Málvisión 2015: Legaliserið føroyska móðurmálið

Regin Eikhólm
····

Harvið fáa vit eitt kompetent og viðkomandi brúksmál í skrift og talu og kunnu sleppa tí fremmandagerandi nýføroyska esperanto.

Føroyskt mál ella móðurmálið er tað málið vit tosa í Føroyum. Tað er ikki eitthvørt ynskimál, ið fyrst skal reinsast fyri sokallaði fremmandaorð. Hetta við at hava eitt reint mál er utopi, a la ariska rasan. Føroyska málið hoyrir til ta indo-europæisku málættina, ið hevur verið kend í eini 3500 ár og verður í dag tosað av 1.5 milliardum fólki. Tað er tí ikki so løgið, at hópin av europeiskum orðum og onnur orð við eru at finna í føroyska málinum, tað er jú her tey sum ættarfrændir hoyra heima. At vit harumframt hava serliga mong orð til felags við danskt eigur heldur ikki at undra nakran, tí neyva samskiftið, skúling og intellektuella tilgongdin hevur í mong hundrað ár mest verið í samband við Danmark. Sjálvt Tobbi fer í næstum til Kongens København fyri at nema sær innlit í lærdu gudaverðina. Annars vísir Tórður Jóansson í síni lærdu ritgerð English loanwords in Faroese (Fannir 1997) á, at eitt samskifti hevur tað við at leggja orð eftir seg, so kanska onkrar nýggjar guddommuligar glosur fylgja við Tobba, tá hann vendir heimaftur á klettarnar sum prestur.

Danifob - og íslandufil inklinatión
Tað kann tykjast gátuført, at vit í yvir hálva øld hava latið danifobar puristar ella málreinsarar manipularað so nógv við føroyska málinum, ja nærmast givið teimum frítt spæl til íslandufilu inklinatiónini v.m. Úrslitið kenna vit. Flestu føroyingar himprast við at tala og skriva sítt egna móðurmál av ótta fyri puristiska peikifingrinum og fyri at verða hildir fyri ikki at vera nóg nationalir.
Føroyska brúksmálið verður niðurgjørt, tí tað skal eitast at vera fult av fremmandum orðum, donskum og latínskum lániorðum v.m. Men sum ættarfrændir við indo-europæisku málættina hava vit nátúrliga ein hóp av íbúgvandi altjóða orðum í málinum, ið eru líka so føroysk sum húðaskógvurin og køstaflugan. Men puristarnir vilja hava reint føroyskt, tvs. tey altjóða orð sum annars nátúrliga hoyra heim í føroyska málinum verða skift út við heimagjørd ókunnuorð ella farið verður til Íslands at fylla málleypin. Í hesum puristiska rúsi dettur tað psyko- og sociolingvistiska aspektið sum oftast burtur ímillum. Úrslitið er eitt fremmandagerandi nýføroyskt esperanto hvørs hugflog og abstraktións niveau saman við brúkiligheit annars letur nógv eftir at ynskja. Kanska er vánaliga úrslitið av PISA-kanningin júst eitt dømi um málsliga frustratión og ómegn. Tað er ein sannroynd, at bæði til koyrikort og aðrar próvtøkur er nýføroyska málið ofta størri trupulleiki í sjálvum sær enn sjálvt innihaldið.

Móðurmálsligur samleiki og inerti
Hvør einstakur okkara hevur sína idiolekt ella eginmálbúna, ið myndar okkara móðurmálsliga samleika. Orðini í móðurmálinum eru gjøgnum øldir mýkt og tillagað hvørt annað. Tí falla tey lætt, hava sína egnu rytmu og merking við einum íbygdum spontaniteti, sum bert móðurmálið megnar. Lingvistisk vita vit at málið broytir seg, og at tað skal røkjast  men ikki neyðtakast. Nýgjørd orð eiga meiri nátúrliga at koma inn í málið sum tilboð og ikki sum puristisk diktat ella íslandsk eftirgerð. Virða vit ikki tað basala í móðurmálinum, upploysa vit tann málsligi samleikan, og tá verður tað ikki danskt sum tekur yvir men enskt!
Móðurmálið hevur ein trekleika ella eina inerti, sum undir vanligum umstøðum tryggjar okkum eitt lívslangt málsligt kjølfesti, men hetta faktum er nógv undirmett av okkara puristum.

