Og tað er ein trupulleiki í sær sjálvum. Men um so alt er rætt farið fram alla vegin ígjøgnum, alla tíðina og av øllum instansum, tað er so nakað heilt annað. -Er tað náttúrligt, at tað er Tjóðveldisflokkurin [...] men tá er tað ein rein juridisk kanning, sum skal gerast gjøgnum politiið. Tá skal man hava grundaðan illgruna um, at nakað beinleiðis ólógligt er farið fram. -Her er tað so ikki spurningurin, um nakað [...] stýrisskipanini, eitt nú roknskaparlóg, grannskoðaralóg, játtanarskipan í sambandi við fíggjarlóg osfr. - og tá fingið greiðu á, um alt tað hongur saman, um nakar kinkur er í tí! Tað er so eitt mál fyri seg
hann er við teimum á hesi vandafullu ferð; tíanbetur er hesin vakri siður fyri ein stóran part varðveittur her á landi, tað hava vit til dømis sæð í sjónvarpinum av og á, og er hetta at fegnast um; eisini [...] niðurlagdir, sjálvt um motorarnir hava avloyst árarnar, kundi hetta hildið áfram sum áður. Hóast alt hetta, sum eg her havi nevnt, so tykir mær at tað her á landi er nógv, sum er farið av lagi á tí andaliga [...] latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann«; tí at skriftin skuldi ganga út: »Teir býttu klæði míni millum sín, og kastaðu lut um klædning mín«. Hetta gjørdu nú hermenninir. Men við Jesu
er langt ímillum listafólk sum Piaf, er evnið ikki fremmant fyri okkum. Søgan um Piaf minnir meg ofta um okkara egnu íslendsku songkvinnu Bjørk. So skjótt hon hevði nomið okkara hjørtu, vóru boð eftir [...] leikin í Íslandi, og hon dylur ikki yvir, at hon er serliga fegin um at sleppa at royna tað aftur og so á føroyskum. Klassikt tema Sigrun ivast ikki í, at søgan um Edith Piaf framvegis hevur ein týdni [...] verða stjørnur, er tað kanska meir viðkomandi enn nakrantíð at fortelja, hvørjum veruligar stjørnur eru gjørdar av, sigur Sigrun, og leggur afturat, at hóast søgan um Piaf er óvanlig, er tvídrátturin, hon
eftir at ynskja. Kanska er vánaliga úrslitið av PISA-kanningin júst eitt dømi um málsliga frustratión og ómegn. Tað er ein sannroynd, at bæði til koyrikort og aðrar próvtøkur er nýføroyska málið ofta størri [...] doktari í málfrøði, skrivar um málpolitikk (Málhornið Dimmalætting 11.08.06) m. a. Hugmyndin um eitt reint, fullkomið snið á máli er ein hvørvisjón .. .. men hugmyndin um eitt slíkt óveruligt, reint mál [...] orðatilfeingið er ónøktandi í fleiri høpum; innan vísindi og heimsspeki er ikki lætt at orða seg á hampuligum føroyskum, og torført er at flyta kenslubornan skaldskap bundnan ella óbundnan yvir í líknandi
Klein Olsen, sum nú er venjari, hevur sagt við sínar leikarar í steðginum, er ikki gott at vita. Í hvussu so er vóru teir fullkomuliga hamskiftir, tá teir komu úr umklæðingarrúminum. Eitt er, at neistamenninir [...] sigur hetta ivaleyst alt um, hvussu leikur fór hesa løtuna. Teir bláu høvdu nú givið skarvin yvir, og hóast munurin í tølum ikki var so stórur alla tíðina, varð als eingin ivi um, at stigini bæði fóru til [...] megnaði at fylgja við til 19-20, so hevði tú nú varhugan av, at VÍF nú av álvara fór at spíla seg út. Tað gjørdu teir so sanniliga, og neistaliðið, sum nú tóktist meira og meira mótfallið, byrjaði brádliga
