sum um, at liðini bæði fóru at kappast um nakað heilt annað. At síggja til ráddi um at tveita flest møguligar bóltar burtur, og hetta megnaðu báðir partar eisini sera væl. Megnaði teir so kortini at spæla [...] tí teir undan dystinum vóru at meta sum greiðir favorittar, meðan kollfirðingar mundu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at binda posabandið fyri, tá stigini so at siga vóru heima. Skert kyndilslið [...] tað vóru aðrar orsøkir, skal sleppa at standa ósvarað, men undir øllum umstøðum tóktist kyndilsleikararnir at hava óvanliga torført við at fáa glið á spælið. Ferð var at kalla eingin, og tí var tað lutfalsliga
túsundárinum er upplagdur møguleiki at gera vart við, at øll eiga at betra umstøður teirra brekaðu. Tað eigur at vera náttúrligt hjá teimum at fáa virðiligt lív. Fløguútgávan hevur einki vinnuligt endamál í sjálvum [...] vera við. Øll eru vælkomin at senda inn. Eisini, um ein kanska bert hevur eina yrking liggjandi, ið er viðkomandi. Einasta listarliga krav er, at samsvar er millum orð og lag og at lagið fellur nøkulunda væl [...] sjálvum sær, men stigtakararnir vóna, at hervið verður gongd sett á at betra umstøður teirra brekaðu. Eisini vóna tey, at fáa í lag kjak um hetta. - Endamálið er upplýsing. Ikki samkensla, men forstáilsi
hevur sjónvarpið roynt at sáa iva um henda skattafrádrátt og nú mælir eisini Búskaparráðið til at avtaka henda frádrátt. Hví ? má ein spyrja. Lat meg verða tann fyrsti at siga, at hesin frádráttur er okkara [...] ! Hugaligari er, at Framtaksgrunnurin hevur tvær kvinnur í nevndini. Yvirhøvur er semja um at konufólk á flestu økjum eru munandi betri leiðarar enn menn. Tað er lítið at ivast í, at tað hevði gagnað okkara [...] eftirløn, og hvør kann brigsla einum ungum at hann vil virka undir tryggum korum ? Tað er sera torført at at byrja á berum og kanska áttu peningastovnanir at havt eina lagaligari, stimbrandi, skipan tá
útflutningi okkara til ES, og at týdningurin av tolli sum handilsforðing fer at minka við liberaliseringini í heimsghandilinum, sigur Hergeir Nielsen og vísir á, at hildið verður, at liberaliseringin av hei [...] viðgerast Formaðurin í uttanlandsnevndini sigur, at nevndin er kunnað um, at feiri uppskot um fiskivinnu fara at verða viðgjørd á ráðstevnuni í Seattle. Hann sigur, at eitt uppskot er úr Noregi um betri markn [...] Uttanlandsnevndin fekk at vita, at Ísland var upprunin til hesi uppskot, og fekk síðani onnur lond við, verður sagt í tíðindaskrivinum. Edmálið hjá WTO Endamálið við WTO er at tryggja, at handil, vørur og tænastur
tað búskaparliga skilagott at økja heldur enn at minka um arbeiðsútboðið. Um uppskotið um styttri arbeiðsviku verður samtykt, fer tað at føra til at enn fleiri starvsfólk fara at vanta til alneyðugar væl [...] framtíðini, og at tað tí verður neyðugt at fremja almennar skerjingar og/-ella skattahækkingar. Hetta er galdandi áðrenn eina møguliga broyting at stytta arbeiðsvikuna. Tiltakið er tí við til at gera haldførið [...] framhaldandi ynskja at veita góðar viðgerðir á landssjúkrahúsinum ella at kunna bjóða eldri fólki eldrarøkt eftir tørvi. Niðurstøðan er, at tað longu nú er eitt stórt trýst á arbeiðsmarknaðinum at útvega arbeiðsmegi
er farin at halda, at nú er so ótrygt undir høvuðsstaðnum, at vit tað sama kunnu fara undir at fyrireika flyting av honum inn á Skálafjørðin. Nýggjur metropolur Hann tykist soleiðis vera farin at barslast [...] viðvíkjandi. Vit hava brúk fyri at hugsa “out of the box”, men tó uttan púrasta at missa fótafesti. Nei, einki er neyðugt at flyta Smyril ella Tjóðleikhúsið, tí verður rætt borið at, kunnu vit fáa bæði og tað [...] Tá ið ótrygt er undir fótum, er ráðandi og sjálvsagda áskoðanin, at so ræður um at flyta seg. Hetta er so náttúrligt, at tað man koma undir “gomul alheims heimaráð”. Kendasta dømið man vera svenski námsbýurin
samansetingar.« Prógvað tað øvugta Høgni Hoydal vísti á, at flokkurin hevur prógvað, at hann megnar at standa saman, og at hann hevur megnað at vunnið tvey val síðani seinasta floksting. Sanniliga er nógv [...] ivi er um, at hetta er ein meginorsøk til at so mong hugsjónarfólk, undangongufólk og mentafólk eru sprottin higani. At fólk hava leitað út, og hava leitað heimaftur við nýggjum íblástri. At fólk onga andsøgn [...] høpi. - At fáa skil á búskaparstýringina, stovna búskapargrunn og skipa ein sjálvberandi búskap - At gera miðvísar íløgur í útbúgving og gransking og skúlaskap. - At gera vinnuframaskipanir - At broyta
og byrja at tosa um politikk? Nei. Tað eri eg tíbetur spard fyri. Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar? At vit hava tað gott. Og at búskapurin kemur at vaksa, og at vælferðin kemur at standa við [...] fyri at avstressa frá politikki? Havi eitt arbeiði at fara til, sum eg trívist sera væl í. Mær dámar væl at lesa, at ganga, at svimja, møtist í bólki saman við øðrum kvinnum, annars dámar mær at binda [...] børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari? Haldi tey taka tað pent og eru sjálvandi eisini spent.Tey eru tó onkuntíð ørg inn á at pápin, at hann er so nógv upptikin og at hann næstan altíð tosar
Føroyum. Vit stúra fyri, at Kall ikki fer at megna at fáa íløguna í sítt fartelefonkervi innaftur. Orsøkin til at vit eru bangin fyri hvussu tað gongur okkara kappingarneyta er, at vit lætt kunnu enda sum [...] fer at broytast. Og tá fyritøkan skal missa marknaðarpart á kjarnuøkinum er sambært Føroya Tele stjóranum ikki annað at gera enn at fara inn á onnur øki. - Televarpið er eitt gott dømi um, at vit kunnu [...] ku. Orsøkin er, at Føroya Tele, sambært Fjarskiftiseftirlitinum, hevur tað við at taka seg sjálvan framum kappingarneytarnar, soleiðis at tað tekur kappingarneytunum nógv longri tíð at fáa veitingar frá
eisini týdningarmikið at fáa fram, at eg komi ikki bara við mínum egna ella mínum egnu lívsáskoðanum, men at eg havi Guds orð við mær til teirra. Sonja Klein leggur stóran dent á at hava gott samband við [...] skapanarverk Eg plagi at minna brúðarparið á, at tey eru Guds skapanarverk, og tí eru tey nakað heilt serligt. Tí skulu tey ikki, tá ið gerandisdagurin kemur, fara at royna at broyta tann persónin, sum [...] sum fingu tey at falla fyri hvørjum øðrum. Prestsins uppgáva er at byggja upp, - og ikki at fordøma, sigur Sonja Klein, og nevnir eina aðra uppgávu hjá presti, sum er sera hugalig. Tað at fáa eitt barn