Málvisión og rættskrivingar orðabók
At meta málsligan førleika út frá tilgjørdum stavi - og bendingarmynstri tykist at vera sum at meta ein arkitekt eftir tí einkulta múrsteininum og annars síggja burtur frá tí funktionella og heildini annars. Verandi puristiska málproduktið fremmandager, er stívt, ónuanserað og faktuelt ikki nøktandi sum samskiftismál. Málvisión 2015 skal kunna rúma globaliserings-tilgongdini á føroyskum, um ikki so eiga vit heldur at velja eitt annað mál, sum longu hevur førleikan, heldur enn nýføroyskt finn-upp-á mál, ið ofta er meiri villleiðandi enn vegleiðandi. Vit hava møguleika fyri at náa málvisión 2015, um vit fordómsfrítt taka støði í sjálvum tí føroyska málinum og tess indo-europæisku ættarbondum við teimum altjóða orðum , ið har finnast, og skráseta tey í eina rættskrivingar orðabók.
Neyðugt verður eisini í ávísan mun at revidera fordums stavingar  og bendingarmynstur, har hesi ikki umboða føroyska málið, men eru óviðkomandi søgufjøtrað filologisk leivd frá tí tíðini, tá skriftliga málið enn var í síni byrjan. Eitt kompetent føroyskt brúksmál má byggja á eitt viðkomandi lingvistiskt ástøði, ið ábyrgdar struktur og virki av málinum, og ikki á óviðkomandi finn-upp-á filologiskar konstruktiónir.
Ein rættskrivingar orðabók vil umframt orðatilfeingi eisini kunna leggja støði undir eina ajourførda móðurmáls orðabók. Vit hava jú longu fingið eina - hóast selektiv - so ávegis móðurmáls orðabók bind 1 og 2, men vit mugu hava onkur bind afturat, um vit skulu hava nøktandi málsligt úrval á føroyskum.

Breið móðurmálsnevnd
Skal málvisión 2015 røkkast, verður neyðugt við eini breiðari móðurmálsnevnd. Málkøn meina, at ein 21-manna nevnd hevði verið hóskilig. Føroyska Málnevndin og Málstevnunevndin hava hvør sær bundnar uppgávur, men her verður neyðugt við eini umlegging, við raðfestum móðurmálssamleika á altjóða støði. Um hetta eydnast, fer føroyingurin fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð at kunna smoyggja puristiska hamin av sær og óátalaður bera sín viðfødda móðurmálsbúna - unga ættarliðið klárt til komandi PISA-kanningar  í skrift og talu!

Mál-etnisk útreinsing
Harða viðferðin sum móðurmál okkara hevur fingið og framhaldandi fær, er ikki so ólík tí etnisku forfylging og útreinsing vit síggja runt um í heiminum, rættvísgjørd av ideologisk blindum nationalromantikki. Hjá okkum er tað tó ikki blóð sum flýtur, men bókstavir og orð. Okkara latínska alfabet ella ABC hevur soleiðis av puristunum fingið bannlýst fimm av sínum týðandi bókstavum nevniliga: c, q, w, x og z. Leivdirnar av alfabetinum nevna tey stavtalva ella bókstavarøð. Annars eru túsundtals burturvísingar framdar móti okkar móðurmálsorðum grundað teirra etniska uppruna. Hetta gongur eisini aftur í okkara í okkara skúlabókum, ið eru merktar av einvísum puristiskum undirtónum. Vit kunnu spyrja við hvørjari heimild alt hetta verður gjørt?
Sambært fyrispurning til mentamálaráðið hevur ongin í Føroyum enn fingið løggildaðan rætt til at lúka burtur úr okkara alfabeti ella til útreinsing og sensurering av føroyska málinum. Fyri okkum sum hava føroyskt sum móðurmál, er henda illegala og ófrættakenda puristiska framferð ein hóttan móti føroyska málsamleikanum og tess rættartrygd, og tí er hesin spurningur nú sendur víðari til Løgtingsins Umboðsmann at taka støðu til.

Málslig hvørvisjón
Tórður Jóansson, doktari í málfrøði, skrivar um málpolitikk (Málhornið Dimmalætting 11.08.06) m. a. Hugmyndin um eitt reint, fullkomið snið á máli er ein hvørvisjón .. .. men hugmyndin um eitt slíkt óveruligt, reint mál livir framvegis. .... føroyska orðatilfeingið er ónøktandi í fleiri høpum; innan vísindi og heimsspeki er ikki lætt at orða seg á hampuligum føroyskum, og torført er at flyta kenslubornan skaldskap  bundnan ella óbundnan  yvir í líknandi føroyskt mál. Tórður endar greinina við: Annars er at fegnast um, at Málstevnunevndin er farin til verka; og vónandi spyrst dyggari úrslit burturúr enn tað, sum framman undan er komið av skafti!