tryggan. Tað er altíð gott at eiga ein Harra og Frelsara at leita til, og ikki minst í tílíkum umstøðum er tað gott at kenna, at tú eigur ein vin, sum er hjá tær og um teg, tá eingin annar er har. Eg kendi [...] Rasmussen. Hann er bóndi í Lamba, og hóast hann er staðkendur í haganum, so veit hann av royndum, hvussu torført tað er, tá mjørkin sýgur seg oman yvir hagan, sum hann og Niels Weihe eru felags um. Klokkan 17 [...] minni verður gjørt burturúr, tá tað gongst væl, og tá endin er góður. Soleiðis skal tað ikki vera hesa ferð. Talan er um eina sólskynssøgu, sjálvt um størsti parturin av henni gekk fyri seg í kola svørtum mjørka
sannførdur um, at nógv meiri var hent í Kollafirði, enn tað er, tí hann vísti seg at hava áhuga fyri Kollafirði, sigur Hans Jacob Hansen. Hinvegin heldur hann lítið um Býráðið, sum nú er. ? Her er onki hent [...] arbeiðið upp á høllina skuldi byrja í ár, men enn er onki hent. ? Nú hoyra vit, at tað er eitt áhugafelag, sum skal standa fyri byggingina og tað haldi eg er langt úti. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvør hevur [...] Havnini, er ógvuliga vónbrotin av gongdini í Kollafirði, eftir samanleggingina við Tórshavnar Kommunu. Hesa vikuna hava vit havt nakrar greinar í blaðnum um gongdina í Kollafirði, nú hálvt valskeiðið er runnið
munandi um arbeiðið hjá blaðfólki og myndafólki okkara. Nú er lagað manni at skriva ella taka myndir hvar sum helst í landinum ella heiminum og fáa bæði tekst og myndir í blaðið beinanvegin. Soleiðis er Sosialurin [...] mangan til langt út á kvøldið, og onkuntíð út á náttina, segði Sámal Olsen við Sosialin í 1982. ? Vit hugsaðu ikki so nógv um tað, tí tað hevði altíð verið soleiðis, at bløðini vóru skrivað um dagin og at [...] frá at koma út tvær reisur um vikuna til at koma út tríggjar ferðir um vikuna. Hetta var størri avbjóðing hjá starvsfólkunum ? og nú bar betur til at bera aktuellari tíðindi. Samstundis sum flutt varð út
bakka, at ganda um til túgvur, um søgnin ikki lúgvur. Hesar túgvur, ið tú enn finnur, okkum um hetta minnir. ? ? ? Her hava vit frætt, at eitt er søgn, men hvat er satt? ? ? ? Satt er, at kirkjur hava [...] sendi menn til millum annað hetta at kanna. 1709 er árstalið rætta,vit um hetta frætta. (Tað var so hatta!) Tað vil taka alt ov langa tíð at nevna alt um hetta kirkjusmíð. Hvussu mátini vóru í sjálvari [...] framtíð at tryggja, slíkt kann ei á láni liggja. Og nú gott hundrað ár á rað hevur hon verið og er framvegis tað stað har deknur lesur lestur ella tænari er prestur. Har tú á hvørjum halgidegi í sorg sum í
at lesa millum reglurnar. Í hvussu er, um ein vil vera hulduhøvundur. Føroyskur ítróttur Uni Holm Johannesen Pál Joensen Nú ítróttarárið 2010 skjótt er farið afturum er spurningurin ikki, hvat var ársins [...] Joy Um eg hugsi um tað, sum er komið av útlendskum tónleiki hetta árið, eru fleiri minniligar útgávur, ið renna mær til hugs. Ein er kortini, sum stendur klárari fyri mær enn hinar. Band Of Joy er heitið [...] tað vit eru von við, er áhugavert. Um øðrvísi og annarleiðis design er ein góð nýggjheit, er Nissan Juke eitt boð. Lutur Inna Tørnroos iPad Í langa tíð hevði verið teskað og tutlað um, at Apple skuldi koma