag sum Ældre sagen í Danmark, altso eitt felag, sum tekur sær av øllum tí, sum hevur við eldraøkið at gera, sigur Rúna Sivertsen og heldur fram:
- Men kanska skal hetta vera eitt felag fyri seg í eina tíð, og so kann tað verða breiðari felag í framtíðini. Enn veit eg ikki reiðiliga, hvat tað fer at enda við. Eg veit bara, at tørvur er á einum felag fyri heimahjálpsbrúkarar og teirra avvarðandi.










