TÓNLEIKALÍV
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Talan er um big-band hjá Musikkskúlanum í Havn. Skansa Big-Band er mannað við evnaríkum tónleikarum úr tíggju árum upp í 15 ára aldur. Katrin Jørgensen er ein av lærarunum á Musikkskúlanum, sum hevur verið knýtt at Skansa Big-Band, ið júst er komið aftur av konsertferð í Íslandi.
- Vit byrjaðu big-bandið fyri børn fyri tveimum árum síðani, og vit hildu tað vera spennandi at stevna ímóti at koma á ferð uttanlands. Vit søktu so um stuðul, og fingu játtaðan stuðul og fóru tískil til Íslands. Eg kann nevna, at lærararnir Atli Petersen, Eirikur Skála og eg sjálv hava øll tikið okkara tónleikaútbúgving í Íslandi. So tað var upplagt at fara til Íslands, tí vit kenna fólk í musikkumhvørvinum í Íslandi, sigur Katrin Jørgensen, musikkskúlalærari.
- Tað var eitt stórt upplivilsi fyri børnini at fara til Íslands. Vit eru øll sera fegin um túrin. Vit høvdu fleiri konsertir í Íslandi, til dømis í Keflavík. Vit spældu saman við øðrum big-bands í Íslandi, og har fingu føroysku børnini øgiliga inspiratión. Tey hava stóra traditión fyri big-band í Keflavík, og tey hava eitt ótrúliga gott orkestur haryviri. So børnini hjá okkum vóru heilt uppi at koyra, tá tey komu heim, tí tey hildu tað var so gott, sigur Katrin Jørgensen.
Til Brasil
Nú er so ætlanin at fara til Brasil við big-band-tónleikinum. Skansa Big-Band roynir at savna inn pening til næstu ferðina, og tað er við hesum fyri eyga, at Skansa Big-Band spælir í Miðlahúsinum í Vágsbotni sunnudagin.
- Um onkur hevur eitt tiltak, so vilja vit fegin bjóða okkum fram við løttum og góðum tónleiki. Sunnudagin 1. mai aftaná hátíðarhaldið á Vaglinum í Havn fer Skansa Big-Band at spæla í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hetta verður umleið klokkan 14:30, sigur Katrin Jørgensen, musikkskúlalærari.
Tvey nýggja føroysk stykki verða at hoyra í Vágsbotni sunnudagin. Atli Petersen hevur komponerað ?Sólarklárt,? sum er eitt rokkut stykkið. Og navnframi føroyski komponisturin Erikovj Skalavovskij hevur sett saman ?Swingovski.?
Katrin Jørgensen sigur, at Skansa Big-Band takkar fyri stuðulin, sum tey hava fingið kring landið frá fyritøkum og grunnum.
--
MYNDATEKSTUR: Undir leiðslu av Karen Sturlaugsson spælir Skansa Big-Band saman við einum íslendskum big-band á ferðini í Íslandi. Skansa Big-Band skal spæla í Miðlahúsinum sunnudagin, og tey vera eisini við mentanarnáttina 3. juni í Grasagarði
Mynd: Skansa Big-Band
MYNDATEKSUR: - Vit fingu sera góða móttøku allastaðni í Íslandi. Børnini vóru sera fitt og nem. ?Most well behaved students,? søgdu tey haryviri. Alt gekk sum fótur í hosu, sigur Katrin Jørgensen
Mynd: Skansa Big-Band