altíð so hugaligt at verða útpurraður mitt á nátt, tá ið tað er illveður, men hesum hava vit so liva við øll hesi árini. Skipanin ber eisini við sær, at Jóannes ella eg sjálvur altíð má vera tøkur, so vit [...] Tíbetur fáa vit støðugt nýggj fólk í hitarúmið, bæði yngri og eldri. Eg havi ofta lagt til merkis, at tá ið fólk fara úr arbeiði, tí tey eru fallin fyri aldursmarkinum, so fara tey at vitja svimjihøllina [...] standi, men krøvini eru størri í dagsins samfelag, enn tey vóru í 1982. Eg havi so ofta sagt, at kommunan átti at bygt út, so vit fingu eitt vatnland vestanfyri høllina ella har, sum ÍSF húsið er. Enn er
at velja ein mann”, segði hon, og tá bar av, eg fór at gráta, so hjartaliga, hvat bilti hon sær inn at fara og velja sær nýggjan mann. So álvarsligar fylgjur kann ein útsøgn hava! Men nú eri eg á veg niðan [...] noktandi, tær flestu hava longu avgjørt, hvør fær krossin. Havi so heldur ikki sagt teimum, at eg sjálv stilli upp, sigur hon flennandi, tí so kundi verið, at tær kendu seg noyddar at svara øðrvísi. ?Anna [...] á listan, um so øll komu úr einum stað. ?- Sigst, at tvørafólk ikki velja vágbingar og umvent, men eg trúgvi tí ikki. Ørvitisskapur. Í mínum dagliga yrki sum tannrøktari arbeiði eg líka so væl inni í munninum
tað er lættari at gera hesi stóru inntriv á einum stað, har tað búgva fá fólk, tí tá verða mótmælini færri? Hvussu kann nakað so ódemokratiskt ganga fyri seg beint framman fyri nøsini á hesum borgarum? [...] eitt orð um, hvussu longi hendan avtalan er galdandi, ikki eitt orð um, hvussu nógv vatn skal takast úr hvørjari á. Tað merkir so, at Klaksvíkar Kommuna bjóðar eina lítla eingangsupphædd fyri at fáa alt vatnið [...] skal ganga enn skjótari. Atlit hava ikki verið tikin til, hvørjar avleiðingar ein so stór verkætlan kann hava á gróður, fólk, djór og alt, sum atlit kann takast til. Tí atlit eru ikki tikin til nakað yvirhøvur
hjá Fólkaflokkinum um at avmontera so nógv sum gjørligt av tí almenna. Mótspæl fær hann einki, og hann hevur tí púra fríar teymar. Men Jørgin er dugnaligari enn so. Hann hevur eisini fingið landsstýrisfólkini [...] hava vit havt so nógv brúk fyri einari dugnaligari og mælskari andstøðu enn í dag. Tíbetur er nú líkt til, at andstøðan hevur tikið annað skinn um bak. Hugsjónarligu spjótini eru hvest so mikið, at oddvitarnir [...] Løtan er lagalig beint nú, tí øll vænta, at okkurt fer at henda. Stóri spurningurin er so, hvat vit brúka løtuna til, og um vit brúka hana rætt? Kreppan fyrst í 90´unum Eftir mong ár við naggatódn, har
londum eru nógvar tjóðir saman, og í flestu førum er hetta problemfrítt, ja kanska beríkandi. Men summastaðni kemur nationalisma og fundamentalisma uppí, og so koma problemini. Og so kann óbótaligur [...] skapinum. Repetitión av gomlum mytum og misskiljingum, sum føroyska sokallaða ”sjálvstýrisrørslan” hevur verið í so dugnalig at jabba í tíð og úrtíð. Sum inngang segði sjónvarpið nakað soleiðis: [...] kanska eisini tjóð. Og teir í Ulster? Í Suðurjyllandi búgva fólk, sum eru týskarar av nationalitet (tjóð). Og sunnan fyri markið búgva fólk, sum eru danskarar av nationalitet, men sum búgva í Bu
