gongd í Miðeystri, har tað kann bresta nær tað skal vera og í fleiri støðum. Hamas sjálvmorðsálop á Ísrael, borgarakríggj í Irak og oyðing av kjarnorkuvirkjum í Iran hesi eru tikkandi bumburnar í Miðeystri [...] festa í fjúsið. Og tað eru so sanniliga nógv um boðið. Hvat vit enn halda og hvønn vit enn halda við, so er tað ein sannroynd, at tað prutlar undir lokinum í ikki bert einum men í fleiri av londunum í Miðeystri [...] restar lítið í einum veruligum borgarakríggi millum muslimar innanhýsis, millum Sunni og Shia. Hendir tað so kann hetta fáa eld í alt Miðeystur. Triðja stríðsøkið finna vit í grannalagnum, í Iran. Eisini
i Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í mars mánaði kom Føroya Pedagogfelag upp í málið um sparingarnar á skúlanum fyri ung við menningartarni í Runavík, Rásin. Hóast leiðarin á Rásini í Runavík, Morten Hust [...] fær tað at vita, tá hann av tilvild sær tað í fíggjarlógini fyri 2009 í februar mánaði. - Men nú kom so hetta lesarabrævið frá Morten Hust Petersen í bløðini í gjár, og so mugu vit fáa at síggja, um nakað [...] játtanin fór at vera tann sama í 2009 sum í 2008, varð stovnurin skerdur við 10 prosentum á fíggjarlógini fyri 2009. Hetta fann leiðarin av tilvild út av, tá hann las Fíggjarlógina í februar mánaði. Hann vendi
at skilja, at føroyska løgreglan sýtir fjølmiðlafólki frá Ocean Warrior at koma í land í Føroyum. Tá menninir komu í land í Havn stóð stórur riðil av tíðindafólki fyri teimum, og nýttu teir tá aftur høvi [...] nakað burturúr at koma í land í Føroyum, latst hann sum hann ikki hoyrdi spurningarnar og helt fram við síni einarøðu, ið tóktist ógvuliga innlærd. Tá menninir umsíðir komu í land í Havn og heimspressan [...] tók ímóti, tá fýra fólk av Ocean Warrior um ellivu tíðina mánakvødið komu í land frá tveimum gummibátum í nýggja havnalagnum í Havn. Hetta var júst tað, skiparin á Ocean Warrior og leiðarin fyri umhvø
færri enn 53 ferðir verður rópitekin(!) nýtt í hugfangandi danskari lýsing í føroysku bløðunum í hesum døgum. Og tað eru ikki hissini tilboð, talan er um. Í lýsingini frá íløgufelagnum, DANICA/DEEFL verður [...] ið hann als onki eigur í, ella hevur nakað samband við yvirhøvur. Seta fólk seg í samband við mannin við tí fyri eyga at gera íløgur í ávísar ognir, biðjur hann bara fólk senda pening, og so skal hann [...] undir øllum umstøðum ikki senda tí eina krónu. Sosialurin royndi til fánýtis at seta seg í samband við Claus Andersen, men ongin av teimum 4 telefonunum í felagnum varð tikin.
