”Never waste a good crisis”

Kendi demokratiski ráðgevin og stápsstjórin í Hvíta húsinum segði orðini: "You never want a serious crisis to go to waste." Stutt sagt , vit mugu gagnnýta eina kreppu. Brúka hana til at fáa gjøgnumført ein politikk, sum annars ikki hevði borið til.

Løtan er lagalig beint nú, tí øll vænta, at okkurt fer at henda. Stóri spurningurin er so, hvat vit brúka løtuna til, og um vit brúka hana rætt?

Kreppan fyrst í 90´unum
Eftir mong ár við naggatódn, har ongar bygnaðarbroytingar hendu, vísti tað seg skjótt, at tá óløguni fyrst í 90´unum fóru at skola inn yvir samfelagið, vórðu politikarar og fólk annars greið yvir, at nú skuldi tøkini takast. Løtan, hóast sera trupul á allan hátt, gjørdist lagalig, tí nú bar til at gjøgnumføra stórar broytingar, sum eingin frammanundan hevði torað at rørt við einari eldtong. Politikkurin gjørdist eitt ”must.”
Vit fingu bilbugt við eitt ótal av grunnum, vit fingu steðgað almenna veðhaldspolitikkinum, vit fingu steðgað uml. hálvari milliard í studningi til fiskivinnuna, vit fingu nýggja lóggávu um partafeløg, nýggja roknskaparlóg og nýggja játtanarskipan. Fíggjarlógin fór úr 3,2 mia. niður í 2,3 mia. hesi árini. Spart varð, har sparast kundi, rationaliseringar vórðu gjørdar umframt lønarafturhald.
Alt hetta varð gjørligt, tí fólk sóu, at tiltøk vóru neyðug fyri at fáa skútuna aftur á beint. Hetta var alt framt serliga av samgonguni millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Tveir flokkar, sum eru hugsjónarligir mótsetningar, og tí kunnu halda hvønn annan í skakk. Ein kann siga, at báðir partar máttu bløða, og tí var ein javnvág. Fólkaflokkurin mátti standa fyri at pína vinnuna við minkandi studningum , og Javnaðarflokkurin mátti standa fyri at minka veitingar og fremja lønarafturhald. Politiska mótvektin gav politiska javnvág. Hetta var alt annað enn populert, men í samfelagnum kendist tað sum um, at øll vóru við til at gjalda fyri kreppuna. Skútan kom á rættkjøl.
Kundi eisini nevnt, at tað var henda sama samgongan, sum fekk Samhaldsfasta upp at standa og setti á stovn Als, meðan arbeiðsloysið nærkaðist 25%.
Men hvussu er nú?
Taka vit orðini um at gagnnýta eina kreppu til okkara, so áttu vit eisini at fingið okkurt skilagott burtur úr kreppuni, sum rakti okkum 2008. Vit áttu í hesum tíðum at gjøgnumført broytingar, sum samfelagið alt, hevði havt gott av. Tað vísir seg tíverri so, at eru tíðirnar nøkulunda, trýtur politiska dirvið til nýskipanir.
Broytingar henda í dag, men hvørjar eru tær? Eru tær nú til frama fyri alt samfelagið? Nei, er stutta svarið.
Trupulleikin í dag er, at tað er als eingin javnvág í samgonguni. Nú er tað ein klokkuklár borgarlig stjórn, sum situr við valdið, og sum rekur klokkukláran borgarligan politikk. Kanska naivt, men vit høvdu væntað tað øðrvísi.
Nú raka øll tiltøk úti í samfelagnum ójavnt. Tað verður lagt afturat hjá teimum vælbjargaðu, og rokningin verður send teimum minni vælbjargaðu. Hetta skapar sjálvandi als einki forstáilsi, og tað er væl júst tað, sum vit uppliva í dag. Nøkur eru himmalfegin, meðan onnur hava mist vónina.
Men er tað ”legalt” at brúka eina kreppu til at gjøgnumtrumfa politikkin hjá einum ávísum flokki og ikki at gjøgnumføra ein politikk, sum kemur samfelagnum øllum til góðar? Tað merkist í løtuni, sum um vit hava eina einflokkaskipan. Flatskattur, forskatting av pensjónum, hækking av pensjónsaldri og allar hesar forkølaðu loysnirnar á fiskivinnuøkinum eru beinleiðis úr politiska ynskilistanum hjá Fólkaflokkinum. Við slíkum undanvindi, kann flokkurin sjálvandi liva við, at ein jánkaslig roynd, sum var dømd at miseydnast, verður gjørd fyri at hækka ríkisstuðulin.
Anders Fogh hevði ein dreym í 1993, tá hann skrivaði bókina ”Fra socialstat til minimalstat.” Men hann fekk so einki realiserað av hesum dreymi. Tvørturímóti.
Men tað, sum Fogh ikki megnaði, tað megnar Jørgin, má sigast. Hann fær eitt mál fyri og annað eftir ígjøgnum. Hann fær gjøgnumtrumfað kongstankan hjá Fólkaflokkinum um at avmontera so nógv sum gjørligt av tí almenna. Mótspæl fær hann einki, og hann hevur tí púra fríar teymar.
Men Jørgin er dugnaligari enn so. Hann hevur eisini fingið landsstýrisfólkini úr hinum flokkunum at fara út og berjast fyri at minka um vælferðartilboðini við tí undanførslu, at karmarnir ikki loyva hesum og hasum. ”Vit skulu skerja,” og ”vit skulu hava brúkaragjøld innan heilsuverkið,” er boðskapurin. Júst við somu grundgeving lata vit vindeygu út í heim aftur við at niðurleggja sendistovuna í London.
Karmarnir hava fingið ein løgnan status, sum eitt óstýriligt ódjór, sum vit bert mugu akta. Karmarnir er sum ein kraft, sum kemur uttanífrá. Eini harraboð, sum vit onga ávirkan hava á, sjálvt um sitandi samgonga sjálv eigur karmarnar við høvd og gørnum.
Kom at hugsa um skúlapolitikkin. ”Fólkaskúlin skal spara 16 mió. komandi árini,” sigur landsstýrismaðurin. So nú er henda sparingin vorðin politiska projektið fyri mest týðandi skúlan í okkara útbúgvingarskipan. Nú er politikkurin vorðin bókhald og ikki visjónir um ein góðan fólkaskúla. Fyri mong er als eingin logikkur í hesum, tí vit tosa also um 16 mió. Hevur samfelagið veruliga ikki ráð til ein góðan fólkaskúla, tá vit hava ráð til eitt nú flatskatt?
Eg rokni heldur ikki við, at henda samgongan fær gjørt nakað við hvørki fiskivinnubygnaðin, kommunubygnaðin, skúlabygnaðin ella sjúkhúsbygnaðin, tí hon snøgt sagt hevur hendurnar fullar av fólkafloksprojektum. Tað verður ikki tíð til annað, og tí koma lívsneyðugar nýskipanir at bíða.
Fólkafloks-”hypnosan” virkar.
Álitið er andstøðan
Neyvan nakrantíð áður hava vit havt so nógv brúk fyri einari dugnaligari og mælskari andstøðu enn í dag. Tíbetur er nú líkt til, at andstøðan hevur tikið annað skinn um bak. Hugsjónarligu spjótini eru hvest so mikið, at oddvitarnir á samgonguni renna undan leiðarunum í andstøðuni, og boðskapurin í fjølmiðlum og í tinginum hevur eisini fingið munandi betri bit.
Fólkaræðið hevur stórliga brúk fyri hesum, og alt fleiri eisini innan fakrørsluna leggjast til.
-----
Jóannes Eidesgaard