Tað ljóðar so vakurt í lýsingunum frá Smyril Line. “Tak bilin við tær til Noregs. Og njót eina góða summarfrítíð í hesum vakra landinum!” Vit avgjørdu at royna, um tað var so. Og tað var so! Frammanundan [...] sjálvur, men hevur ein heldur hug at lata fólk hjá fyritøkuni gera tað, so kann tað eisini gerast fyri eina ávísa - rættiliga stóra - upphædd. Hevur ein brúkt gass, so rindar tú eina lítla upphædd fyri tað [...] ein brúk fyri onkrum luti til summarhúsið ella summarbilin, so fæst tað eisini her. Uttanfyri stóð ein hópur av øllum teim møguleikunum, sum fólk hava at búleikast í, um tey ynskja eina aðra feriu enn ta
Endamálið við Prestafelagnum er at verja fakligu áhugamálini hjá prestunum og felagið fæst ikki so nógv við kirkjupolitisk mál. Men nógvir spurningar eru sjálvsagt samanhangandi og formaðurin í prestafelagnum [...] omuni, sum er grundleggjandi ósamd við kirkjuna um nógv viðurskifti. Men hann leggur dent á, at spurningurin er ikki viðgjørdur í Prestafelagnum, so hetta stendur fyri hansara egnu rokning. Vísir ein [...] verður yvirtikin. ?Hvør skal tá koma ístaðin fyri drotningina, spyr hann. Hvør skal so seta ritual í gildi og hvør skal so seta biskupar og loysa teir úr starvi aftur. Jákup Reinert Hansen heldur ikki at
trygdarreglurnar nógv herdar, og trygdarskeið verða oftani hildin. Alt við tí endamáli, at sjófólk skulu kenna seg so trygg, sum á nakran hátt gjørligt. Hóast alla hesa fyribyrging so hendir kortini tað [...] sum stóð eftir í dekkinum. Men Dánjal Jákup rakk so illa tvørturum, at hann fekk ikki krept hendurnar. Sjógvurin breyt, og teir vóru hangandi. Men so kom eitt brot í hølunum á hinum brotinum. Tá misti [...] fekk hann inn á dekkið í allarseinastu løtu. Hóast trygdarviðurskifti sjómansins eru nógv broytt til tað betra, so er sjómaðurin tó altíð í eini serstakari vandastøðu, av tí at hansara virkisøkið er havið
meira enn bara sjónleik og manipulatión. Seinastu árini hava ávís tjó-veldisfólk dyrkað hesi evni í so nógv. Eg eri eisini troyttur av, at tað vísir seg hjá øllum flokkunum ? her er einki undantak ? at tað [...] pínslaváttur. Tá Høgni Hoydal tosar um, hvat umheimurin fer at siga nú, so vil eg svara, at føroyskur politikkur er álvarsamari enn sum so. Høgni hevur kanska sjálvur sett seg í eitt ávíst ljós hjá útlendingum [...] Fólkaflokkinum ovboðið. Allur hesin sjónleikurin á Vaglinum við geylandi tjóðveldismonnum minti meg so nógv á læknastríðið í Klaksvík, sum tjóðveldisflokkurin avgjørt ongan heiður átti av, at tað varð loyst
fyri okkum. ? Tá ið so samráðingarnar við danir verða, má flokkurin so taka støðu til um hetta er uttanfyri ella innanfyri tað mark, sum hann sjálvur hevur sett. Og útfrá tí verður so tann politiska støðan [...] einfalt ikki við, endurtók hann. Okkara meting Á fundinum mánakvøldið var eisini víst á, at nú vóru nógv fólk farin at ivast í, hvat ríkisfelagsskapurin er í veruleikanum. Og m.a. hevur Annita á Fríðriksmørk [...] er at sama, hvat úrslitið verður, so skal tað ikki vera hann, sum fær skyldina fyri tað, sum er hent. Hann vil helst koma burturúr hesum uppá ein máta, sum fær fólk til at halda, at hann hevur gjørt tað