Týsdagin 18. desember vóru 25 ár síðani, at Svimjihøllin í Gundadali varð tikin í brúk. Tað var 18. desember í 1982. Heri Lava Olsen hevur verið leiðari síðani í 1985, og leiðarin ivast ikki, tá ið hann verður spurdur um, hvat føðingardagsynski hann hevur:
- Tað var eitt stórt frambrot, tá ið vit fyri einari fjórðingsøld síðani fingu svimjihøllina. Hon er framvegis í góðum standi, men krøvini eru størri í dagsins samfelag, enn tey vóru í 1982. Eg havi so ofta sagt, at kommunan átti at bygt út, so vit fingu eitt vatnland vestanfyri høllina ella har, sum ÍSF húsið er. Enn er hetta ikki vorðið veruleiki, men eg vóni og vænti, at býráðið fer at gera álvara av, at fáa hetta ynskið gjørt til veruleika, sigur Heri Lava Olsen.
Hóast høllin er 25 ára gomul, so sæst lítið slit á henni. Tað er tiltikið, hvussu væl arbeiðið í síni tíð varð frágingið, og øll hesi árini hevur tað verið gingið høgt uppí at halda viðlíka tað, sum fyri fjórðingsøld síðani kostaði 40 milliónir at byggja. Kommunan letur svimjihøllini umleið fimm milliónir um árið at reka og viðlíkahalda høllina fyri.
Høllin er opin so at siga alt árið og hvønn einasta dag. Undantøkini eru størstu høgtíðsdagarnir, á Ólavsøku og so í desember mánað, tá ið tað plagar at vera stongt í tríggjar vikur, meðan tað viðlíkahaldsarbeiðið verður fingið frá hondini, sum tað ikki ber til at gera, meðan fólk er í høllini. Í ár var tó bara stongt í tvær vikur. Í desember á hvørjum ári taka starvsfólkini lívbjargararoyndina og 1. hjálparroyndina.
- Vit gera nógv við viðlíkahaldið. Tað er alneyðugt eitt nú, at vatnringrásin er í lagi Meginreglan er, at tað við at vera upp á forkant skal sleppast undan akuttum brekum. Tað hevur eydnast væl. Higartil hava vit bara fýra ferðir verið noydd at steingja orsaka av tekniskum breki. Tríggjar ferðir ein dag og eina ferð í tveir dagar, greiðir Heri Lava Olsen frá.
Frá klokkan níggju og inntil klokkan trý korter til trý eru skúlabørn og ungdómar í høllini, og frá klokkan trý og inntil klokkan 20.30 er aftur almenn svimjing. Eftir almennu svimjingina eiga svimjifelagið og froskmenn høllina. Tá ið tað klokkan tíggju á kvøldi verður stongt, hevur tað verið ljós ímillum fimtan og sekstan tímar. Tað sæst aftur í nýtsluni, og tað sæst aftur í starvsfólkaliðnum. Høllin brúkar fyri 90 túsund krónur í el um mánaðin, og oljunýtslan er 200 tons um árið. Starvsfólkatalið er 25, tá ið vikuskiftisavloysararnir eru tiknir við.
- Hýrurin millum starvsfólkini er góður, og vit taka tað sum tekin um, at teimum dámar væl her, tá ið mong teirra, sum hava verið í starvi, søkja aftur sum frítíðaravloysarar, meðan tey eru undir útbúgving uttanlands.
Uppgávan hjá starvsfólkunum er at hava eftirlit í høllini og umklæðingarrúmunum, at vaska og at sita í búrðinum, sum tey kalla atgongumerkjasøluplássið. Saman við leiðaranum er ein varaleiðari. Tað er Jóannes Niclasen. Teir báðir leiðararnir fáast við viðlíkahaldsarbeiðið.
Tað kann ikki sigast annað, enn at leiðarin er rættuliga bundin at høllini. Skipanin er soleiðis, at um okkurt brek kemur fyri í høllini, so boðar fartelefonin hjá leiðaranum frá. Soleiðis er tað, tá ið tað eitt nú er brek á elskipanini ella oljufýrinum.
- Tað kemur meiri enn so fyri, at tað verður boðað frá onkrum, sum skal rættast beinanvegin. Tað er kanska ikki altíð so hugaligt at verða útpurraður mitt á nátt, tá ið tað er illveður, men hesum hava vit so liva við øll hesi árini. Skipanin ber eisini við sær, at Jóannes ella eg sjálvur altíð má vera tøkur, so vit eru ongantíð báðir úr Havnini í senn, greiðir Heri frá.
Serlig mentan
Svimjihøllin í Gundadali er væl umtókt. Talið á vitjandi hvørt árið liggur um hálvt annað hundrað túsund. Tað vil siga, at tað higartil hava verið einastaðni millum tríggjar og fýra milliónir vitjandi, og at svimja í Gundadali er partur av gerandisdegnum hjá so nógvum.