vatnbyrging Norðuri í Dølum, at gera tvær byrgingar við Eiðisvatn og annars savnað meginpartinum av øllum vatninum í Eysturoynni til Eiðisverkið. Einki kom burtur úr ætlanini í Vágum. Helst tí at í Vágum reistist [...] burturúr. Hetta var tíverri støðan norðuri í Eysturoynni. Men nú hava knappliga fólk í Eysturoynni tikið til orðanna ímóti verkætlanini hjá SEV. Í fleiri frálíkum greinum í Oyggjatíðindum hava bøndur og annað [...] vandi kundi gerast í Funninsfirði, tí so lítið feskt vatn kom í fjørðin. Á Eiði fegnaðust jarðaeigarar um, at teir fingu endurgjald fyri nakrar fermetrar, sum teir mistu, tá vatnstøðan í Eiðisvatni fór at
fleiri konsertir í Íslandi, til dømis í Keflavík. Vit spældu saman við øðrum big-bands í Íslandi, og har fingu føroysku børnini øgiliga inspiratión. Tey hava stóra traditión fyri big-band í Keflavík, og tey [...] TÓNLEIKALÍV Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Talan er um big-band hjá Musikkskúlanum í Havn. Skansa Big-Band er mannað við evnaríkum tónleikarum úr tíggju árum upp í 15 ára aldur. Katrin Jørgensen er [...] Skála og eg sjálv hava øll tikið okkara tónleikaútbúgving í Íslandi. So tað var upplagt at fara til Íslands, tí vit kenna fólk í musikkumhvørvinum í Íslandi, sigur Katrin Jørgensen, musikkskúlalærari. - Tað
krónur fyri hvønn íbúgva, í Danmark er hann 2000 krónur pr íbúgva, í Norra er landbúnaðarstðulin 3000 krónur pr íbúgva, og í Íslandi er hann góðar 3400 krónur fyri hvønn íbúgva í landinum. Harumframt eru [...] mettu sjálvi, at tað nú var neyðugt at geva bøndunum eitt sindur meira í sín part, fyri fyrstu ferð í trý ár, og tí boðaðu vit í heyst frá, at mjólkin fór at dýrka nakað. Men tað var sum at fáa vátan frammaná [...] ð at ganga upp. Omanfyri 10 kr Príshækkingin merkir, at í flestu handlum fer mjólkin at kosta omanfyri 10 krónur liturin. Bæði í Miklagarði og í Keypsamtøkuni kostar ein litur av mjólk nú 10,10 krónur
við Sosialin í farnu viku, at hann ikki hevði ætlað sær at luttikið í sendingini, men at fólk rundan um hann fingu yvirtalað hann til at senda eina demofløgu inn í síðstu løtu. Tá Sosialurin tosaði við hann [...] sangari í rockbólkinum, sum komandi sendingarnar í røðini ?Rockidoler? á TV3 fara at snúgva seg um. Róin Siggertson var annars ein av teimum tredivu tónleikarunum, ið vóru valdir út at luttaka í sendingini [...] valinum Í aðru sendingini í røðini ?Rockidoler?, sum varð send týskvøldið, skuldu dómararnir so velja fimm tónleikarar út til rockbólkin. Tær restandi átta sendingarnar í røðini fara at snúgva seg um, hvussu
verkfall. Í Kommunuskúlanum í Havn er akkurát triði hvør av 40 lærarum farnir í verkfall. Runavíkar kommunuskúli er ikki so hart raktur, tí har eru 9 av 38 lærarum í verkfalli, og í Runavík halda tey ikki, [...] unum skapar ruðuleika í føroysku skúlunum. Kring alt landið er undirvísingin rakt av verkfallinum, og í flestu førðum skulu næmingar í skúla partar av tíðini, teir vanliga eru í skúla. Teir lærarar, sum [...] sigur Hanus Joensen, sum er skúlastjóri í Kommunuskúlanum í Havn. ? Tað eru ikki øll foreldrini, sum koma eftir teimum børnunum, tá tey hava frítímar. Vit liggja mitt í býnum, og tí kann tað vera vandi á ferð
skal forða kommunum, løgtinginum og øðrum at leika í, sum tey vilja. Dómarin er føddur limur í nevndini, og skal hann tryggja, at gegnið altíð er í lagi í nevndini, so viðgerðirnar eru óheftar. Tí eiga avgerðir [...] kunna kærast. Hetta sigur Jógvan Ósá, fyrrverandi sýslumaður í viðmerking til samrøðuna, Sosialurin hevði við Dan R. Petersen í farnu viku í sambandið við fyrispurning til umhvørvismálaráðharran viðvíkjandi [...] rnevndin, ið fekk borið so í bandi, at ferjulegan varð gjørd á Gomlurætt í staðin fyri mitt í Kirkjubø. Hann greiðir frá, at politiska valdið ynskti at gera eina ferjulegu í Kirkjubø til sambandið við