Børnini sleppa at strúka

Læraraverkfallið hevur við sær ósamanhangandi skúlagongd. Tað er óforsvarligt at sleppa teimum yngstu børnunum upp á fjall, halda skúlastjórar

Verkfallið hjá einum triðingi av fólkaskúlalærarunum skapar ruðuleika í føroysku skúlunum.

Kring alt landið er undirvísingin rakt av verkfallinum, og í flestu førðum skulu næmingar í skúla partar av tíðini, teir vanliga eru í skúla.

Teir lærarar, sum ikki eru verkfalli, undirvísa sum vanligt, meðan næmingarnar fáa frí, tá tey eiga at hava ein av teimum sáttmálasettu lærarunum.

Hetta hevur við sær ósamanhangandi undirvísing hjá teimum flestu næmingunum, og tað er serliga ein vansi hjá teimum yngstu skúlabørnunum, sum skulu ansa sær sjálvum, tá eingin lærari er at taka sær av teimum.


Óforsvarligt

? Tað er er óforsvarligt at sleppa teimum yngstu børnunum upp á fjall, men vit fáa einki gjørt við tað. Vit hava givið foreldrunum nýggja tímatalvu, so tey vita, nær børnini fáa undirvísing og ikki, sigur Hanus Joensen, sum er skúlastjóri í Kommunuskúlanum í Havn.

? Tað eru ikki øll foreldrini, sum koma eftir teimum børnunum, tá tey hava frítímar. Vit liggja mitt í býnum, og tí kann tað vera vandi á ferð, tá eingin er at ansa teimum yngstu børnunum.


Partur av

verkfallinum

Aðrir skúlastjórar, sum Sosialurin hevur tosað við, stúra eisini fyri støðuni, nú 7 og 8 ára gomul børn sleppa at strúka, uttan at nakar er at ansa teimum.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag harmast um støðuna, men hon heldur, at hendan støðan er partur av verkfallinum.

? Vit hava roynt at gjørt eina semju við Fíggjarmálastýrið, men tað eydnaðist ikki, og tí verða vit noydd at seta arbeiðssteðgin í gildi, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Endamálið við einum verkfalli er at gera støðuna so trupla, at tað skundar undir eina loysn, og í hesum førði eru tað børn og foreldur, sum eru líða undir, at Fíggjarmálastýrið og Lærarafelagið ikki kunnu semjast.


Ymiskt hvussu tað rakar

Umleið ein triðingur av lærarunum eru farnir í verkfall. Tað er ymiskt, hvussu hetta rakar skúlar og flokkar, men allastaðni er talan um stórt órógv.

Hoyvíkar skúli er ein av teimum harðast raktu, tí har eru 14 av 24 lærarum farnir í verkfall. Í Kommunuskúlanum í Havn er akkurát triði hvør av 40 lærarum farnir í verkfall.

Runavíkar kommunuskúli er ikki so hart raktur, tí har eru 9 av 38 lærarum í verkfalli, og í Runavík halda tey ikki, at hetta órógvar so nógv, sum tað kundi gjørt.

Í skúlanum við Ósánna í Klaksvík eru 11 av 30 lærarum í verkfalli.

Líkt er til, at verkfallið verður drúgt, og allir skúlastjórarnir, sum vit hava tosa við, siga, at tað heilt einfalt ikki ber til at liva við einum drúgvum verkfalli í fólkaskúlanum.