- Ein túrur í høllina hoyrir við til gerandisdagin hjá so nógvum. Fyrrapartsvaktin møtir klokkan hálvgum sjey, og tá ið hurðin verður latin upp klokkan trý korter til sjey, standa nøkur og bíða uttanfyri. Rutinan er so mikið inngrógvin hjá nógvum, at tað ber til at seta klokkuna eftir teimum. Starvsfólkini vita eitt nú, at Simme plagar at smoyggja sær inn um júst, áðrenn vit klokkan níggju steingja fyri almennu svimjingini. So viðhvørt verður tikið til, at nú er tíð at steingja, tí Simme er komin, ella at tað verður spurt, tá ið tað verður stongt, um Simme er komin, sigur Heri Lava Olsen.
Morgunfrúurnar møta um átta tíðina. Tær kunnu vera upp í einar 25 hvørja ferð, og tær geva sær góðar stundir. Hjá summum monnum verður tað gingið høgt upp í løtuna í hitarúminum. Nakrir møta áðrenn klokkan sjey og geva sær góðar stundir í saununi, eftir at teir hava svomið nakrar longdir, og aðrir svimja og sita í hitarúminum, tá ið teir eru lidnir við arbeiðsdagin.
- At sita í hitarúminum er tiltikið. Har verður nógv prátað, og situatiónin í býnum, í landinum og øllum heiminum verður aftur og aftur vend. Henda traditiónin er so gomul, sum gamli svimjihylurin. Um vetrarnar var baðstovan opin tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, og tá vóru nakrir fastir fúsir í hitarúminum. Eitt nú Klerens, Karl hjá Talisi og beiggi hansara Hans, William Sloan, Jacob Lindenskov og ikki at gloyma Jóhan Norðfoss og Ivan Carlsen, sum dámdu væl at sita saman við fryntligu havnarmonnunum, sum vistu nógv at greiða frá, vóru bersøgnir og eisini hittinorðaðir.
- Tað er serlig mentan at vitja hitarúmið, og eg veit, at blaðstjórin á Sosialinum saman við fleiri politikarum kann skriva undir upp á hetta. Tíbetur fáa vit støðugt nýggj fólk í hitarúmið, bæði yngri og eldri. Eg havi ofta lagt til merkis, at tá ið fólk fara úr arbeiði, tí tey eru fallin fyri aldursmarkinum, so fara tey at vitja svimjihøllina rættuliga ofta. Tað gera tey regluliga, men um stígur kemur í, so tykist tað sum um, at tað er tungt at koma í gongd aftur.
Tann, sum hevur skrivað hesar reglur, kann av egnum royndum og saman við so mongum øðrum, sum dagliga vitja í Svimjihøllini í Gundadali, skriva undir uppá, at høllin er ein perla í høvuðsstaðnum.
Hvussu komu tit á navnið Svimjihøllin í Gundadali?
- Navnið er einfalt og rættuliga upplagt. Høllin hevði einki navn tey fyrstu árini. Í onkrum formligum ella almennum pappíri sá eg, at hon varð nevnd Tórshavnar Svimjihøll ella okkurt sovorðið. Hetta kendist tungt og stirvið. Gunnar Hoydal, sum var býararkitektur og hevði teknað høllina, og eg tosaðu eina ferð um hetta. Eg helt fyri við hann, um vit ikki skuldu nevna høllina fyri Svimjihøllin í Gundadali. Tað tók hann beinanvegin undir við, og so varð navnaskiltið sett upp á høllina.
Ræddist vatn
Skipað svimjing hevur verið í Tórshavnar kommunu í 48 ár. Tað var í 1959, at svimjihylurin í Gundadali varð tikin í nýtslu. Tá var Heri Lava Olsen 14 ára gamal, og hann minnist væl fyrstsu tíðina:
- Sjálvandi var hetta spennandi, men hjá mær var tað ein stórur trupulleiki, at eg hevði vatnskrekk. Eg tordi ikki niður í vatnið, og tí dugdi eg sjálvandi ikki at svimja. Men árið eftir – í 1959 – kom glið á. Hetta var síðsta árið, at eg gekk í skúla. Vit høvdu Petur Højgaard Simonsen ella Petur á Barnaheiminum, sum vit kalla hann, í fimleiki, og hann baksaðist við okkum og syrgdi fyri, at eg slapp av við vatnskrekkin. Hetta summarið lærdi eg at svimja, og tá gekk tað skjótt. Á Ólavsøku luttók eg í fyrstu kappingini, og næstu árini var eg nógv í svimjihylinum, minnist Heri aftur á.
