Í skrivandi løtu hevur Yvirfriðingarnevndin ikki tikið støðu til, um SEV fær loyvi at fara suður í Vesturdal eftir vatni. Men væntast kann, at SEV fær hetta loyvi, tí hetta er bara ein lítil partur av eini størri heild, sum SEV frammanundan hevur fingið loyvi til.
Sosialurin hevur viðgjørt vatnorkuútbyggingina hjá SEV frá tí at hon sá dagsins ljós á vetri í 1978. Tá legði SEV fram ætlan um at byggja út Fjallavatn til vatngoymlsu, at byggja vatnbyrging Norðuri í Dølum, at gera tvær byrgingar við Eiðisvatn og annars savnað meginpartinum av øllum vatninum í Eysturoynni til Eiðisverkið.
Einki kom burtur úr ætlanini í Vágum. Helst tí at í Vágum reistist ein folkafylking ímóti tí náttúruoyðing, sum ætlanin var at fremja. Men norðurií Eysturoynni var nærum tøgn. Nøkur fá tandur mótmæltu, men fólkið sum heild mótmælti ikki. Heldur ikki, tá víst varð á, at vandi kundi gerast í Funninsfirði, tí so lítið feskt vatn kom í fjørðin.
Á Eiði fegnaðust jarðaeigarar um, at teir fingu endurgjald fyri nakrar fermetrar, sum teir mistu, tá vatnstøðan í Eiðisvatni fór at hækka. Og aðrir hagar hava síðani fegnast um tað, sum teir hava fingið burturúr. Hetta var tíverri støðan norðuri í Eysturoynni.
Men nú hava knappliga fólk í Eysturoynni tikið til orðanna ímóti verkætlanini hjá SEV. Í fleiri frálíkum greinum í Oyggjatíðindum hava bøndur og annað gott fólk mótmælt. Alt gott um tað, men munnu tey, sum stríddust ímóti ætlanini fyrst í áttatiárunum ikki hugsa, at nú kemur onkur sum ketta úr høvdatrogi...
Skútan legði frá landi fyrst í 1985, tá Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og orkumálum, setti navn sítt undir loyvið hjá SEV at byggja vatnorkuverk, tunnlar og byrgingar í Eysturoynni.
Tá legði skútan frá landi, og um nøkur ár hevur SEV eisini framt verkætlanirnar Eiði 2 og Eiði 4, sum fevna um sunnara part í Eysturoynni. Sjálvandi kann steðgast á nú, og SEV kann fáa at vita, at nú er nóg nógv gjørt: latum okkum síggja, um nøkur árin kunnu síggjast í náttúruni.
Men higartil hevur Yvirfriðingarnevndin givið øll loyvi, og mong hvøkka við, um nevndin kemur til aðra niðurstøðu hesuferð.
Skommin hendi, tá landsstýrið gav loyvi til Eiðisvatn. Ístaðin fyri at arbeiða víðari við ætlanini hjá umhvørvis- og SEV-manninum Páll Mikkelsen at byggja eina vangoymslu oman fyri Veðranes og gera eitt orkuverk norðanvet Selatrað.
Sjálvandi skulu vit byggja út vatnorkuna. Men við skili. Og skilagott var ikki at oyðileggja Eiðisvatn og nærum tøma hvønn áarløk í Norðureysturoy.