Virksemið var stórt í Havnar Svimjifelag, og Heri var ein av stinnastu svimjarunum. Longu í 1960 vann hann fyrstu kappingina, og miðskeiðis í seksti árunum var hann við, tá ið svimjifelagið kappaðist saman við og ímóti dønum. Svimjfeløgini Sparta og Neptun vitjaðu, og í 1964 stóðu svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag seg væl – bæði tá ið danir vitjaðu í Havn, og tá ið tey úr Havnar Svimjifelag vitjaðu á flatlondum.
Heri var í fleiri ár formaður í Havnar Svimjifelag, har hann telist millum heiðurslimirnar. Nú eru longu nógv ár síðani, at hann tók seg burturúr tí virkseminum.
Boðar frá tiltøkum
Umframt føstu kundarnar í Svimjihøllini so er ofta vitjan aðra staðni. Eitt nú barnagarðar og skúlar og eisini familjur.
- Um okkurt tiltak er fyriskipað í Havnini, so fáa vit ofta ágóðan av tí. Eitt nú um skúlabørn ella barnagarðsbørn skulu til sjónleik ella onkra aðra framsýning, so síggja vit, at skráin hjá teimum verður løgd soleiðis, at tey vitja í svimjihøllini. Serliga í vikuskiftinum hava vit ofta vitjan av familjum, sum síggja hetta at vera ein part av hugnaligum havnartúri.
Útlendsk ferðafólk brúka høllina, og Heri minnist onkra stuttliga søgu í tí sambandinum:
- Eg minnist eina ferð fyri nøkrum árum síðani, eg stóð í búrðinum, og eitt danskt par kom inn í høllina. Tey spurdu, hvat tað kostaði at svimja. Eg haldi ikki, at tað var dýrt at svimja tá, og tað er tað heldur ikki nú. Men tað hildu hesi bæði. Tey tingaðust eina løtu, og so bað maðurin um eitt atgongumerki – til konuna. Eg peilaði av í speglinum, sum vit hava. Konan fór inn í umklæðingarrúmið, men hann misti eg burtur. Eg fylgdi við, og eina løtu seinni kom hann út av vcnum, sum er í forhøllini. Tey trongdu ivaleyst til at fáa sær bað. Tað helt hann vera ov dýrt, og so vaskaði hann sær etaguvask, meðan konan slapp at fáa eitt luksusbað!
Trúgvir tænarar
Fyrsti leiðarin í svimjihylinum var Ivan Carlsen, sáli. Hann var smiður, og gjørdist leiðari beinanvegin, tá ið svimjihylurin varð tikin í nýtslu í 1959. Ivan var leiðari, inntil hann doyði í 1985. Meðan hann var sjúkur, var Karin Joensen leiðari, og síðani í 1985 ella seinastu 22 árin hevur Heri Lava Olsen verið leiðari.
- Tey fyrstu árini arbeiddu umframt Ivan og Karin Jóhan Norðfoss og systir hansara Olina Mylná. Elin Mouritsen var eisini har, tá ið eg kom í svimjihylin at arbeiða í 1973. Frammanundan hevði Sára Hansen eisini verið. Hon var kend ítróttarkvinna – eitt nú spældi hon hondbólt, róði kapp og svam – men hon var farin, tá ið eg kom har, greiðir Heri Lava Olsen frá.
Svimjihylurin í Gundadali lat upp 2. páskadag, og hann var opin út á heystið. Fleiri av starvsfólkunum vóru í starvi, meðan svimjihylurin var opin og ikki um veturin. Tey komu til arbeiðis, tá ið tað varð riggað til at lata upp. Ivan og Karin høvdu baðsstovuna um vetrarnar, og Jóhan var eisini har.
- Tað kundi vera eitt sindur stressað undan páskum. Tá varð hylurin málaður, og viðhvørt var veðrið ikki til vildar. Annað árið, tá ið danska felagið vitjaði í seksti árunum, viðraði tað ikki at mála svørtu strikurnar á botninum, áðrenn vatn varð latið í hylin, minnist Heri Lava Olsen aftur á.
Fyri leiðaran í svimjihøllini og øll onnur var tað ógvuliga stórt frambrot, tá ið høllin varð tikin í nýtslu fyri fjórðings øld síðani, og tað harvið varð møguleiki fyri at svimja alt árið. Nú heldur Heri, sum er ein av trúgvu tænarunum í høllini, at kommunan átti at givið sær sjálvari og borgarunum eina føðingardagsgávu, sum skuldi verið vatnland vestanfyri høllina.
Harvið hevði perlan í Gundadali verið uppaftur hugaligari at vitja, enn høllin longu nú er tað. Hóast høllin er 25 ára gomul, so kennist hon framvegis nýggj og væl hildin. Tað er ikki minst fíggjarligu játtanini hjá kommununi og dugnaligu og fryntligum starvsfólkunum fyri at takka.